nú sligið. Cristiano Ronaldo sum er væl fyri likamliga spælir uttan iva til hann er minst 40 ár, og bara higartil hevur hann skorað samanlagt 770 mál fyri Sporting Lissabon, Manchester United, Real Madrid [...] Madrid, Juventus og portugisiska landsliðið. Metið hjá Cristiano Ronaldo gjørdist veruleiki ígjár, tá hann skoraði hattrick í 3-1 sigrinum hjá Juventus á Cagliari ígjár. 80 ára gamli Pelé skrivaði ígjár til
reið stormin av. Uros Stojanov skoraði í dag sítt fjórða mál hetta kappingarárið, haraftrat legði hann upp til sigursmálið hjá Filip Djordjevic. ÍF-07 Vestur 3-1 (1-0) 1-0 Filip Djordjevic (7.) 2-0 Uros [...] Lervig gjørdi við Karl Løkin hjá ÍF aftaná dystin. Karl Løkin fegnast um, at ÍF hevur eitt gott lið, og hann undirstrikar, at væl er Uros Stojanov góður og effektivur, men aðrir á liðnum vísa góðar dygdir, m [...] málið hjá ÍF, og við støðuna 2-1 til ÍF ikki tók av teimum stóru málmøguleikunum liðið hevði tá, men hann undirstrikar, at Jákup Nolsøe Olsen í ÍF-málinum stóð framúr væl.
spælarunum fyri hugburðin og avrikið ímóti TB. Ímóti TB fór Hans Jákup Lervig tíðliga av vøllinum. Skaðin vísti seg ikki at vera verri enn, at hann mikukvøldið aftur vandi og verður við ídag. 07 Vestur venjarin [...] venjarin Heðin Askham fegnast um heimasigurin ímóti B68 siðsta leygardag, men hann ásannar samstundis, at avrikið – serliga verjuparturin – skal vera væl meiri sannførandi í morgin, um tað skal hugsast um
sleppa at koyra út á bryggjuna. Hann sigur, at nógv gomul fólk eru, sum ikki klára at koma til gongu, og at trupult er at finna parkeringspláss í býnum sum heilt. Tí ynskir hann sær, at bilar kunnu koyra út [...] sum koma upp úr vegnum. Mortan Johannesen hevur fleiri ferðir verið í hornatøkum við løgregluna, tí hann hevur hongt ein posa útyvir, so pullartarnir ikki koma upp úr vegnum, og ferðslan soleiðis fær koyrt
Nielsen aftur skuldi hava møguleikan, og hann stóð seg væl, sigur Håkan Ericson. Hetta var 60. ferðin, at Gunnar Nielsen vardi føroyska málið í landsdysti. Harvið hevur hann rokkið rættiliga exclusivum felag [...] hevur verið fastur málverji í nógv ár, ikki var á landsliðnum. Teitur Matras Gestsson vardi málið, og hann stóð seg so mikið væl, at tá ið bæði Gunnar og Teitur vóru tøkir í heyst, tá ið Føroyar spældu í Nations
ÍF er aftast, og eftir 6-0 tapið ímóti HB í Gundadali síðsta sunnudag ásannað venjarin, Hans Jørgen Djurhuus, at allir dystir hjá ÍF eru finalur. -Tann fyrsta er á heimavølli ímóti TB. Eg haldi, at vit [...] Stuðulin frá tykkum kemur væl við, og vit ætla at leggja nógv fyri, sigur ÍF venjarin við fuglfirðingar. Hans Jákup Lervig er leikbannaður, og Holgar Durhuus, Milan Svojic, Høgni Zachariassen og Jóhan Petersen [...] Regin í Lágabø og Arthur Poulsen eru skaddir. Tað er ivasamt, um Ivan Ivanovic er førur fyri at spæla. Hann er skaddur í fótinum.
Petterson er úr Álandi, og hann tók lut á teimum fyrstu oyggjaleikunum sum flogbóltsspælari hjá Álandi. Tí er tað hugtungt hjá oyggjaleikaforsetanum at staðfesta, tá vit fingu orðið á hann í Gibraltar sunnudagin [...] sunnudagin, at gamla ítróttargreinin hann íðkaði sum ungur er púrasta gliðin út sum oyggjaleikaítróttargrein. Flogbóltur er ikki partur av oyggjaleikunum í Gibraltar, og flogbóltur verður ikki partur av oygg
Donald Trump stutt eftir atkvøðugreiðsluna í Umboðsmannatinginum. Dagin fyri segði hann í einum Twitter boðum, at hann legði lítið og einki í, hvat onnur halda um viðmerkingar sínar. Rashida Tlaib, Ilhan [...] Amerikanska Umboðsmannatingið hevur funnist at málburðinum hjá Donald Trump, eftir at hann í eini røð av Twitter boðum heitti á fýra demokratiskar kongresslimir av ymiskum etniskum uppruna at sleppa sær
og sletta alt á síðuni. - Vit hava mist tamarhaldið á síðuni, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr. Hann harmast um álopið: - Tað er eitt sindur keðiligt, tí vit skulu á konsertferð í USA um nakrar vikur [...] vikur, og dagfestingarnar til konsertirnar standa til at blíva avlýstar á facebooksíðuni, sigur hann. Heri Joensen heldur ikki, at tað er av tilvild, at tað akkurát er teirra síða, sum er blivin yvirtikin [...] teir vildu brúka hana til. Eg havi ein mistanka um, at onkur felagsskapur stendur aftanfyri, sigur hann. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Hera Joensen í
Teistin hevur verið burtur úr sigling tað mesta av september mánaði. Sagt varð, at hann skuldi koma aftur í sigling 16. september. Tað varð so broytt fleiri ferðir, og ikki fyrr enn í dag, 25. september [...] møguliga eitt sindur av orkusparing eisini, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipi Landsins. Hann leggur dent á, at endamálið hevur verið at skipið skal rulla minni. – Molslinjan í Danmark hevur eina [...] Eliasen. Skipanin við veingjunum, sum Teistin hevur fingið, er tann fyrsta, sum nakað skip hevur fingið. Hann vísir á, at tíðin má vísa, um skipið rullar minni. Ternan hevur røkt sandoyarsiglingina, meðan Teistin