verður hin fyrsta, har vit í Ítróttarhøllini á Hálsi kunnu vera eini 2.000 fólk, uttan at fyrireikarar og ábyrgdarahavarar skulu ganga við ringari samvitsku, við tað at høllin nú hevur fingið eina nýggja [...] nýggja góðkenning. Harumframt verður hetta tiltakið eisini hitt fyrsta, har vit fáa høvið at heilsa upp á nýggja føroyska bólkin, Dynamit 2000. Sum um alt hetta ikki var nóg mikið, verða teir í Alive-Music [...] heimasíðu Hevur tú atgongd til alnótina, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá fyrireikarunum, hon eitur WWW.Alive-Music.com. Her kemur tú beinanvegin inn á eina valmynd, har tú so kanst velja, hvussu leiðin gongur
býráð skal á fundi hóskvøldið endaliga taka støðu til lagnuna hjá Rás Tórshavn. ?Ùtgerðin skal seljast til Føroya Tele. Hetta skulu vit fáa endaliga upp á pláss. So skal eisini gerast av, nær vit formelt [...] til eftir Robinson finaluna at sløkkja fyri Rás Tórshavn. Rásirnar So gott sum allar avtalur eru nú komnar upp á pláss viðvíkjandi rásum hjá Televarpinum. Samráðst verður enn við DR um eina avtalu, og onkur [...] Christiansen. Galandi avtalur hjá Rás Tórshavn eru til endan av hesum árinum, og einki er sett til komandi ár. Tórshavnar kommuna fer at spara eina millión um árið, nú einki Rás Tórshavn er at gjalda fyri longur
ini, so ganga føroysku ítróttarfólkini á odda í, at seta Føroyar á heimskortið. Hetta bera framúr góðu úrslitini í altjóða kappingum boð um. Á ítróttarøkinum eru eisini nógv átøk, ið kunnu gerast fyri [...] rundanum okkum. Men her eru stórar avbjóðingar fyri framman. Átøkini og uppraðfestingarnar innan útbúgving í 2008 eru stig á røttu leið tá umræður útbúgving, men enn er tørvur á munandi uppraðfestingum [...] stig í hesum døgum tikin til munandi betringar. Í 2008 og 2009 eru tað íløgur í nýggjar bygningar, og endurskoðaðar útbúgvingar, ið eru hægst á dagsskránni. Bæði tiltøk, ið fara at hækka støðið og umstøðurnar
Ljósafelli, fekk á leiðini innanfyri Flemmish Kap á seinasta túri, vendu vit okkum í gjár til Fornminnissavnið fyri at fregnast, um stovnurin hevur ætlanir um at kanna hesar lutir. Men á Fornminnissavninum [...] fyri stovnin, sum hava við bátar og timbur at gera. Vit vendu okkum tí til Andras, sum starvast á Hjálpitólamiðstøðini. Vit spurdu hann, um møguleikar eru at staðfesta nakað sum helst í slíkum føri sum hesum [...] fram á nakrar skipslutir, sum lógu har undir húsunum. - Eg var við í hesum kanningararbeiði, og vit hava gjørt onkrar fyribils niðurstøður um, hvaðani hesir lutir stava, sigur hann. Andrass vísir á, at
sum seta góðskuna í hásæti. Hví ikki fremja somu skipan fyri eitt nú Landssjúkrahúsið, sum vit øll hava so nógv fyri neyðini og sum júst nú eisini er í einum sonnum óðnarveðri? Og Kringvarpið, sum ávirkar [...] Norske Veritas. Hetta má sigast at verða eitt bæði klókt og framsíggið stig, sum er tikið, við tað at nú eru allar mannagongdir skrásettar og øll mistøk verða viðgjørd, eftirmett og rættað, uttan at nakar [...] uppiborið fyri at hava framt ISO-góðkenning av stovninum. Hetta átti at fingið aðrar almennar stovnar, eitt nú Landssjúkrahúsið og Kringvarpið at gjørt tað sama Um dagarnar frættist, at Sjóbjargingarstøðin, sum
foreldrunum til Skálafjarðar. Hann er útbúgvin sølumaður, og lærdi hjá Marstein í Havn, men gongur nú á fjórða ári á Føroya Læraraskúla, har hann hevur valgt tónleikalinjuna. Hann er giftur Birnu, sum fekk læraraprógv [...] tónleikaumstøðurnar eru fyrstafloks, leggur Terje Vestergaard dent á. Fantastiskt samstarv í nevndini Tejre Vestergaard er ein av 6 monnum í nevndini, sum skipar fyri Fjarðafestivalinum. Hinir eru Eyðun Jacobsen [...] . Hesir eru royndir menn, og Terje Vestergaard sigur, at nevndin er fantastisk at samstarva við, og at teir allir eru persónar, sum vilja gera nakað munagott fyri kristna tónleikin. - Har eru nógvar ymiskar
húsast. Tvs. at vit koyra onkran annan lækna niðan í nýggju hølini, samstundis sum vit skræða hølini hjá Sølva niður. So hava vit eingi høli til nýggja læknan. Tað kundi eg hugsa mær at vit gjørdu. Sambært [...] Sosialin, at Tórshavnar Kommuna nú einans skal hava skyldur læknunum viðvíkjandi, og ongi rættindi. - Vit skulu fáa høli og amboð til vega, samstundis sum Helena Dam á Neystabø skúgvar okkara innstilling [...] dámdur. Vit fáa innstillingar frá landslæknanum um kvalifikatiónirnar hjá umsøkjarunum. Í hesum førinum vóru allir umsøkjarir egnaðir. Vit royna eisini at taka nøkur menniskjalig atlit, tí vit kenna nógvar
eisini vísa á positivar avleiðingar við uppskotinum. Feløgini vísa í viðmerkingum sínum serstakliga á negativu sosialu avleiðingarnar av MGV á arbeiðslønum og heilivági umframt av avgjøldum á brenniolju [...] frá FA og HA verður sum nevnt eisini komið inn á heilivág, oljugjaldið og ferðaavgjaldið. Heilivágur er dýrur og mangan eru tað fólk, ið frammanundan eru illa fyri likamliga, sálarliga og fíggjarliga, [...] ar av oljukreppuni. Nú er hetta gjald reinur skattur og hevur tí einki við upprunaliga endamálið at gera. Oljugjaldið er sera tyngjandi fyri pensionistar of barnafamiljur. Vit eru tí samd við HA og FA
? Nú mugu vit halda fram at stríðast í landskappingini. Tað hevur gingið væl, men nú eru stigini nullstillaði. Møguleikin fyri at endurvinna bæði steypakappingina og FM heitið er nú farin, men vit mugu [...] at leggja trýst á í umdystinum ? serliga eftir at ein HB spælari var rikin av vøllinum ? men tað var meiri HB, sum hevði bóltin hesa løtuna. ? Í tí støðuni, sum vit vóru komnar í, sóu vit brotssparkskappingina [...] Linda Jacobsen kom á vøllin, og HB venjarin, Jákup Bogi Joensen, kendi seg noyddan at gera fleiri rokeringar. Men hóast annar útisetin var farin av vøllinum, so hevði HB hin útisetan á vøllinum alla tíðina
færri í tali, so sláa fólk seg saman nú og gera størri tiltøk. Tað eru eisini nógv, ið hava tikið tiltakið til sín og hava tað á hvørjum ári. Hvussu stórur stuðulin er í ár verður ikki greitt fyrr enn um tvær [...] lagnum. - Tað er ikki endaligt upptalt enn, men tað vóru umleið 55 tiltøk kring alt landið. Tað eru vit væl nøgd við, sigur Poula Norðbúð, ið starvast í Krabbameinafelagnum. Meðan áhugin fyri at skipa [...] vísir á, at áhugin fyri at stuðla enn er høgur. - Hóast talið av tiltøkum hevur verið minkandi, so minkar innkomni stuðulin ikki samsvarandi. Ein av orsøkunum er helst tann, at meðan tiltøkini eru færri