stjóri í Sjókovanum, fer at leggja fram føroyskt sjónarhorn og viðgera javnvágina millum vísindi, politikk og vinnulív í fiskivinnustýringini. Erin Steiner frá NOAA fer so at greiða frá amerikonskum royndum [...] at fáa búskaparliga og samfelagsliga vitan inn í fiskivinnuráðgeving, og Angela Munch fer at leggja fram sjónarhornið hjá ICES. Ymisk sjónarmið møtast Eftir framløgurnar verður pallborðskjak, sum Alan Haynie [...] búskaparlig og samfelagslig atlit hava? Og hvussu eiga hesi atlit at verða vigað, tá politiskar avgerðir um fiskivinnuna verða tiknar? At enda fáa áhoyrarar høvi at seta spurningar. Skrá 13.00 Bárður á Steig
eyðsýndi Ingi Jonhardsson. 2-0 málið eiga toftamenn at iðra seg um, tí tá vóru teir ikki nóg avgjørdir, og so prikaði Jákup Johansen bóltin í málið. So sá tað út til at vera leyst og liðugt, tí tað lá til, at [...] einar tvær ferðir um at verða leysur innanfyri annars tryggu miðverjuna hjá Víkingi. Meðan dagsskráin hjá Víkingi er at berjast um europeiskt atgongumerki, heiðursmerki og kanska FM, so er setningurin hjá [...] EB/Streymi. Hóast vánalig líkindi, so royndu báðir partar at spæla fótbólt. Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni, og tað vóru støður og møguleikar, men so við og við fótaðu gestirnir
eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum. Um tú situr við einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1 [...] tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram. Nógv nøvn, sum í dag eru kend á føroyska tónleikapallinum, hava verið við á Sement. Millum onnur
í tunnilin longu nú. - Neyðugt er, at fólk ansa eftir plantunum sjálvi. Og lagt verður aftrat: - So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri [...] vælkomin til opið hús seinnapartin sunnudagin, har nýggi vakstrartunnilin í Fløtugerði verður vístur fram.
Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Átakið fevnir millum annað um leiting og bjarging, fyrstuhjálp, fyribils skjól, neyðsynjarvørur, mat, reint drekkivatn, reinføri [...] særd, og avbyrgdum bygdum, har atgongdin til aðra hjálp er avmarkað. Vatnflóðin rakti serliga økini fram við áunum Bhote Koshi og Trishuli í norðara og mið-Nepal. Ein stórur streymur av vatni, leiri, gróti [...] enn 900 fólk funnin deyð, og umleið 4.200 fólk eru framvegis saknað. Tølini kunnu framvegis broytast, so hvørt bjargingarlið fáa betri atgongd til tey raktu økini og fáa skrásett støðuna nærri. Fyrstu metingarnar
Um vikuskiftið hevur verið stórur vatnskaði í spildur nýggja skúlabygninginum hjá Sankta Frans skúla, sum hýsir hádeild, sum eru 7., 8. og 9. flokkar. Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir [...] a, sum av onkrari orsøk er farin frá. Staðfest er, at talan er ikki um herverk, upplýsir Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt úr onkrum broti. Fólk [...] í rúma tíð, men enn er óvist, hvussu leingi tað ver at taka at umvæla skaðan. Sum skilst er talan um fleiri tons av vatn, sum hava runnið gjøgnum allan bygningin í fleiri tímar. Skúlin roynir nú at finna
borgarstjórin á Tvøroyri, sum nú greiðir frá gongdini í málinum. – Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð er ikki sprottin úr einum ynski um eina ávísa staðseting, men úr einum fakligum tørvi á at framtíðartryggja [...] Tvøroyrar kommunu, eftir at málið um heilsumiðstøð í Suðuroynni hevur fingið størri almenna og fjølmiðlaliga umrøðu. Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur arbeiða við einari ætlan um nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri [...] tað varð lagt fram fyri kommunulæknum og heilsustarvsfólkum í mai 2025. Í desember sama ár bjóðaðu tær tríggjar kommunurnar Hovi, Porkeri, Vági og Sumba við í verkætlanina við uppskoti um felags ognarskap
kundum vitna um eitt gott útgangsstøði, og útlitini fyri komandi tíðina eru tí sum heild góð. Hóast ein rentuhækking júst er komin í gildi, og hóast møguligar rentuhækkingar eru fyri framman, so hava vit ongar [...] “Vit eru sum heild fegin um gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum [...] húsarhaldum og fyritøkum – er góð, og tí síggja vit lágar niðurskrivingar og framhaldandi fáar umbønir um gjaldsskáar. Sostatt eru útlitini fyri restina av árinum góð”, sigur Turið F. Arge, forstjóri. Góð
stórt apparat, so eitt slíkt mál verður ikki avgreitt á einum fundi við forkvinnuna í ES-nevndini. Tað er nógv meira samansett enn so og skal ígjøgnum alla skipanina hjá ES. Tá tað snýr seg um marknaðaratgongd [...] har eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen var við. Á fundinum førdi løgmaður fram føroyska ynskið um betri marknaðaratgongd til ES fyri liðugt virkaðar fiskavørur. – Hetta var eitt høvi til [...] annað at leggja dent á føroyska ynskið um størri uttanríkispolitiskar heimildir. – Tað góða er, at eg kann vísa á, at føroyska politiska skipanin stendur saman um hetta ynskið, samstundis sum nýggja danska
neyðugar førleikar og ein føroyskan loftferðslumyndugleika upp so líðandi. Føroyar og Danmark skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í [...] Grønland kann yvirtaka loftferðsluøkið frá Danmark, um grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá [...] hjá Fólkatinginum. Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu ein slík yvirtøka kann fremjast stigvíst. Qarsoq Høegh-Dam, fólkatingsmaður fyri grønlendska flokkin Naleraq, hevur spurt ráðfrúnna