verður nevnt virkisført lesføri. Minni enn 30 prosent eru miðalgóðir lesarar ella betri. Samanborið við 2022 eru tíggju prosentstig fleiri næmingar komnir í bólkin, sum ikki hevur virkisført lesføri. – [...] , sum hava havt stórt afturstig í lesing, stendur í frágreiðingini. PISA-úrslitini eru samanborin við fráfaringarroyndir, landsroyndir og kanningar av lesivanum. Sambært frágreiðingini siga allar royndirnar [...] føroyskir næmingar millum teir bestu. Munurin millum Føroyar og OECD er ikki so stórur millum næmingarnar við teimum lægstu úrslitunum. Hinvegin er munurin nógv størri millum næmingarnar, sum standa seg best.
hevur verið uttanfyri við skaða, men er klárur at tørna til aftur nú. Andreas Brännström hevur tikið við sum høvuðsvenjari hjá Mjällby. Sáttmálin er fyribils galdandi til 31. desember við møguleika at leingja [...] Talan er um ein sigur, fýra javnleikir og seks tap í hesum 11 dystunum. Liðið er fimtaftast í deildini við 20 stigum. Bert fimm stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná
menniskju í øllum aldrum, av og á við egnum myndum. Nevnast kunnu m.a. Leyp nú, Eva ! (2024) og Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014) og Toran gongur (2023), ið er søga við myndum um eitt hús, fýra húski [...] hvør veit, um vitjanin eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi. Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ára stovningardag í ár, gevur Føroya Lærarafelag tíggju [...] Dalinum (1958) hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út. Stuttliga
skúla Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi skaðin er, og hvussu skjótt bygningurin kann gerast klárur aftur. Samstundis verður arbeitt við at finna hóskandi fyribils høli til
skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina. Ferðoyggin stendur við innkoyringina til Søldarfjarðar, har hámarksferðin verður lækkað úr 80 [...] eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við einum møguligum samanstoyti, skrivar Sámal Bláhamar til Landsverk. Hann spyr eisini, um skeltastativið [...] Landsverk annars nýtir. Eftirgeviligar skeltastengur eru gjørdar soleiðis, at tær geva eftir ella brotna við samanstoyt og harvið kunnu minka um avleiðingarnar, um eitt akfar rakar tær. Sámal Bláhamar heitir
hvørjum ári. Viðgerðin verður mett at kosta umleið eina millión krónur fyri hvønn sjúkling um árið. Við 14 sjúklingum í viðgerð samstundis verður samlaði árligi kostnaðurin mettur til umleið 15 milliónir
Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í [...] tilmældu koppsetingunum. Foreldrini bíleggja sjálvi tíð til koppsetingina hjá kommunulæknanum. Neyðugt við áhaldandi barnakoppseting Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja
hug at spyrja, hvat endamálið er við framvegis at brúka almennar pengar og politiskt fokus upp á at fáa gongd á eina føroyska fossila vinnu, sum eftir meira enn 25 ár við oljuleiting, enn ikki hevur framleitt [...] oljufeløgum. Úrslitið var ein skallut umsókn. Við fimta og seinasta útbjóðingarumfarinum í 2019 varð heldur onki loyvi givið. Dyrnar standa enn opnar. Við sokallaðu Open Door-skipanini kunnu oljufeløg [...] verandi halda á fram. Noreg roynir at lata nýggja olju- og gassleiting í átiligan ham við orðum sum orkutrygd, við lyftum um arbeiðspláss og “reinari demokratiskari” oljuframleiðslu. Vit eiga at spyrja
samstundis við til støðugt at menna tvíkiljurnar og tillaga tær til broyttu krøvini í alivinnuni. Ein tvíkilja við alskyns útgerð Nýggja tvíkiljan er 20 metrar long og 9 metrar breið og er innrættað við denti [...] Hetta ger tvíkiljuna væl egnaða til millum annað arbeiði við nótum, fortoyningum og aðrari útgerð á alibrúkunum. Tvíkiljan er harumframt útgjørd við DP skipan, sum gevur manningini góðar møguleikar at halda [...] sum hvør veitir 500 hk. Harumframt er tvíkiljan útgjørd við síðuskrúvu aftan og framman og tveimum Himoinsa 115 kvA generatorar, ið saman við aðrari tøkniligari útgerð tryggjar neyðugu orkuna og arbeiðsmegina
frá fráferð til fráferð. Kuffertið verður minni Við Lætt-ferðaseðlinum er einki innskrivað viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur [...] bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag. Tað sigur Andreas Sólsker, søluleiðari hjá Atlantsflog, við in.fo. Samstundis verður ein fastur munur upp á 200 krónur millum Lætt og Hent á somu fráferð. Prísirnir [...] bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan ferðaseðil, kann hann tí vera burtur, um tú bíðar ov leingi við at keypa hann. Soleiðis regulerar skipanin, sigur Andreas Sólsker. Úr 798 krónum til Keypmannahavnar