Systkinabarns- og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Í fyrra [...] hálvleiki var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd
men hann bleiv sløktur eftir lítlari løtu. Mannigin, ið telur 23 mans, hevur tað gott og eingin er komin til skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til [...] skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina. Vegna Smyril Line Jens Meinhard
kvøld, har boðað varð frá eldi á vesinum við bussteðgistaðið. Tað sást týðuliga, at eldur var inni á einum av vesinum, sum kundi bent á, at eldur er ásettur. Eldur var í hinum almenna vesinum hjá Tórshavnar [...] Tórshavnar kommunu í miðbýnum í Havn í november 2024. Tann eldurin var á settur, og tað vesið er ikki umvælt enn. Skaðin á vesinum í Steinatúni tyktist ikki at vera líka stórur, men har var sót um allan bygningin
sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað ávirkar ikki bara røktina á røktarheimum [...] tóm. Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er. Sum er, er [...] bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara í meginøkinum. Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum. Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar
løgreglan hevur lagt hald á eitt el-rennihjól, sum varð mált til at kunna koyra 146 kilometrar um tíman. Tað er skjótari enn nakað annað el-rennihjól, sum løgreglan í Suður- og Sønderjyllandi áður hevur lagt hald [...] vísti ferðmátarin 146 kilometrar um tíman. Løgreglan hevur lagt hald á el-rennihjólið, og maðurin er skuldsettur fyri fleiri brot á ferðslulógina. /Ritzau/
var miðalhitin í havinum millum 60 stig sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig . Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið frá 2024 [...] Kann ávirka veðrið kring allan heimin El Niño er eitt afturvendandi náttúrufyribrigdi, sum hongur saman við óvanliga heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava [...] Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond Meksiko. Hetta verður sett í samband við El Niño, sum er undir menning. Í juni var sjóvarhitin nógv oman fyri vanligt í stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum
júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá : Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari [...] løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð [...] myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi
, eitt er á Flemish Kap, og eitt fiskar í Eysturgrønlandi. - Øll skipini fáa mest av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, [...] sum batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrafiski, og eisini fer onkur út á Føroyabanka, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her verður einki sagt
- Ukrainski høvuðsstaðurin er enn einaferð undir russiskum álopum, og spreingingar eru at hoyra í býnum. Tað veit Reuters at siga í kvøld. - Fólk hava hoyrt fleiri spreingingar í Kyiv, leggur Reuters aftrat
løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør tað er, ið skal hava sligið. Og gjáramorgunin var ein bilførari [...] fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað, sigur vaktleiðarin. Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og [...] og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er einsrættað. Annaras hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskiftið, sigur vaktleiðarin.