Hann vísir á, at herfyri komu tveir nýggir skrokkar aftrat til landið. Hesir eru 13 metrar langir og seks metrar breiðir, og hesir bátar skulu handast Luna í Sørvági fyrst í komandi ári. - Nú er eisini [...] klárt at skera stálið til skrokkin á tvíkilju, sum vit skulu byggja íslendskum alifelag. Hetta verður nýbygningur hjá okkum nummar 47. og hann verður latin eigarunum á vári 2017, sigur hann. KJ hevur eisini [...] handaði KJ Hydraulik eina tvíkilju til Luna í Sørvági. Hetta var nýbygningur nummar 43 hjá fyritøkuni á Kambsdali, og hetta er eisini tann størsta tvíkiljan, sum er bygd hjá KJ. Tað er rættilig gongd í við
Zakarias Wang ---- Nú fara Ísland og Stórabretland at leggja ein sæstrong landanna millum, so tað ber til at flyta el-streym um alt kervið í báðum londunum. Tað var upp á tal, at stjórnirnar skuldu fíggja [...] Fíggingin má tí útvegast á altjóða kapitalmarknaðinum. Frymilin verður helst, at eitt partafelag verður gjørt, sum so skal taka gjald fyri at nýta strongin. Hetta hevur verið mannagongdin á tí longsta sæstronginum [...] tað loysir seg fyri brúkararnar í Føroyum at vera við í hesum tiltaki ella ikki. Tað eru sanniliga spennandi tíðir vit liva í!
Vibergi Sørensen í Trongisvági, Anita, hevur nú verið til fiskiskap í umleið ein mánað. Viberg keypti skipið úr Letlandi á sumri í fjør. Fyrst varð skipið á beding í Litavia, har tað varð klassað, umbygt [...] 17 mans eru við Anitu, sum virkar veiðina umborð. - Veiðan er havtaska, sum verður arbeidd og fryst til útflutnings. Vit hugsa serliga um spanska marknaðin, sigur Viberg Sørensen. Skipari á Anitu er Ragnar [...] í fjør heyst kom Anita til Føroya, og síðan hevur ymiskt verið gjørt, soleiðis at skipið kundi fara á sín fyrsta túr tíðliga í hesum árinum. Viberg Sørensen, reiðari, sigur, at Anita hevur verið til fiskiskap
løtuni endurspeglar kostnaðarendurgjaldið ikki veruligu ferðaútreiðslurnar, nú samferðslumøguleikarnir við tunlum og brúm eru batnaðir so nógv. Tí er verandi kostnaðarendurgjald í ávísan mun eitt stórt [...] Fyri landsstýrisfólkini er talan um eitt lógaruppskot frá Javnaðarflokkinum, sum vit fara at viðgera í aðrari grein á portalinum. [...] Á næsta tingfundi, sum verður hósdagin, fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotunum um at broyta kostnaðarendurgjaldið hjá løgtings- og landsstýrisfólki. Tað er Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum
Møller Nielsen, sigur at tað eru keldir hjá honum í Føroyum, sum hava viðmælt verjukenda miðvallaran. – Ein kelda hjá okkum í Føroyum hevur viðmælt Karl Løkin. Nú fara vit at hyggja nærri at honum, sigur [...] heimasíðuna, bold.dk. Karl Løkin hevur seinnu árini spælt fast á verjukenda miðvøllinum hjá ÍF. Hann hevur somuleiðis vunnið sær pláss á føroyska U21 landsliðnum, sum fyri lítlari viku síðan spældi 1-1 [...] 1-1 móti Danmark í Gundadali. Tommy Møller Nielsen er sonur Richard Møller Nielsen, sum stóð á odda fyri danska landsliðnum, sum vann EM í 1992. Sjálvur var Tommy Møller Nielsen venjari hjá MB í 1992.
starvsfólk. Nú er tað einaferð soleiðis, at starvsfólk koma og fara, men sum á einum hvørjum øðrum arbeiðsplássi, so hevur á Landsverki bara verið talan um at seta nýggja starvsfólk, tá onnur eru farin úr [...] av í føroyska samfelagnum. Tað vísir Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk á, í grein, sum hann hevur skrivað í blaðnum. - Vit skulu bara nakrar fáar mánaðir aftur í tíðinda fyri at finna eitt dømi um, [...] hvørt sum samfelagið hevur ment seg til eitt vitanarsamfelag, ella upplýsingarsamfelag, er tørvurin á kunning og samskifti vaksin samsvarandi. Opinleikin og gjøgnumskygni vorðið eitt beinleiðis krav í dag
gjár 3-0 fyri Liverpool og nú tykist eisini greitt, at Carlos Tevez er so mikið skaddur, at hann ikki verður við móti Manchester United í FA Cup hálvfinaluni. Tað var einki lag á Manchester City venjarinum [...] út. - Tað verður torført hjá honum at blíva klárur til leygardagin. Tað eru bara fimm dagar til hálvfinaluna í FA Cup, men vit gera eina roynd, segði Roberto Mancini eftir dystin í gjár. Dirk Kuyt økti [...] Eg vil ikki koma nærri inn á hvat tað var, men tað er týdningarmikið, at eg fái rættað tað til leygardagin, segði Roberto Mancini. Hálvfinalan í FA Cup verður leygardagin á Wembley.
og Katy Perry, meðan tær vísa, hvar neyðdyrnar eru, og hvussu bjargingarvesturin skal blásast upp. So Magni Arge, nú veit tú, hvat skal til! Næstu ferð vit sessast í Atlantic, verður tað kanska til rapp [...] ein av vinkonum mínum kom umborð á Air Asia fyrr í ár, bleiv hon sera bilsin. Flogternan, ið tók ímóti henni - "Senior flight attendant" - hevði hvít, loðin kaninoyru á høvdinum. Hetta var ikki, tí tað [...] gjørdist David Holmes, ið starvast á Southwest Airlines í USA, heimskendur, tá ið hann rappaði trygdarboðini til ferðafólkini. Eitt av ferðafólkunum tók uppá video og legði út á YouTube, og vups, so hevði David
um í Ålborg og Keypmannahavn, og undirvísir nú í tónleiki á Studentaskúlanum á Kambsdali. Leif er eitt kent andlit innan føroysku kórverðina, har hann longu sum heilt ungur stjórnaði kórinum í Nólsoy, [...] 6/9-11. Í kórinum eru umleið 25 fólk í ymsum aldri, og pláss er fyri fleiri. Kórleiðari verður Leif Hansen. Leif er ættaður úr Nólsoy, búsitandi í Fuglafirði. Hann hevur lisið tónleikafrøði á universitetunum [...] hond. Vit í Eystanljóð síggja fram til eitt spennandi kórár undir leiðslu av Leif. Leif fer í ár bæði at venja Vestmannakórið og Eystanljóð, og væntandi verður okkurt samstarv ímillum kórini. Á skránni
var úrslitið, at báðir flokkar sluppu á fólkating. Men har samstarva teir ikki um nakað, og teir draga ikki somu línu í nøkrum máli. Er tað á hendan hátt, at vit fáa mest burturúr? Tá fólk velja Sambandið [...] danska stjórnin segði nei. Tjóðveldi segði loysing. Alt ella einki. Men tað var dialogurin, sum bar á mál. Nú sjórnarskipanin skal fremjast sigur Sambandið nei, tí danska stjórnin sigur nei. Tjóðveldi sigur [...] mótpolarnir verða størri og størri? Gagnar tað Føroyum, at mótpolarnir verða umboðaðir á fólkatingi? Neyvan. Men tað eru aðrir møguleikar. Kom upp úr skotrøvini. Vel dialogin og úrslitini. Vel so tað munar