fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi. Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur [...] um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin, sigur [...] snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra
at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki skulu fevnast [...] av útbúgving síni í fakum, sum ikki verða boðin út í Føroyum. Samstundis skulu lesandi uttanlands kunna taka partar av útbúgving síni á Fróðskaparsetrinum. Hetta kann eisini geva føroyskum lesandi uttanlands [...] fundir um føroyska atlimaskapin. Fundirnir skulu leggja grundarlag undir formligu samráðingarnar, sum væntandi byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við
at ganga upp. – Tað er ikki superdramatiskt. Tað er betri enn fíggjarætlanin. Vit fóru inn í hetta við opnum eygum. Men vit kunnu ikki halda fram soleiðis, sigur Erik Langerud, aðalskrivari í norska ho [...] hondbóltssambandinum kostaði hetta millum 12 og 14 milliónir norskar krónur. Unity Arena varð eisini brúkt sum høvuðshøll undir HM árið fyri. Tá hevði norska hondbóltssambandið eitt avlop upp á 3,5 milliónir [...] pengar eftir seg í Oslo og góvu bæði handilslívinum og norska samfelagnum inntøkur. Hondbóltssambandið, sum skipaði fyri, sat kortini eftir við rokningini. – Tá øll tjena pengar upp á eitt endaspæl uttan fy
Við hesum hava vit bestu møguleikarnar at bjóða okkara smæstu vælkomin og geva teimum bestu møguligu byrjanina uppá lívið. Starvsfólk nevna eisini týdningin av at arbeiða í hølum, sum eru lagað til tørvin [...] ringir tú enn sama nummar - 304500 - og biður um vakthavandi ljósmóður. So taka vit ímóti tykkum á H2. Á heimasíðu okkara ber eisini til at kunna seg um bæði viðgongutíð, føðing og barsilstíðina, skrivar La [...] Føðideildin hevur verið staðsett í A-bygninginum, sum lat upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga
varðveitir tú tað, sum føroyingar hava kent í fleiri enn 138 ár, samstundis sum tú skalt menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir? Í høvuðssøguni í Sosialinum hesaferð fylgja vit Føroya Bjór frá fyrstu [...] har føroyskt whisky nú eisini verður framleitt. Søgan snýr seg um nógv meira enn øl. Hon snýr seg um rúsdrekkabann, treiskni, fýra ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri áratíggju ikki [...] bygd á somu grundhugsan, sum tá fyrsta ølið varð bryggjað. Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga
Skúlin hevur eisini verið karmur um nógv annað virksemi. Bæði svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ára gomul, og virksemi hevur verið har at kalla hvønn dag øll árini. Tónleikur hevur eisini havt sín stóra [...] enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august [...] við. Tá umvælingin og umbyggingin eru lidnar, verður virksemið í skúlanum í høvuðsheitum tað sama sum áður, men í nýggjum, betri og rúmligari kørmum.
við skipanum sum E-conomic, FlexPOS, Microsoft 365 og øðrum skipanum, sum kundarnir longu brúka. – Vit eru ikki bundin av tí, sum ein standardskipan kann. Hevur kundin eina arbeiðsgongd, sum kann gerast [...] vitlíki ikki sæð sum eitt mál í sjálvum sær, men sum eitt amboð, ið kann gera arbeiðsgongdir bæði skjótari og snildari. – Vit síggja stórar møguleikar í vitlíki. Fleiri av loysnunum, sum vit arbeiða við í [...] gjørdist eisini byrjanin til nakað størri, ásannar stjórin. Í dag er Geymin ikki longur avmarkaður av teimum standardloysnum, sum altjóða veitarar bjóða. Fyritøkan mennir egnar føroyskar loysnir, sum verða
hinvegin vísa seg sum órógv. Tey prátaðu tvørtur um flokshølið, bankaðu í borðið ella gingu inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi [...] breiða seg sum ein huglag í flokkinum og gerast ein felags mótstøða móti tí, sum lærarin hevur lagt til rættis. Steðgir og rørsla hjálpa Bæði næmingar og lærarar í kanningini vísa á rørslu sum eina mótvekt [...] Hon hongur eisini saman við karmunum, rytmuni og krøvunum í skúlanum, sigur Camilla Brændstrup Laursen, medisinskur antropologur á Aalborg Universitet, við Videnskab.dk. Granskararnir sóu eisini, at møði
Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra, sigur hon. Sambært henni er tað stórur [...] styrkir førleikar sum hugsavning, minni, trupulleikaloysn og kritiska hugsan. – Lesing er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í menniskjasøguni, og tí krevur hon nógv av heilanum. Men júst tí mennast fleiri týd [...] lesivenjing. Hon heldur eisini, at tað er umráðandi, at vaksin stuðla børnum, hóast lesing kann vera tung. – At læra at lesa er ikki altíð stuttligt. Tað kann vera strævið, men vit mugu hjálpa børnunum ígjøgnum
og reinsdýraveiðu. Eisini kann tað vera eitt stórt trýst fyri smá búpláss, tá fleiri ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara hava ferðavinnuna undir treytum, sum gera, at vit framvegis kunnu verja [...] teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum. Sambært DR hevur landsstýrið fingið [...] kortini at seta greiðari reglur í verk. Landsstýrið og kommunurnar arbeiða við einari økisskipan, sum skal áseta, hvar ferðamannaskip kunnu sigla, og hvar siglingin skal avmarkast. Avaaraq Olsen, borgarstjóri