forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] Eg rokni við, at talan er um býin Cajamarquilla, sum er ein av teimum ótrúligu býnum, sum vórðu bygdir av Chachapoya-fólkið, sigur Gene Savoy við tíðindastøðina AP. Býurin er stórur, samanlagt 65 fer [...] ið eru heima, eru stutt. Hóast Hallstein er klaksvíkingur, fær hann onki skot um skottilburðin í Klaksvík. Bara »small-talk« um góða veðrið og spurningar um teir báðar blaðmenninar, ið renna í hølunum
fáast við ymisk spøl er, at vit frá náttúrinnar síðu hava hug at spæla. - Øll menniskju hava nakrar grundleggjandi tøvir, og harímillum er spæl ein tørvur. Sum fyribrigdi er eydnuspæl um stóran og skjótan [...] tí tað er sjálvdan, at fólk, sum hava eitt ríkt og virkið lív hungra eftir spæli, greiðir Eyðun Joensen frá. Hann heldur tó ikki, at til ber at tosa um eina ávísa persónstýpu, tá talan er um ludomanar [...] hesum spølunum. Spøl sum kunnu geva stórar peningaupphæddir, um tú ert so heppin at vinna. Fyri tey flestu, ið fáast við hesi spølini, er talan um eitt undirhaldandi og stuttligt ítriv, men fyri summi gerst
Føroyar vóru, hvat ið rentan er, og hvussu nógv ið tí skuldi koma í hesar grunnar. At hetta fordømi er bindandi fyri donsku stjórnina er yvirhøvur einki at ivast í. Orsøkin til hetta er tann, at støða Íslands [...] góða umdømi kann rúka, nú føroyska landsstýrið sendir inn eina áheitan til ST um at koma upp í samráðingarnar við donsku stjórnina um at fáa Føroyum frælsi. Hetta veit Nyrup, og tí er einki at siga til at [...] vera vís í, at nú vendist ikki aftur til ta støðu, sum vit vóru í fyri tann 15. juni ár 2000. Tí er øll orsøk hjá okkum at fegnast um henda framburðsdag. Zakarias Wanges Eidesgaard: »Tað er ein skaðiligur
megin hetta tal, og at talið tískil ikki er heilt við síðuna av. Pláss til skattalætta Nú arbeiðið at snikka saman eitt fíggjarlógaruppskot fyri 2003 er liðugt, er Karsten Hansen sum heild væl nøgdur við [...] ruppskotið, at hann er sannførdur um, at tølini fara at halda tá saman um kemur. - Vit hava gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har atlit eru tikin til samlaða búskapin og tað, sum er felt niður í samgonguskjalið [...] uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár. Uppskotið er farið til prentingar og skal leggjast fram fram á tíðindafundi mánadagin. Fíggjarlógin fyri 2003 er fyrsta fíggjarlóg hjá hesi samgonguni, sum sá dagsins
sum hvørt mansbarn átti at fata Sum er, er røktarpeningurin nokkso oyramerktur, býttur út á hvørja deild ella sjúkrahúseind sær, men hvør sigur, at ein sjúkrahúsdeild er eitt maskinarí, sum koyrir við føstum [...] sjúklingum um somu tíð. Sostatt átti hvørt mansbarn at skilt at tað meira enn so kann henda, at tað gerst neyðugt at dupla og kanska fleirdupla starvsfólkatalið eina tíð av ávum, sum eingin er harri yvir, og [...] einum vanligum húsarhaldi. Skipanin bygdi í sínum miniformati á sínámillum álit um reiðiligheit, og sjálvt um Landssjúkrahúsið er hópin meira kompliserað og við heilt øðrum tølum, so átti tað onkursvegna at
Aksel Hansen fram um tey flestu: Hann er ótrúliga góður við og trúgvur móti øllum tí, sum hann varðar av og um, tað veri seg starvsfólk, familju, virkir, feløg og ross. Sum ríðingarmaður er hann úr leikum [...] nakrantíð í iva um, hvør leiðarin var. Eyðkennini vóru: Hann varskógvaði um túrin í góðari tíð frammanundan. Hann saðlaði tíðliga og reið tíðliga og stundisliga. Hann tók altíð okkum uppá ráð um, hvagar vit [...] so skjótt hann trínur um hallardyr. Tillukku Aksel við teimum 85 og takk fyri góða upplæring, bæði so og so, og fyri nógv góð upplivilsir saman og langt og gott vinarlag. Hav nú eitt gott lívskvøld. Við
henni sjálvari dyggiliga aftur um brekku. Kanska er læran ? um nøkur læra er ? at vit eiga at fjálga um eina lívssjón, har tilverunnar kensluliga, flótandi lind ikki er undirmett: ekta tjóðskaparkensla [...] teirri vón, at um ikki annað hetta skjótt fór at føra meg á avrættingarpallin?. Aðrir vórðu hóttir við, at løgreglan legði hendur á konu og børn, um teir ikki vístu lýdni. Um Bukharin er at siga, at hann [...] uppfunnin um hetta mundið. Summir fingu enntá eitt slag av sosialhjálp. Tíðir og siðir broyttust. Um eg aftur hyggi at kortinum, ansi eg eftir, at tað er sandrað við svørtum prikkum, ið minna um ein staraflokk
Hugsjónin fyri føroysku fiskivinnuna er, at hon er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og kastar virði av sær í fríari, altjóða kapping. Málsetningur Málið er at gera lóggávuna, regluverkið [...] kapitalur flyta yvir í mest produktivu partarnar av høvuðsvinnuni. Fiskidagar/kvotur Í fiskiskapi eftir botnfiski verða fiskidagar útlutaðir og hóskandi tekniskar ásetingar brúktar, eitt nú stongdar leiðir [...] fiskifarinum eitt langt áramál. Greiður ognarrættur skal verða knýttur at veiðuloyvum, fiskidøgum og kvotum. Skipaeigarar/fiskimenn umsita sínar fiskidagar og kvotur (javnber lógina um landsjørð, har f
vera um eitt serligt fyribrigdi. Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur: - Tað er eitt sindur torført at meta um, tá [...] hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum [...] hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað. Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur
men styrkin er ikki størri enn so, at eisini tær kunnu takast. Hvørt talan bara var um ein einstakan kiksara, ella um finalan sýndi tekin um eitt valdsskifti, er enn ov tíðliga at siga nakað um. Ein ábending [...] megnaðu tær veruliga at skræða Neista-verjuna sundur. FM-spenningur Eitt er, at Neistin nú er steypavinnari. Annað er, at FM-spenningurin nú tykist vera nakað nógv størri, enn hann áður hevur verið í ár. Frá [...] Hondbóltur Tað man vera langt síðani, at steypafinalan hevur verið somikið málfátæk, sum hon var tað leygardagin. Bara 32 mál í 60 minuttir er ikki tað, sum føroysku kvinnuhondbóltur hevur vant seg við