uttanríkismálaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini. – Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava beint nakað [...] rumenskari kompressarastøð við somu leiðing. Sambært bulgarska verjumálaráðnum benda fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava [...] at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulgarsk-rumenska markinum verður økt. Leveringin
sum varð skiftur inn fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Síðani venjaraskiftið hevur FC Hoyvík vunnið tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey [...] Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið
Flogfarið var farið út á breytina á Victoria International Airport í Kanada, tá manningin legði til merkis, at eitt smábarn stóð uppi í sínum setri. Bæði foreldur og manning royndu at fáa barnið at binda seg [...] Úrslitið varð, at manningin í flogfarinum tískil noyddist at koyra innaftur til terminalin fyri at fáa ferðafólkini, sum áttu barnið, úr flogfarinum. Familjan fór úr flogfarinum, men arbeiðið við eitt nú [...] fráferðin til Toronto útsetast, og hetta harmast tey í Porter Airlines sjálvsagt um. Flogfelagið upplýsir á sínum heimasíðum, at smábørn undir tvey ár, sum hava egið setur, skulu sita í góðkendum barnasetri -
Hormuzsundið. Tann avtalan er síðani kollsigld, og álop á skip í sundinum halda fram. Leygardagin skuldsettu Sameindu Arabisku Emiratini Iran fyri enn eitt álop á eitt oljuskip. /Ritzau/AFP [...] krígsskaðaendurgjald. Harumframt krevur Iran, at fryst iransk ogn verður latin leys, og at álopini á sameindu hjá Iran í økinum halda uppat. – Okkara ætlan er at halda Hormuzsundið stongt, til fíggindin [...] ganga undir tey. Samstundis sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Iran er nær við at fáa eina avtalu í lag við Oman um sigling og rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið. Men
Sunnudagin var landsliðsskiparin, Ásla Johannesen á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir spældu dyst á heimavølli móti BK Häcken í bestu svensku fótbóltsdeildini. Jóhanna F. Sørensen er framvegis [...] við 15 stigum. Tær eru fimm stig omanfyri Rosengård, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting aftaná lokna kapping. So Piteå má fáa nakrar sigrar nú fyri ikki at enda í botninum. Komandi leygardag [...] Útiliðið syrgdi fyri øllum fimm málunum, tí teir gjørdu eisini eitt sjálvmál til støðuna 1-1. Útiliðið var á odda 2-1 í steðginum. Häcken hevði bóltin væl meira, og væl fleiri málroyndir enn heimaliðið. Hjá Piteå
flyta beinleiðis upp, meðan liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla uppflytingardystir. Komandi leygardag klokkan 15 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Ranheim. Sandnes ULF við [...] n, tá Peder Brekke longu í sætta minutti legði teir á odda 1-0. Í seinna hálvleiki skoraði Hødd fýra mál innanfyri 25 minuttir, og so var útiliðið á odda 4-1. Ole Sebastian Sundgot og Sander Saugestad [...] dystarenda, men heimaliðið megnaði ikki at fáa tað fjórða málið. Sandnes er nummar 10 í deildini við 20 stigum. Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Sandnes ULF dyst á útivølli móti Sogndal.
fer at leggja størri dent á at fáa útlendsk oljufeløg til Føroya at leita. Landsstýrið heldur ikki, at ein føroysk olju- og gassvinna stríðir ímóti ætlanunum um at seta ferð á grøna orkuskiftið. – Talan [...] Samstundis ætlar landsstýrið at økja átøkini fyri at fáa útlendsk oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur [...] samanseting av báðum, sigur Beinir Johannesen. Níggju brunnar boraðir Leiting eftir olju og gassi fór fram á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014. Spor av bæði olju og gassi vórðu funnin, men ikki í nøgdum
spent upp á túrin hjá Ova Joensen, og hvussu mong eisini trúðu upp á Ova tá, sigur Birgir Andreasen. Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie [...] skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir [...] Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag, men henda
kalt, og fáa eitt flott triðapláss, hóast hann áðrenn finaluna varð á einum fjórða plássi. Innleiðandi til vaksnamanna finaluna, varð Alex Johannesen javnur við ein íðkara úr Svøríki um at fáa finalupláss [...] Alex at fáa eitt flott triðapláss, hóast hann byrjaði sum nummar 8 í finaluni. Aftrat Alex og Bartal, luttókku Johnhard Klettheyggj, Jógvan Egholm og Herleif Hammer, men hesir vóru ov stuttir at fáa finalupláss
bygdina Taybeh sum stongt hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har. – Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom [...] fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk móti ísraelskum niðursetubólkum orsakað av álopum á palestinar. Í juni forðaðu ísraelsk ni [...] hava dripið, sært og rikið palestinar frá heimum sínum á Vestara áarbakka. Ísraelska sendinevndin í Genève hevur víst niðurstøðunum aftur. Hon vísir á, at ísraelskir myndugleikar fleiri ferðir hava fordømt