hjá Eidsivating-rættinum inn fyri Hægstarætt. Í undirrættinum fingu tvey av teimum ákærdu 21 ára fongsul, sum er harðasta fongsulsrevsing í Noregi. Sakførararnir hjá teimum dømdu umhugsa nú, um teir skulu [...] kæra mannagongdina í rættarmálinum umframt sjálva revsingina. Skuldi tað hent, at Hægstirættur gevur teimum viðhald í, at mannagongdin hevur ikki verið røtt, verður dómurin í undirrættinum settur úr gildi
Í 1998 settu donsku myndugleikarnir sær fyri, at munandi fleiri krabbameinssjúklingar skuldu fáa stráluviðgerð á teimum donsku sjúkrahúsinum. Málið var at økja talið á viðgerðum 65 prosent tey næstu fimm
Uttan fyri hjúnarlag Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða flestu børn í Noregi nú fødd uttan fyri hjúnarlag, vísa tøl hjá norsku hagstovuni. Hagtølini vísa, at 42 prosent av teimum føddu børnunum høvdu foreldur [...] Hagtølini vísa eisini, at av teimum kvinnunum, sum fingu sítt fyrsta barn, vóru bara 35 prosent giftar. Kravmiklir læknar Læknarnir á sjúkrahúsunum í Århus hótta nú við at beina fyri ætlanini hjá stjórnini um [...] sjúkrahúsunum hálva aðru milliard krónur eyka fyri at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, men við lønarkravinum hjá læknunum og sjúkrasystrunum er vandi fyri, at ætlanin miseydnast. Í august Danska stjórnin
nógvar limur sosialdemokratiski flokkurin hevur, men fyri tveimum árum síðani var limatalið beint oman fyri 50.000. Fyri tjúgu árum síðani var tað oman fyri 100.000. Prestur dømdur Ein dómstólur hevur dømt [...] Møre og Romsdal í Noregi fyri at hava gjørt seg inn á sínar egnu døtur og eina kvinnu, sum hann var sálarhirði hjá. Ein lægri rættur dømdi herfyri prestin hálvt sætta ára fongsul fyri ógerðina, samstundis [...] , men tað verður av ongum. Formaðurin í Fólkaflokkinum, Lars Lejenborg, sigur, at stjórnin krýpur fyri einaræðinum í Kina, sum hann tekur til. Men Anna Lindh, uttanríkisráðharri vísir á, at eins og hini
doyði í heimi sínum í Italia. Thor Heyerdahl er mest kendur fyri ferðina, sum hann gjørdi við flakanum Kon Tiki um Kyrrahavið. Hann setti sær fyri at prógva, at samband hevði verið millum Suðuramerika og [...] samband kann hava verið um Atlantshavið mong ár undan ferð Columbusar, og tí var báturin gjørdur eftir teimum gomlu egyptisku papyrusbátunum.. Ferðin miseydnaðist, men seinni fullførdi hann ferðina við Ra II [...] oynna Fatuhiva í Kyrrahavinum at kanna djóralívið har. Tað var á hesari ferðini, at hann fekk áhuga fyri Kyrrahavsøkinum.
ein skipan við heimafrálæru kom í gildi fyri níggju árum síðani, eru tað alt fleiri og fleiri børn, sum velja at ganga í skúla við hús. Alt ov nógv Stýrið fyri teimum donsku dómhúsunum hevur nú boðað stjórnini [...] kunnu takast av. Stýrið fyri dómhúsunum sigur, at ætlar stjórnin at taka meiri enn umleið100 størv av, fer tað at darva einari tí, sum stýrið kallar eina rímiliga menning í teimum donsku dómstólunum. Vænta [...] Vænta ófrið Felagsskapir, sum ætla sær at skipa fyri mótmælistiltøkum í sambandi við fundin hjá Heimsbankanum í Oslo í juni mánað, eru ósamdir um framferðina. Á einum fundi í vikuni skutu nakrir av fela
skipað fyri einum eiturálopi á kurdarnar í Norðurirak í níti-árunum. Lene Espersen, løgmálaráðharri sigur, at krígsbrotsmenn skulu ikki finna skjól í Danmark, men at skuldsetingar ímóti teimum skulu kannast [...] kannast, og at teir skulu rættarsøkjast, er grundarlag fyri tí. Í fyrra lagi Tey flestu munnu halda, at skattaverkið roynir at fáa fatur á teimum pengum, sum tað yvirhøvur kann fáa fatur á. Í Noregi fór [...] skattavaldið í so langt nú um dagarnar, tá ein tíggju mánaðar gamal drongur fekk senda sjálvuppgávu fyri árið í fjør. Skattavaldið hevur lovað, at drongurin fær ikki sjálvuppgávu næsta ár.
Ja til ES Hevði fólkaatkvøða verið í Noregi nú, høvdu 54 prosent av teimum norsku veljarunum atkvøtt fyri, at Noreg skal fara upp í ES. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning, sum blaðið Aftenposten [...] íslendingar fara at gera. 44 prosent av teimum spurdu siga, at ein íslendsk umsókn um ES-limaskap eigur at skunda undir norskan limaskap. Millum teirra, sum eru fyri norskum ES-limaskapi, siga 66 prosent [...] prosent, at støðan Íslands hevur stóran týdning, meðan 23 prosent av teimum, sum siga nei, siga, at ein umsókn úr Reykjavík hevur týdning fyri teirra støðutakan. Kann vera dýrt Eins og í Føroyum eru tað nógvir
tí tað eru líka nógv skaðilig evni í hesum sigarettunum sum í teimum, ið ikki hava merkingina. Tí er tað beinleiðis skeivt at lýsa við teimum báðum orðunum, sigur felagsskapurin. Tann nýggja reglan ber í [...] í sær, at minni tjøra skal vera í sigarettunum, og at eitt nýtt hámark skal setast fyri nikotininnihaldið. Latin barna- vernd Norsku barnaverndarmyndugleikarnir viðgjørdu í fjør meiri enn 2600 mál um [...] børnum, og í 538 málum endaði tað við, at børn vórðu tikin frá foreldrum. Tað eru 46 fleiri enn árið fyri. Sambært norskum bløðum snúðu nógv av málunum seg um børn, hvørs foreldur vóru rúsevnismisnýtarar
hjá teimum norsku sendistovunum í menningararbeiðinum skal eisini kannast. Menningarráðharrin Hilda Frafjord Johnson sigur, at tað er neyðugt at kanna viðurskiftini, so stjórnin kann fáa vissu fyri, at [...] ini er í fyrsta lagi at stríðast ímóti fátækradømi kring heimin. Noreg er eitt av teimum londunum, sum hevur sýtt fyri at kvetta menningarsamstarvið við Zimbabwe, og menningarráðharrin segði týsdagin,