hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri ár eisini verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regatt [...] veðrið á ovastevnu í Nólsoy - og á teimum tiltøkum, sum annars eru kring landið hetta vikuskiftið? Hyggja vit eftir, hvat Veðurstova Føroya sigur, hava vit í dag lot til frískt lot av útsynningi, 3-8 metrar [...] millum 10 og 15 stig. Í morgin, leygardagin, sum verður hin stóri dagurin á ovastevnu, verður lot til frískt lot av útnyrðingi, 3-8 metrar um sekundið, sum seinnapartin minkar niður í lítið lot av norði
kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera tað [...] Og hví varð tann loysnin vald, sum nú liggur á borðinum? Tað er soleiðis, vit skapa álit. So jú, Guttormur – eg haldi ikki, at vit skulu sløkkja Facebook. Eg haldi, vit skulu tendra ljósið. Opna dyrnar [...] leggja eina súkklubreyt so nær einari almennari rás, sum verður brúkt av gongufólki og fólki, sum nýta og arbeiða við rossum? Tað er ein spurningur, sum eigur at verða tikin í álvara. Ikki tí at rossafólk
ikki fakta, sigur hann. Nina Brockie hevur eisini sagt, at rossafólkini kendu tað, sum vóru tey til avhoyringar á fundinum. Guttormur svarar, at súkklararnir, sum vóru á fundi beint frammanundan, fingu fleiri [...] ikki eru samdir í tí. Hann heldur eisini, at ross, sum skulu út millum fólk, eiga at venjast við ymisk ljóð, flaksandi klæði og aðrar óvæntaðar støður. Ross kunnu eisini verða kløkk av gongufólki og rennarum [...] „Rossagøtuna“. Hann heldur, at kjakið kann geva ta fatan, at rossafólk hava einarætt til gøtuna, sum eisini verður nevnd SEV-gøtan. Sambært honum gjørdi Leif Berg í samstarvi við rossafeløgini fyrsta partin
hvussu seyðir og neyt verða flett. Tú sært, hvat vit kunnu fáa nurturúr føroyskum rávørum. Og tú fært eisini ókeypis smakkiroyndir av spennandi rættum, sum okkara fantastisku kokkar borðreiða við. So gloym [...] innkeyp, matgerð og uppvask. Tú skalt bara seta eitt stórt X í kalendaran tann 12. september, so skulu vit nokk syrgja fyri rest. Tiltakið er frá klokkan 11:00 til 16:00.
at draga út, er, at byggitilfar, sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur [...] býnum, Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja við tjørupappi. Nú hevur skúlaleiðslan boðað [...] Soleiðis sigur Sakarine Berthelsen, virkandi skúlastjóri, við heimasíðuna hjá Sermitsiaq. - Støðan er eisini tengd at, hvørt roykurin av brendum kann fáast burtur. Um ikki, kann hetta merkja, at seinkingarnar
eina hjálpandi hond. Men vit mugu eisini spyrja, hví tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen [...] av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn, og skúlin hýsir eisini frítíðartilboði. Hetta setir stór krøv til bæði starvsfólk, høli, amboð og útgerð. – Vit hava eitt vælferðarsamfelag, har grundleggjandi meginreglan [...] neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur
Skipið verður bygt her á fjørðinum – á Mest á Skála. Vit her á fjørðinum fegnast um stóra frambrotið. Vit fegnast um framfúsin vinnulívsfólk, sum støðugt hugsa nýtt og gera dreymar til veruleika. Atknýtið [...] Shipping er ein fyritøka, sum hevur sín uppruna og grundvøll í arbeiðssomum og víðskygdum fólkum hiðani av Fjørðinum. Trygt, dygt og støðugt er fyritøkan vorðin alsamt størri, samstundis sum hon hevur fest djúpar [...] Hjartaliga tillukku við Dunga Jákupi øll tit, sum í langa tíð hava verið partur av verkætlanini. SAMSKIP Enn eitt nýbrot innan skipavinnu er tað, at Samskip, sum hevur høvuðsstøð á bryggjuni í Saltangará,
Stropin: Opið hús og framsýning av verkum hjá børnunum sum tulka Niels Midjord 14.30 – 16.30 Kambur: Opið hús og framsýning av verkum hjá børnunum sum tulka Niels Midjord 16.00 - 19.00 Ítróttarhøllin á Kambsdali: [...] at tendra ljós. 21.00 Gallarí Ribarhús: Fernisering við fleiri listafólkum, summi búsitandi í DK, sum øll hava tilkýti til Fuglafjørð. Jastrid á Dalbø setur framsýningina og Lyon Hansen syngur. Smátt og [...] har Jóna Astrid tekur familju og stakmyndir 10.00 - 18.00 Fjord 10 ár – kom og fáa tær ein duss – vit bjóða kaffi, kaku og okkurt til børnini. 11.00 - 18.00 Hjallurin: Kramarísur, vafflur og kaffidussur
Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku varpa ljós á nakað av tí, sum kommunan hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta [...] fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi, sum bæði geva sítt íkast og taka lut í døgunum, kunnu vit aftur í ár bjóða eina spennandi og rúgvusmikla skrá. Dagarnir [...] fast í siðvenjuni, har vinnan og aðrir aktørar, sum halda til inni á Fjørð, bjóða á gátt fríggjadag. Leygardagurin er rúgvumiklasti dagurin, har vit sum vanligt byrja við stóra morgunmatarborðinum í høllini
kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur [...] umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar kommunu. Lagt verður aftrat, at brillurnar, sum verða latnar borgarunum ókeypis, kunnu heintast