og andstøðuflokkarnir hava í flestu veljarakanningum ein samlaðan fyrimun á núverandi stjórnargrundarlagnum. Men valsstríðið er vorðið munandi javnari seinastu vikurnar. Í nýggjastu veljarakanningini [...] standa teir fýra flokkarnir í núverandi Tidö-samstarvi – Moderaterna, Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna – tilsamans 8,2 prosentstig aftan fyri andstøðuna. Í seinasta parti av kanning [...] Flokkurin hevur nærum alt valskeiðið ligið undir 4-prosent markinum, sum krevst fyri at fáa umboð í Ríkisdagin. Í nýggjastu SVT/Verian-kanningini fær Liberalerna 3,0 prosent. Tað er ein framgongd upp á 1,1
samd.² Miðaltalið í OECD er 43 prosent, og norðurlendska miðaltalið er um 40 prosent. Í Svøríki eru 37 prosent samd í útsøgnini, í Danmark og Noregi 39 prosent, í Finnlandi 46 prosent og í Íslandi 48 prosent [...] eisini at máta, um tey duga at nýta vitan, meta um upplýsingar og hugsa kritiskt. Júst hesir førleikar eru neyðugir í einum samfelagi, har vit hvønn dag verða rakt av ósannindum, hálvsannleikum, villleiðandi [...] sterka próvførslu. Vit hava í Føroyum eisini eina sterka siðvenju fyri verkligari vitan. Tað, sum sjómaðurin, bóndin, handverkarin ella sjúkrarøktarfrøðingurin hevur sæð og roynt í áratíggju, er sera virðismikið
pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at [...] hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt [...] gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og
gamla slagnum: smiður av yrki og fakfelagsmaður í Framtíðini. Í 1976 varð hann fyrstuferð valdur inn í bygdaráðið í Vági. Tvey ár seinni varð hann valdur í Løgtingið. Flemming metti seg tó ikki kunna røkja [...] kkin í Fíggjarnevndini, Marknaðarnevndini og Landsstýrismálanevndini í Løgtinginum. Ígjøgnum lívið var hann harumframt eisini limur í bæði skúlanevndini, líkningarnevndini í Vági, nevndarlimur í Føroya [...] Føroya Vanlukkutrygging og í grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn. Hann var formaður í Ráðleggingarnevndini fyri Sjúkrahúsverk Føroya, til hon varð avtikin í 1996, og limur í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús
og gassi sum kemur úr feltinum ikki var tikið við í umhvørvismetingarnar. Hetta kom í kjalarvørrinum á einum prinsipiellum dómi í bretska Hægstarætti í 2024, har meirilutin staðfesti, at tá ein oljuverkætlan [...] skulu bera seg í fleiri áratíggju, í einum heimi har veðurlagsreglur verða strangari, og har spurningurin um ábyrgd fyri útlátið av fossilari orku í størri mun (og sum rætt er!) endar í rættarsalunum. [...] vit ikki. Tíbetur. Í einum heimi, sum noyðist burtur frá fossilari orku, er tað óskiljandi at brúka politiska orku og almennar pengar upp á at fáa Føroyar við í oljuveitsluna, júst tá morgunballið er um
atlimaskap. Fyrireikingarnar skulu gerast í miðfyrisitingini, í allari skúlaskipanini og á Fróðskaparsetrinum, men eisini í ítróttinum og øðrum felagsskapum í Føroyum, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Bjørg [...] víðari, krevjast íløgur í eitt nú venjarar, serfrøði, gransking, útbúgving og altjóða samstarv. Her kann Erasmus+ gerast eitt sera týdningarmikið amboð. Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum [...] gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa
er eisini gjørd um LGBTI í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Frágreiðingin frá mai 2026 varð gjørd júst sum grundarlag undir hesum miðvísa átaki og framtíðar átøkum. LGBT / LGBTI Í SERSTØGU Hví skulu serliga [...] 3. Føroyar hava verið serliga raðfestar í 2026. Embætisliga grundgevingin er, at føroyskir, grønlendskir og álendskir aktørar higartil hava verið minni við í verkætlanunum hjá grunninum enn aktørar úr [...] LGBT-økið hevur fingið eina serliga og sjónliga politiska støðu í norðurlendska samstarvinum, við egnum samstarvs- og fíggingarmøguleikum. Dømir: 1. Ein serlstakur norðurlendskur LGBTI-grunnur er settur
veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis at stovnurin kann verða gagnnýttur eisini í framtíðini. Sum við lundanum [...] sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina. Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið [...] um tillagingina, sum varð gjørd í umsitingarætlanini í 2024. Ført hevur verið fram, at órættur er gjørdur ímóti vinnuni, bæði ímóti ávísum skipum og ímóti ávísum bólkum í fiskidagaskipanini. Ført verður
er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a-fyrispurning [...] km/t. Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna. Nýggir bilar eru í stóran mun útgjørdir við skipanum sum Traffic Sign Recognition (TSR) og Intelligent [...] ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum ferðafólki í einum leigubili. Leigubilar eru nýggir og hava júst hesa tøknina. Ferðafólkið kennir hvørki føroysku vegirnar ella føroysku f
vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við [...] væl, at vindmyllulundir vekja kenslur – eisini í Klivaløkshaga, har umráðandi fuglaøki eru í grannalagnum. Náttúruatlit skulu takast í álvara, og treytirnar í umhvørvisgóðkenningunum skulu haldast og eftirkannast