stendur BSW tó til 4,8 prosent og sostatt til at detta niðurfyri. Hetta kann fáa avgerandi týdning fyri, um AfD fær reinan meiriluta. ARD metir fyribils, at AfD fær 39 av teimum 83 tinglimunum, meðan ZDF [...] dag, sigur hann sambært tíðindastovuni AFP. Sambært Reuters sigur hann eisini, at flokkurin fer at rætta hondina fram til allar demokratiskar kreftir, sum vilja føra ein betri politikk. AfD er í Sachsen-Anhalt [...] 44 prosent av atkvøðunum. Hjá ARD er undirtøkan 44,5 prosent. Kanningarnar vórðu kunngjørdar, eftir at valhølini lótu aftur klokkan 18 týska tíð í kvøld. Tær byggja á samrøður við veljarar, sum hava greitt
metir, at umleið sjey sjúklingar í Føroyum kunnu lúka krøvini til at byrja viðgerð árliga. Hetta er av umleið 100 fólkum, sum verða ávíst til demenskanning á hvørjum ári. Viðgerðin verður mett at kosta [...] legst í heilan hjá fólki og verður mett at vera ein av orsøkunum til demenssjúkuna. Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í 2025. Tað er tó upp til einstøku londini at taka støðu til, um heilivágurin skal takast [...] gjørdi 17. desember í fjør av ikki at viðmæla Lecanemab. Grundgevingin var avmarkað klinisk ávirkan, vandi fyri álvarsomum hjáárinum og ein kostnaður, sum varð mettur at vera ov høgur í mun til gagnið av
við arbeiðinum at skráseta staðbundna veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan [...] ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum. Veðurstovan vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt [...] Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri gera, at ættir úr norði og eystri ofta geva nógvan vind, meðan tær vanliga geva minni regn og kava. Landsynningur
tó, um flogfarið var í ferð við at lenda ella júst var farið á flog, tá hendingin fór fram. Sambært innlendismálaráðnum skuldi flogfarið lenda, meðan Reuters skrivar, at tað júst var farið á flog. – Flogfarið [...] Flogfarið skuldi lenda í Leipzig, men noyddist at avlýsa lendingina. Tí tað rakti eitt objekt, segði talsfólkið á tíðindafundi. Flogfarið, sum hoyrir til DHL, lendi seinni trygt í Hannover. Tað hevði fingið [...] fingið smærri skaðar á fremra partinum. Týski miðilin Bild skrivar, at ein drona við spreingievni og detonatori varð funnin nær einum parkeraðum farmaflogfari hjá ukrainska flogfelagnum Antonov Airlines
umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin [...] ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi. Ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Vit ynskja samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá [...] lótu dyrnar upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend og nýggj andlit í nýggju hølunum, skrivar Nema.
tað stórt virði at vera partur av einum slíkum samstarvi. Vit kunnu læra av royndunum hjá hinum londunum, deila okkara egnu royndir og hava eitt sterkt fakligt netverk av starvsfeløgum at venda okkum til [...] Krossi úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. Endamálið við netverkinum er millum annað at deila royndir, vitan og tilfar, sparra um avbjóðingar og loysnir og menna samstarvið millum Reyða [...] til, tá tørvur er á tí. Tað er ein av stóru styrkjunum við at vera partur av altjóða Reyða Kross-rørsluni. NDMWG hittist regluliga á netinum, og eina ferð um árið verður felags fundur hildin í einum av londunum
herfyri, vóru at handa Gerhard ein nagla úr Golden Harp, sum Sverri sjálvur hevur tikið úr sluppini. Nú hann var í Skopun, ynskti Sverri Láadag at geva naglan til Selatraðneystið. Sverri vísir á, at Golden Harp [...] í gjár. - Jóanes hevði sæð á Facebook, at eg hevði fingið handað ein nagla av sama skipi frá Sverra Láadag. Og Gerhard leggur aftrat: - Eg takkaði fyri og fari at seta modellið av sluppini í Selatraðneystið
við áheitan um at kanna uppsetingina. Ferðoyggin stendur við innkoyringina til Søldarfjarðar, har hámarksferðin verður lækkað úr 80 og 60 niður í 50 kilometrar um tíman. Á myndini sæst, at skeltið stendur [...] ur eru gjørdar soleiðis, at tær geva eftir ella brotna við samanstoyt og harvið kunnu minka um avleiðingarnar, um eitt akfar rakar tær. Sámal Bláhamar heitir á Landsverk um at kanna uppsetingina og meta [...] stívt stálrør uttan brot- ella eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við einum møguligum samanstoyti, skrivar Sámal Bláhamar til Landsverk. Hann
Sløkkiliðsfólk, sivilverja og sjálvboðin hava stríðst við at fáa tamarhald á eldinum. Grannalandið Kroatia hevur eisini sent tvey sløkkiflogfør at hjálpa til. Myndin omanfyri varð tikin av einum av Sentinel-2 [...] Copernicus-fylgisveinarnir verða millum annað brúktir til at kortleggja øki, sum verða rakt av skógareldi. Upplýsingarnar kunnu síðani brúkast til at meta um skaðarnar og fylgja við, hvussu náttúran kemur [...] kemur fyri seg aftur. Nýggj tøl frá evropeisku tilbúgvingarskipanini GDACS vísa, at brenda økið í Bosnia-Hersegovina 7. september varð mett til knapt 15.000 hektarar.
arbeiðið at umvæla tekjuna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. - Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Í sambandi við arbeiðið at skifta [...] parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk. Í Klaksvíkara kommunu verður sagt, at prísurin fyri verkætlanina verður 722.500 krónur, og arbeiðið fer í gongd í komandi viku.