Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina
húski fara at fáa ágóða av broytingini. Kostnaðurin verður mettur til 3,8 milliónir krónur. Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttur Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir
samtakinum var 794 mió kr, og bruttoúrslitið var sostatt 221 mió kr. Eginognin er góðar 183 mió kr. Høvuðsvirksemið hjá SMS er býtt í smásølu, sølumiðstøðir og matstovur. Samtakið eigur í dag 13 matvøruhandlar [...] Hornið og Sushi Daily í SMS, Angus í Tórshavn og Klaksvík og Sunset Boulevard í Runavík. Samtakið er eisini partaeigari í Rumbul, sum rekur tríggjar Rumbul-handlar og handilin Sheep. Afturat tí eigur
hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið. Nú er Dynamit aftur til reiðar at spæla á Vágsbø, og tað verður við fullum útblástri. – Dynamit hevur heimavøll
Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn [...] samdir um at styrkja verjusamstarvið. Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum. Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur
Orsøkin er, at TAKS, sum mennir skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at arbeiðið er vorðið bæði dýrari og drúgvari enn upprunaliga mett. Innanhýsis skipanin hjá TAKS er longu tikin [...] vil nú brúka 2,5 milliónir krónur afturat upp á nýggju talgildu skipanina til barsilsútgjøld. Tískil er lagt fram lógaruppskot, sum hækkar játtanina til verkætlanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur. Samstundis [...] at umsóknir um barsilsútgjald og samskiftið við myndugleikarnar kunnu fara fram talgilt. Endamálið er at gera skipanina lættari at brúka og at stytta um málsviðgerðina. Sambært uppskotinum kostar sjálv
serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið [...] Holm. Hamradun er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivalin, og hóskvøldið klokkan 22 spæla teir á Vágsbø. Hetta verður helst størsta konsert hjá bólkinum í Føroyum nakrantíð. – Tað er altíð gott at [...] á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum sera nógv til konsertina hóskvøldið. Pallurin er stórur, tíðspunktið er gott, og vit gera nógv burturúr, so tað verður eitt brak, sigur Pól Arni Holm. Her ber til
stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða [...] tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva [...] byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur hava sjálvsagt høvuðsábyrgdina av uppalingini. Men tá børnini
f í høvuðsstaðnum Wien. Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013. Hitametið kemur eftir ein mánað, har fleiri evropeisk [...] hava sett veðurmet. Í Fraklandi var juli tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig [...] Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið
embætinum, meðan sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark [...] var tó serlig av einari aðrari orsøk. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norð