at avgerðin er hennara egna og byggir á "persónligar umstøður". Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt [...] tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina. AFP skrivar tó, at ongar formligar skuldsetingar eru reistar móti henni. Broytingin kemur eftir, at Zelenskyj [...] eisini væntandi ein størri útskifting av ukrainskum sendifólkum. Skiftið hendir samstundis, sum Ukraina roynir at fáa USA at lata fleiri Patriot-loftverjumissilir til verju móti russiskum álopum.
Russiska sendistovan í Italia skuldsetir nú Ukraina fyri at standa aftan fyri spreingingina, sum um vikuskiftið rakti italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva. Tað skrivar sendistovan í eini almennari fráboðan [...] spreingingini. Hetta er sambært tíðindastovuni dpa fyrsta almenna russiska skuldsetingin um, at Ukraina skal hava staðið aftan fyri álopið. – Blóðugu yvirgangsarmarnir hjá yvirgangsbólkinum hjá Zelenskyj [...] myndugleikar hava enn ikki svarað ákærunum. Skuldsetingin kemur sama dag, sum bæði Russland og Ukraina hava skuldsett hvørt annað fyri nýggj álop. Russiskir myndugleikar siga, at eitt ukrainskt dronuálop