fráferð til komu, og ferðafólk kunnu millum annað arbeiða, stroyma og samskifta á netinum undir ferðini. – At vera á netinum er vorðið ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og tað broytist ikki, tá [...] flogførunum hjá SAS. Felagið fer nú undir at seta Starlink í hini flogfini eisini. Hóast A320neo vanliga verður nýtt millum Vágar og Keypmannahavn, kann annað flogfar verða nýtt á einstøkum fráferðum, verður [...] Føroyar og Keypmannahavn við SAS, kunnu nú fáa skjótt internet umborð. SAS hevur sett fylgisveinanetið Starlink í øll tey 81 Airbus A320neo-flogførini hjá felagnum. Tað eru flogførini, sum vanliga verða nýtt
rákinum , ofta nevnt AMOC. Tað djúpa rákið fer suður gjøgnum alt Atlantshav og hevur stóran týdning fyri flutning av eitt nú oksygen og CO2 í havinum. Tað er eisini týdningarmikið at vita, hvar tann djúpi sjógvurin [...] av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi [...] øllum Rygginum vísa, hví tað serliga er mitt á Rygginum, at tað djúpa yvirflotið fer tvørturum. Í báðum endum av Rygginum er hart rák av atlantsjógvi í ovaru løgunum, sum fer tvørtur um Ryggin á síni leið
til at vera illa sølað eftir tøttu dystarskránna og nógvu ferðingina. Lech Poznan vann 5-0, og harvið er tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla [...] stórur sigurin fór at verða. KÍ hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í sambandi við deyðbóltar, og tað eydnaðist ikki, tá ið fleiri av KÍ spælarunum vóru í góðum støðum. Og so varð talan at enda um stórsigur [...] reppið at javna. Eitt nú, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg við stútara, og tað varð bjargað á málstrikuni. Fýra minuttir eftir steðgin varð 2-0. Harvið var samantalda støðan 3-0, og so snúði tað seg um
lívsneyðugari útgerð, sigur Miliband sambært AFP. Huckabee heldur, at bretska stjórnin við hesum fer ov langt. Tað er óvanligt, at ein høgtstandandi amerikanskur embætismaður brúkar so hvøss orð um Bretland, sum [...] skuldsetir Miliband fyri at síggja burtur frá fakta og fyri at hava gjørt upptøkuna við einum politiskum áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari [...] annað motorolju og eykalutir gera tað trupult at halda sjúkrahúsum í Gaza gangandi. Kríggið byrjaði eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023, tá fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin og umleið 250 tikin
mbl.is, at nærum øll løgreglumotorsúkklurnar verða í nýtslu. Veðurforsøgnin fyri vestara partin av Íslandi er tó versnað. Roknað verður við regni og nógvum skýggjum, og tí kann vera torført at síggja [...] morgin at síggja í Íslandi fyri fyrstu ferð síðan 1954. Myrkingin fer at vara í ein til tveir minuttir, alt eftir hvar í landinum fólk eru stødd. Nógv fólk hava leingi bíðað eftir hendingini, og íslendska [...] ngina. – Vit heita á fólk um at verða heima og heldur fara út í havan millum ælingarnar, sigur Árni Friðleifsson. Løgreglan hevur saman við íslendska vegamyndugleikanum og øðrum myndugleikum fyrireikað
Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra ein persón ella felagsskap, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. - Ársins herðaklapp verður [...] in hin 5. september, tá kommunan fer at bjóða til morgunmat í ítróttahøllini. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at nú kunnu borgarar senda inn uppskot um, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum [...] eigur at fáa heiðurin. Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 - ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo, og freistin at senda inn uppskot er mánadagin 24. august. Vestmannadagarnir verða í døgunum
fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna [...] in Danny Jung sigur: - Vit vistu, at Føroyar eru eitt gott lið. Tær spæla dagliga á einum høgum støði, og so megnaðu vit at tapa heiðurliga 0-5. Bæði venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta [...] Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba eftir. Sigur Danny Jung.
av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má víkja? Og hvussu um veturin, tá ið gangurin er nógvur frá greinum, ið sláa inn á bæði hús og á vindeygu? Fyri ikki at tala [...] til, tíverri. Og av tí at eingin granni vil seta eitt annars gott grannalag upp á spæl, verður einki sagt. Tað ber ikki til, at kommunan letur borgarum trø og annars heitir á teir um at planta, men ikki [...] “Plantið eitt træ í góðum grannalag”, sum lýsir, hvussu trø og runnar mest skynsamt verða plantað og hildin í grannaløgum. Alt gott um tað, men at ongar reglur eru fyri, hvussu vorðið er við trævøkstri, er
fráboðanini. Krøvini vóru, at ætlanin um at selja partar av teimum størstu kappingunum varð slept, og at FIFA samstundis veitti trygd fyri, at ein líknandi roynd ikki fór at verða gjørd aftur. – Hesar treytir [...] ætlanina fram og seinni tók hana aftur. – Vit harmast mistøkini av sonnum og binda okkum til at tryggja, at tey ikki verða endurtikin, stendur í brævinum sambært Sky News. FIFA fer nú at eftirmeta málið [...] UEFA er framvegis til reiðar at boykotta kappingar hjá FIFA. Tað er støðan, hóast FIFA-forsetin, Gianni Infantino, hevur slept umstríddu ætlanini um at selja privatum íleggjarum partar av vinnuliga virkseminum
bók, og krevur við verandi prísum millum 10 og 15 mió ov nógv inn í bummgjøldum árliga. Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og at brúka [...] fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga. Hvør byggjir tunnilin? Tað er ikki avgerðandi, hvør byggir tunnilin. Tað týdningarmesta er, at farið verður til verka. Ein møguleiki er, at tunnilin verður [...] sum darvar bæði lokalum og teimum við tilknýti til oynna at ferðast. Stropað ella lívsørt Fíggjarlógararbeiðið í heyst fer at vísa, um eggið verður stropað ella lívsørt, tá tað er vorpið. Bjørn Kalsø