føroysku alistøðurnar, sum lyfta úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarúrslitið í føroyska partinum var 411 milliónir krónur. Í Skotlandi var úrslitið hinvegin minus 139 milliónir krónur [...] Samanlagt hevði Bakkafrost eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í ársfjórðinginum. Munurin millum londini er sostatt stórur. Í Føroyum var tøkan 26.749 tons, og miðalvektin á tikna fiskinum var 5,5 kilo [...] Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026, móti 165.000 tonsum í fyrru metingini. Bakkafrost hevur eisini stórar goymslur
Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar og fer at halda konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 7. august klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert í Gøtu kirkju [...] Ehala. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Pärnu Kammerkoor eisini hevur framført á ymiskum støðum - alt frá smáum kirkjum til stórar konserthallir. - Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle-kappingini í estiskum [...] 1. pláss í estisku kappingini fyri blandað kór og gullheiðursmerkið á fólkasangkappingini "Evropa og sangir tess" í Barcelona. * 2012: Gullprógv á fólkasangstevnuni á altjóða kórfestivalinum í Pärnu. *
jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra av fremstu jazztónleikarunum úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum. Mother Boy spælir modernaðan jazz við einum norðurlendskum dámi, vibrafon, altsaksofon, bassur og [...] er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri modernaðan jazz. Mother Boy [...] – vibrafon • Bárður Reinert Poulsen – bass • Simon Olderskog Albertsen – trummur Mother Boy spælir Í Listastovuni hóskvøldið 6. august kl. 20.30.
Festivalinum í ár, og í kvøld hevur hann konsert á Vágsbø. Í gjár komu Seebach og hansara fylgi til Føroya. Tey vildu fegin uppliva eitt sindur av Føroyum áðrenn sjálva konsertina, og tað hava tey gjørt. Í morgun [...] morgun hevur Rasmus Seebach hitað upp til konsertina í kvøld við gongutúri í føroysku náttúruni. Tað kendist frískligt, og lagið var sera gott. Rasmus Seebach er ein av størstu poppstjørnum á okkara leiðum [...] hjá honum á Vágsbø í kvøld. Rasmus Seebach hevur tikið fleiri treylarar við útgerð við til Føroyar fyri at seta tað stóra showið upp á Summar Festivalinum. Rasmus Seebach spælir í kvøld klokkan 22.
Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður [...] Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna í vegabyggingini í Føroyum. Hann var fyrsti røðari undir einum hátíðarhaldi við eystara bergholsmunnan, tá bergholið í Eysturoynni varð latið upp fyri almennari [...] landsins fólki hevur fingið vegasamband hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis
milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða [...] vørum og tænastum Nýskapan av arbeiðsgongdum er vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella betra tilgongd til eitthvørt virkisøki
eisini vørur á bústaði hansara. Maðurin hevur verið í Føroyum í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Hann varð førdur fyri rættin í gjár og varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri. Sambært [...] Maðurin er undir illgruna fyri at hava stolið úr trimum handlum í Havn og í Eysturoynni. Millum stolnu vørurnar eru elektronikkur og klæðir, men løgreglan hevur enn ikki gjørt endaliga upp, hvussu stórt
Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á [...] integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu. Løgtingið viðgjørdi í gjár – og viðger aftur í dag ólavsøkurøðu løgmans. [...] á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum
umborð. Í Klaksvíkar kommunu takka tey manningini á Logos Hope og OM Føroyum fyri eitt gott og hugnaligt tiltak. - Tað var ein hugnalig løta seinnapartin í gjár, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope í Klaksvík [...] Beinir Johannesen, bar fram eina heilsan, og tað gjørdi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eisini. Klokkan 17.30 í gjár varð skipið opið fyri vitjandi, sum vildu síggja og uppliva skipið [...] Klaksvík, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum