ikki bara, um olja finst í føroysku undirgrundini, ella um vit kunnu vinna pening burtur úr henni. Spurningurin er, um tað – við teirri vitan, vit hava í dag – er rætt at taka oljuna upp. Ella um vit heldur [...] meira olju, sum onnur so kunnu brenna. Hetta meðan klimagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit [...] lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar trý stig. Á landi, í stórbýum og meðan h
er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd. - Aftaná verður farið til umhvørvisplássið uppi á Brúnum, sum kommunan søkir um at víðka. Sagt [...] munnliga - ella við skrivliga at lata tey inn. Sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen, sigur í fráboðanini um ástaðarfundin, at tey, sum hava fingið fundarboð, men sum ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt [...] málinum. Hetta er sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing. - Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn, má verða sýslumanninum í hendi í seinasta lagi
vit tykkum, og vit minnast Flemming við takksemi fyri tað, hann var, og alt hann bar landi og fólki. Friður verið við minninum um tingmannin, sála Flemming Mikkelsen. Johan Dahl, løgtingsformaður [...] Johan Dahl, løgtingsformaður, hevði á tingfundi mikudagin minningarorð um fyrrverandi løgtingsmannin í Vági, Flemming Mikelsen, sum andaðist herfyri: Flemming Mikkelsen varð føddur 21. novembur 1930 í [...] hansara serligi máti at vera og virða tey, hann ikki var samdur við. Tað var í lagi at vera samdur um at vera ósamdur. Ein ikki heilt sjálvsagdur eginleiki, tá bylgjurnar kunnu ganga høgt. Fyri sjey árum
eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva og virka kring alt landið. Hetta vóru sjónarmið, sum gingu aftur, tá Hans sjálvur skrivaði um politikk. Hans var eisini virkin í Hjartafelagnum í nógv ár. [...] Mánadagin bórust boðini, at Hans Jørgensen úr Miðvági var farin, 81 ára gamal. Hans var javnaðarmaður alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann [...] formaður floksins. „Tað var so stórt álit millum Atla og meg,“ segði Hans, tá hann nógv ár seinni fortaldi um tíðina sum skrivari. Í 2000 tók Hans aftur við sum skrivari hjá Javnaðarflokkinum. Hesa ferð í ful
best millum vinir, familju og arbeiðsfólk títt. Her vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar hjá okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði [...] ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein [...] hann svaraði játtandi, segði tú: Passa mær væl upp á hana. Tú vart góður við okkum; mammu og børn tykkara. Takk fyri alt. Dóttur tín, Judith
Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference League. Tá ið liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík [...] liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Soleiðis er støðan, nú fyrri dysturin millum sveisiska Lugano og NSÍ er liðugur á Lugano Arena, har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík [...] sum tíðin leið trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin burtur undan ferðini til Føroya. Tað eydnaðist tíggju minuttir undan leikloki at økja um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var týski
vórðu alt meiri moyrir, og tað bar við sær, at mótstøðumenninir vunnu nógvar nærdystir og ofta vóru skjótari í renningunum. Tað reið av álvara um snarið, inntil klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu [...] Eliasen, sum við langskoti minkaði um munin til 2-1. Og alt meðan gestirnir pressaðu og spældu seg til møguleikar og fleiri ferðir vóru tætt við at javna, so økti NSÍ um munin til 3-1. Dómarin bríkslaði [...] er greitt oddalið og harvið FM favorittur. Í EB/Streymi iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at styrkja um støðuna í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. Tað hava teir alla orsøk til, tí tað
Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum gangi skuldu borgarar í Vestmanna ikki líða undir. Bygdaráðið tók alt fyri eitt málið upp til viðgerðar og biðið varð um ljóðmátingar, ímeðan skipið lá við [...] kommununa, um skipini ikki lógu við kaikantin hjá Tvøroyrar kommunu. Felagið fekk upplýst, at um skipini larmaðu við kaikantin hjá Varðanum Pelagic, mátti felagið klaga til Varðan Pelagic. Um skipini larmaðu [...] Um vit líta aftur til 2020, gjørdu vestmenningar eina roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar,
hølunum hjá Sands kommunu klokkan 11, og á middegi letur eisini barrin í tjaldinum upp, og her selur Alt Events øl og poppkorn. Á middegi vitjar Bassi á Ljósafløtti og bjóðar børnunum bomm og sunkist. Sølutorg [...] á Bókasavninum, og her fara Jákup Reinert Hansen, Fridrikka Jensen og Kristian Højsted at hugleiða um ymiskt. Klokkan 15 fara brandmenn at sýna fram brandbilin uttanfyri Virkið, og klokkan 16 verður b [...] ein góðan døgurða í tjaldinum við Reyða Kross-handilin, og her verður oksakjøt, rómabakað epli og alt tilhoyri. Frá klokkan 17 til langt út á kvøldið verða fleiri konsertir við kendum nøvnum, og her verða
til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur. Í vikuni vóru 40 ár [...] dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí, tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll. ##med2## Nevndin, sum skipar fyri