spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin. Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur [...] Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin [...] Á spinnarínum í Klaksvík ganga rokkarnir. Her fær gamla yrkið at virka ull nýtt lív. Guðrun Elttør er forkvinna í áhugafelagnum Spinnaríið. Áhugafelagið byrjaði sítt virksemi fyri fýra árum síðani, og
Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum í USA. Fleiri enn 400.000 fólk vitjaðu tjóðargarðin í juli. Yvir 4,4 milliónir fólk vitjaðu økið í 2025, skrivar CNN. /Ritzau [...] Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona. Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service [...] vinfólkini júst høvdu sett viðførið frá sær í einum húsi við Phantom Ranch – einum avbyrgdum gististaði í botninum á Grand Canyon – tá tey avgjørdu at fara útum. Áðrenn tey vistu av, fossaðu stórar vatnmongdir
rokanina, sum hevur verið í nátatíðini í Skopun. - Myndirnar taka fyru seg, og sigast kann ikki annað enn, at í Skopun er bygdasligt at búgva, verður lagt aftrat. Fleiri myndir av rokanini í Skopun kunnu síggjast [...] eisini er onkur og keypir sær ein døgurða. Í Skopunar kommunu vísa tey á, at hetta er ein góðum møguleiki hjá teimum, sum ikki sjálvi hava møguleika at fara eftir havhesti. - Soleiðis keypir onkur sær eitt [...] menn, sum hava sitið við grýturnar og skoldað, men í ár hava fleiri kvinnur eisini verið við. - Og ikki at gloyma okkara unglingar, sum hava verið uppi í frá byrjan, verður lagt aftrat. Sagt verður, at tað
Føroyar skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn [...] fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki
„Hele Danmark Øver“ varð fyrstu ferð fyriskipað í 2024 við íblástri úr Noregi. Í 2025 luttóku meira enn 1.500 fólk í 35 venjingum á 14 ymiskum støðum í Danmark. Afturboðanin frá luttakarunum vóru greiðar: [...] handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, [...] venjingunum í Føroyum. Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygd
tey heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík. Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni eftir møtið. *** [...] klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu [...] møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá tænastu teirra fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september
høvðusgreinar – eina vestari á í íslendskum sjógvi og eina eystari á í føroyskum sjógvi – har kaldur, tungur sjógvur ferðast í ein útsynning niðri við botn. Streymurin er broytiligur í styrki og tykist skifta [...] rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum [...] gjørdar nærri Íslandi og nærri Føroyum; men tær mátingarnar bendu ikki á sterkt rák av yvirflotssjógvi. ##med2## Í hesi nýggju greiningini eru streymmátingar frá níggju støðum eftir øllum Íslandsrygginum kannaðar
ónøgd við støðuna í fiskivinnuni í Føroyum. Landgrunnurin er svikaligur. Hann ænir við, men tykist ongantíð at reisa seg til at vera ein ríkur og endurnýggjuligur kovi í longdini. Í Føroyum elska vit fisk [...] fjørður í Føroyum er fyltur upp til stokkanir við laksi. So nógv, at livilíkindi hjá øðrum djóralívi verða skúgvað til viks, meðan ein varandi hópdálking av okkara felags botni hevur koyrt ótarnað í 40 ár [...] fleiri sjúkur í umferð og størri smittutrýst. Ein grundleggjandi trupulleiki er, at aling kann styrkja og halda lív í smittuketjum, sum náttúran annars hevði havt møguleika at brotið. Í náttúruni flyta
hevur í nógv ár verið føst siðvenja hjá útlendingamyndugleikunum, at fólk í hesum bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari [...] staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Annar bólkurin [...] uppihaldsloyvi, tá teir hava búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar