Føroyar eru eftirbátar á almannaøkinum, at fólkapeniónin í Føroyum er nógv lægri enn í Danmark og at støðan er tann sama tá talan er um aðrar sosialar pensiónir, eitt nú avlamispensiónina og um almann [...] ríkiskassanum. Eftir tí vit frætta, er heildarveitingin úr ríkiskassanum (blokkurin), høvuðsmálið á skránni til hetta samráðingarumfarið. Vit frætta eisini, at semja er ikki í samgonguni um, hvussu hetta [...] t. Løgmaður og sambandsflokkurin vilja onga broyting. Ósemja er sjálvandi eisini um onnur mál í sambandi við komandi samráðingarnar. Tað er ikki bert ríkisumboðið, ið veit um ósemjuna, sum valdar í Tinganesi
9 ferðir inntøku teirra 20% verst støddu. Minst breiða fátækradømi í EU er í londum við víðast fevnandi vælferðarskipanum. Her er Danmark á odda, hvar einans 6% roknast sum fátæk, og mest í londum við minstari [...] fólkanøgd er størstu í Portugal við 26%, síðan koma Bretland og Grikkaland við 22%. Kanningarúrslitini vísa ikki á beinleiðis samband millum fátækradømi og vinnuloysi sum í 1993 í EU var 11%. Ikki er tað einans [...] teirra kor. Tey ríku eru rík tí hin altvaldandi og vitandi finnur fragd í teimum, tey fátæku fátøk tí hann finnur ikki fragd í teimum. Tey í frælsta liðinum kunnu ikki gera nakað, sum kann tilroknast teimum
Torkil Nielsen er ikki í venjingarstøðuni, hann var í, tá hann taldist millum bestu spælararnar í landinum, men hann er framvegis snúðin og hevur rætta tevið. Tá støðan framvegis var 0-0 var hann um at gerast [...] FS Vágar varð pløtt ígjøgnum, og vit frætta, at um talan ikki verður um gjøgnumførda broyting, so er meiri enn ivasamt, um teir har vesturi yvirhøvur fara at fáa stig í ár, og onkur tosar um, at tað verður [...] gerast leysur, men í staðin fyri at fara sjálvur, so valdi hann at spæla tvørturum, og so spurdist einki burturúr. Korter fyri leiklok noyddist gamli landsliðsmaðurin, sum aftur hesa ferð mannaði álopið saman
toppskjúttin hjá NSÍ, Óli Hansen, gestirnar fram um. Hann spældi bandaspæl við álopsmakkaran Súna Fríða Johannesen og skoraði so við góðum skoti, tá hann gjørdist leysur. NSÍ hevði tak á miðvøllinum allan [...] fullu ofta til at senda langar bóltar fram móti bretsku álopsmonnunum Chris Knight og Robbie Wood, sum er sterkur í luftini. NSÍ spældi til tíðir væl, men tað vóru eisini løtur, har teir sparkaðu ov nógv. [...] NSÍ straffaði eisini fuglfirðingar fyri hetta. Eftir kontraálop gjørdist Helgi L. Petersen leysur og hann skoraði til 2-0. Hetta var í síðstu minuttunum, og dysturin var avgjørdur. Hjá ÍF manglaðu bæði Eyðálvur
n minniluta, sum næstan ikki er til í Føroyum. Hesin minniluti er rýmdur av landinum fyri langari tíð síðani og flytir neyvan heimaftur í bræði. Hví hetta uppstandilsi? Er tað fyri at dylja teir veruligu [...] krónur um árið - hvat er tað? Ikki stórt meir enn ein rukkutúrur fyri EIN politikara! (Og tá er spruttið ikki íroknað). Á tær hetjur, vit hava í landsins stjórn og parlamenti! Ikki er skomm skapt í teimum [...] sum føroyingar eru á gosi um eitt smámál, sum vist ikki er aktuelt í Føroyum og valla verður tað í bræði! At meginparutin av føroyingum undir 40 er rýmdur av landinum, tykist ikki nerva føroysku mynd-ugleikarnar
