tindarnar sum nú er, so ynskja allir føroyingar sjálvandi, at vit skulu umboða okkum sjálvar. Tí er tað avgerandi, um vit vilja menna føroyskan ítrótt í framtíðini, at vit seta hol á at fremja tjóðarsemjuna [...] Hann er Føroyingur, men rennur í einari danskari rennitroyggju. Heiðursmerkið eigur Danmark. Einasti møguleiki vit hava í løtuni, er at føroyskir íðkarar luttaka undir dannebrog, og hóast tað er okkara [...] tjóðarsemjuna. Hon er okkara einasti møguleiki, og tí vóni eg at løgmaður skjótt fer at kalla flokkarnar saman aftur um hetta málið. Vónandi fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki at arbeiða móti tí sum
– Eg eri sera glað fyri at vita, at arbeiðið verður gjørt væl. Hetta er ein stór viðurkenning, og eg eri takksom fyri álitið, sigur Evelin Mastropasqua, tá hon verður spurd, hvussu tað kennist at verða [...] í juni. Tað var Randi Hilmarsdóttir Thomassen, forkvinna í kvinnunevndini í 07 Vestur, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Evelin eitt gávubræv frá Bygma Balslev, og eitt heiðurstekin, ið er latið av [...] av FSF. Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma Balslev , Føroya Tele og Atlantic Airways . Skrivar FSF
Brakstad, sigur við Verdens Gang, at tey fara at tosa við skiparan. - Eingin illgruni er um rúsdrekka, men helst er talan um, at skipið hevði tekniskar trupulleikar, tá tað sigldi á bryggjuna, sigur løgreglan [...] brak, tá skipið stoytti. Tað veit Verdens Gang at siga fyrrapartin. Norska løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði er, men bryggjan hevur fingið nakað av materiellum skaða. - Talan er um eitt farmaskip á 58 [...] Bergens Tidende veit at siga, at skipið eisini hevur eina gravmaskinu umborð. Verdens Gang hevur verið í samband við fólk, sum búgva nærmast bryggjuni, og her sigur ein kvinna, at neyðhjálparfólk vóru
samveldið við sínum stóra fiskivinnusektori, kann tað geva írum ein sterkan samgongufelaga í royndunum at fáa broytingar framdar. Fiskivinnan verður mett at vera eitt av allartruplastu málunum, um Ísland tekur [...] gjøgnum EBS-samstarvið og Schengen. Uttanríkisráðfrúan hevur áður sagt, at hon er bjartskygd um, at Ísland – um fólkið tekur undir við at halda fram – kann gerast ES-limur longu í 2028. Reuters Kelda: Morgunblaðið [...] givið íslendingum ábendingar um, at Ísland kann fáa serliga viðgerð, um landið tekur samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Tað skrivar Morgunblaðið í dag. Sambært blaðnum er tó ikki bara talan um vælvild
vísti eg á, at tað fór at hava sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani. Ein súkklubreyt og ross hoyra ikki saman - tað er sjón fyri [...] men tað var ikki neyðugt segði borgarstjórin, tí tað var innangarðs. Tað var beinleiðis skeivt sagt av borgarstjóranum, tí einki eitur innangarðs, tá talan er um Nátturufriðingarlógina. Eg valdi at kæra [...] ævnet”), har YFN mælir til, at súkklubreytin verður løgd júst har, sum eg havi mælt til, sitat ..... “På den baggrund er det Overfredningsnævnets umiddelbare opfattelse, at baneanlæggets påvirkning af
Kolombia í dag. Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP. Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu [...] sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum. Seks smærri flogvallir vestarlaga í Kolombia hava fyribils steðgað øllum virksemi, upplýsir kolombiska loftferðslumyndugleikin. Ósemja er um, hvussu harður [...] merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela. Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður fyri ef
ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum? Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild [...] búgva har fast, tí talan er um stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið [...] vilja hjálpa kommununum at loysa henda trupulleika. Tað ber til. Men tað krevur vilja frá landspolitikarunum.
ið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir. – Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari við sáttmálan [...] Brekumboðið í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá [...] lógararbeiðinum, styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki
Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð rikin [...] friðskjól. NTB veit at siga, at eisini yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu sama dóm. Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef [...] atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa
verður kirkjukaffi í Kirkjustovu, og har hevur Helena lovað at greiða eitt sindur frá hennara leið frá juristi til prest og hvussu tað er at virka sum deyvaprestur í Danmark. Helena greiðir soleiðis frá: [...] mentanini hjá deyvum, og donskum tekinmáli sum móðurmál, síggi eg starvið sum ein kall til at virka sum deyvaprestur. Tað hevur leingi verið mín dreymur at boða evangeliið á donskum tekinmáli, og virka fyri einum [...] Sunnudagin, 16. August, verður deyvagudstænasta við Helenu Gade, deyvapresti. Helena er fyrsti deyvi deyvaprestur, sum er sett í embætið í donsku fólkakirkjuni. Hon varð prestvígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn