krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa vóru millum tey, sum vitjaðu kongin. Fleiri norsk embætisfólk hava samstundis brotið uttanlandsferðir av og eru farin aftur til Noregs. Millum teirra eru norski [...] verjunevndini hjá Stórtinginum hava broytt sínar ætlanir. Haakon krúnprinsur røkir í løtuni uppgávurnar sum ríkisstjóri, meðan kongurin er sjúkrameldaður. Túsundtals norðmenn hava verið á Slottsplassen í Oslo
landsvegnum í Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina [...] á einum lutfalsliga tjúkkum galvaniseraðum stálrøri, sum tykist vera stívt fest niður í oynna. Rørið stendur nær koyrilinjuni hjá einum akfari, sum rakar skeivt og endar uppi á ferðoynni. – Um hetta er [...] staðsetingina, eitt nú sambært evropeiska standardinum EN 12767 ella teimum ferðslutrygdarkrøvum, sum Landsverk annars nýtir. Eftirgeviligar skeltastengur eru gjørdar soleiðis, at tær geva eftir ella brotna
Veðurforsøgnin bendir tó á, at veðrið batnar, sum kvøldið líður, og at longri verður ímillum ælini. Sambært Veðurstovuni verður lot til frískt lot av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í 10 [...] 10 metrar um sekundið. Seinnapartin gongur vindurin vesturum til útsynning, samstundis sum ælini verða færri. Hitin verður 12 til 13 stig seinnapartin, men fellur niður í umleið 10 stig í kvøld. Tímabýtta
sangirnar, sum tey flestu duga at syngja við til. Áhugin fyri Suðurljóð hevur verið ovurstórur, og tiltakið varð útselt eftir bert 2 minuttum og 44 sekundum. – Vit eru bæði ovurfegin og ovfarin av stóra áhuganum
– Sosialdemokratarnir, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet – samanlagt fáa 53,9 prosent av atkvøðunum. Teir fýra flokkarnir á stjórnarveinginum – Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna [...] Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum. Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt fyri TV4, vísir somu gongd. Har fáa andstøðuflokkarnir 52,5 prosent, meðan stjór [...] er Magdalena Andersson greiður favorittur til aftur at gerast svensk forsætisráðfrú. Hon tók við sum fyrsta kvinnuliga forsætisráðfrú Svøríkis í november 2021, men misti stjórnarvaldið eftir ríkisdagsvalið
Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini í meira enn 100 ár. - Hetta er ein nagli, sum eg sjálvur havi tikið úr sluppini, og sum eg ynski at geva savninum [...] skrivar Sverri Láadal á sínum Facebook-vanga. Her er eisini ein mynd av Sverra og Gerhardi, har Gerhard stendur við einari heilsan, sum Sverri hevur skrivað - og stóra naglanum. - Nú er tað so, at eg havi [...] havi eitt sindur við Skopun at gera, og skopuningar áttu í sluppini, Golden Harp, eins og modellið av henni hongur í kirkjuni í Skopun. ##med2## Sverri Láadal leggur aftrat, at Golden Harp rak á land í Hvalvík
kontaktað, men tey eru biðin um at boða okkum frá, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Eingin av teimum, sum hava boðað frá, lat seg snýta. Lesið eisini: Løgreglan ávarar: Svindlari ringir til eldri fólk [...] Tað vóru trý fólk, sum í gjár innan fyri ein tíma boðaðu løgregluni frá, at tey vóru vorðin uppringd í sambandi við royndir at snýta við kontum hjá teimum. Eftir at løgreglan ávaraði almenningin, steðgaðu [...] løgreglan heldur, at talan helst er um eitt falskt nummar. Hetta er ein kendur háttur at snýta fólk, sum løgreglan eisini kennir úr Danmark. Kanningardeildin arbeiðir nú víðari við málinum.
Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at skipið sigldi við korni, sum er stolið í hersettum økjum í Ukraina. Hetta framgongur av rættarskjølum, sum AFP-tíðindastovan hevur fingið innlit í. Svenski hægstirættur [...] einari kæru hjá Caffa Shipping Ltd., sum er skrásettur eigari av skipinum. Kæran snúði seg um at steðga svensku ætlanini um at lata Ukraina farmaskipið, soleiðis sum krígsherjaða landið hevur biðið um. [...] Svøríki fer at lata Ukraina eitt russiskt skuggaskip, sum Svøríki hevur lagt hald á. Skuggaskip eru skip, sum russar brúka í royndini at sleppa uttan um revsitiltøkini hjá Evropa - eftir russisku innrásina
løstirnir eru. Sambært Aftonbladet er maðurin, sum illgruni er um, skotin í beinið. Sagt verður, at í minsta lagi tvey fólk eru særd, men hetta er tó ikki váttað av myndugleikunum. – Vit royna at fáa yvirlit [...] Svøríki. - Ein persónur er handtikin, og sambært svenskum miðlum varð illgerðarmaðurin skotin í beinið av løgregluni. Tað veit Ritzau at siga, og tíðindastovan endurgevur svenskar miðlar. - Hendingin fór fram [...] Brinellskolan hevur umleið 450 næmingar, og fleiri aðrir skúlar í økinum eru stongdir fyribils orsakað av hendingini. Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, sigur, at stjórnin hevur fingið upplýsingar
– til endans turt. Sambært trimum modellum, sum eru at síggja heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya, fer skýloftið eisini at lætna eitt sindur. Tó vísir einki av teimum klárt loft og sól, men glottar upp ígjøgnum [...] inn á faroeislands.com og trýsti á Feed, sum er beint niðriundir Føroyarkortinum. So síggja tit nógvar myndir ísenn. Vit vóna tað besta. Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi [...] landi. Teir liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking fer at verða eina løtu áðrenn klokkan 18. Onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina. Eisini