Petersen hevði brent fleiri upplagdar møguleikar, og at tað júst var hann, sum skoraði til 2-0, mundi gera, at fagnaðurin varð størri, enn hann annars hevði verið. Punkteraðu Vágbingar høvdu trúð uppá møguleikan [...] ikki annað enn undra, at Óli Johannesen, sum á landsliðnum er millum stuðulsspælararnar, so at siga verður goymdur úti í vinstra borði, har hann so langt í frá kemur til sín rætt. VB møguleikar John Petersen [...] Petersen stóð fyri mesta fýrverkinum hjá heimaliðnum. Áðrenn hann fekk hol á og skoraði tvær ferðir, brendi hann fýra ella fimm møguleikar, sum ein hvassur landsliðsáleypari átti at skorað uppá. Men vágbingar
at hann visti, hvat hann hevði gjørt, tí hann var á veg út av vøllinum, áðrenn dómarin fekk reyða kortið upp úr lummanum. Beint ímóti felagsandanum Kristian á Neystabø er formaður í B36, og hann ásannar [...] reyða kortið á lofti, skal hann skrivliga boða Fótbóltssambandinum frá, hví hann hevur givið reytt kort, og so tekur kappingarnevndin støðu til, hvør sektin skal vera. Oftast er talan um avgreiðsluspurning [...] so fær hann gula kortið, men eg tori eisini at siga, at hann fær ikki reyða kortið. Men hvussu vit loysa hetta, mugu vit tosa um innanhýsis, áðrenn vit fara í fjølmiðlarnar við tí. Men at hetta er ómetaliga
økið, sum er millum saltsøluna og oljufeløgini av til fiskivinnuøki, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í havnarnevndini. Hann sigur, at talan er um eina prinsippavgerð, og at tí ikki avgjørt er, hvat skal [...] saltsøluni. Tað er Tórshavnar Havn, sum eigur bygningin hjá Saltsøluni, og hevur J & K Petersen eisini fingið arbeiðið at stoypa nýggja saltsilo. Tá hesin bygningurin er bygdur uppaftur, skal hann eisini hýsa [...] hækka støðið er at fáa meira burtur úr havnarlagnum, sigur Tórfinn Smith. Sum er fyri ov nógv pláss fyri skeyti og á henda hátt vænta vit, at meria nytta fæst burtur úr havnarlagnum, sigur hann.
dystirnar mátti Skála lúta við fleiri málum. Skála-liðið er ikki tað, tað var í fjør, og tað merkist tá garvaðir stuðulsleikarar ikki eru við. Hjá B36 er støðan betri, og hóast føroyameistaranir máttu spæla [...] stig burtur úr 4. umfari. B36 tók seg fram um LÍF og KÍ og er nú á 2. plássi. LÍF javnaði Í Lorvík var dystur millum tvey av oddaliðnum, og hann endaði við javnleiki 2-2. LÍF var á odda í hálvleikinum, eftir [...] í bestu deildini. Hetta er ein liður í ætlanini at minka um talið av liðunum í bestu deildini til seks lið. Næstu ferð verður botndystur millum Skála og Sumba á Skála, og tað er av alstórum týdningi fyri
mótstøðu, so fingu teir tvey mál seinna umfarið. Hilmar Hansen, sum er bestur á einum misjøvnum SÍ-liðið, gjørdi annað málið. Hann er sannur bóltsnillingur, og hevði uttan iva komið væl við hjá nógvum feløgum [...] GÍ er væl á odda í 3. deild hjá monnum nú 8 umfør eru spæld, og tað tykist bert vera NSÍ, sum er ført fyri at fylgja eftir teimum. Í fleiri umfør var rættiliga tætt í toppinum, og fleiri lið gjørdu um [...] mangt slíkt, um onkrir av hinum góðu kjansunum vóru betri útnyttaðir. Men soleiðis er tað altíð í dystum, har annað liðið er væl betri, og gøtumenn fegnaðust fyrst og fremst um trygga sigurin. Jóannes skoraði