endamál at tryggja børnum teirra rættindi. Hóast viðurskiftini á barnaverndarøkinum eru batnað, so heldur Annika Olsen, at tað framvegis er langt á mál. Eitt framstig er, sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum [...] Børnini eru gimsteinarnir í okkara samfelag. Vit hava skyldu til at verja tey og geva teimum bestu rættartrygdina, verndina og umsorganina. Hetta var greiði boðskapurin hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu [...] misnýtt ella á annan hátt verður útsett, er ein grundleggjandi trygd hjá barninum. Barnið sigur ikki altíð frá, og tí er tað skyldan hjá nærumhvørvinum at gera vart við viðurskifti, ið ikki eru nøktandi fyri
aðrastaðni á síðuni. Metir Rumenia sterkt Marit Breivik hevur sjálv gjørt sær nakrar tankar um, hvør kann hugsast at skula kappast við Noreg, um at vinna EM-gullið. – Vit vita, at tær rumensku eru góðar. Tær [...] Hondbóltur Norsku kvinnurnar eru í stórformi. Fyri stuttum vunnu tær á Russlandi og Danmark við ávikavist 10 og 12 málum. Venjarin hjá svenska kvinnulandsliðnum, Ulf Schefvert er heldur ikki í iva, at [...] Sjálvt um stórspælarnir, Katja Nyberg og Gro Hammerseng eru uttanfyri, orsaka av skaða, so er svenski venjarin ikki í iva um, at tær norsku kvinnurnar eru favorittar kortini. Ungarski spælarin, Katalin Pálinger
vóru tað fleiri tinglimir sum halda, at vit seta alt ov stór krøv til børn og ung í dag. Ein av teimum var Henrik Old, sum minnist aftur á, tá ið hann gekk á skiparaskúla. Hann segði, at høvdu somu krøv [...] tímarnar kemur lítið burturúr, tí tá eru børnini útlúgvað. Tinglimir halda somuleiðis, at tað er ikki serliga mennandi fyri smábørn, at tey eru átta, níggju tímar á vøggustovu og barnagarði um dagarnar [...] vera nú, hevði verið ómetaliga tómt í klassanum, tí so vóru tað bara einir tríggir fýra, sum høvdu sloppið inn – og so hevði føroyski fiskiflotin verið allar hesar yvirmenninar fyriuttan. At tað eru 4.000
hann vigaði 3975 og var 54 cm langur. Hann var føddur á Herlev amtsygehus í Danmark. Ansa P. í Eyðansstovu og Fróði Skúvadal eru foreldur. Nú búgva vit øll í Vestmanna [...] 54 cm langur. Foreldrini eru Malla Dam og Søren H. Jensen á Tvøroyri 20 juli bleiv Fríði stóribeiggi til hesa fittu diddu. Hon vigaði 3925 gram og var 53 cm long. foreldrini eru Jana Jacobsen og Signar [...] eina dóttur. Hon var 47 cm. long og vigaði 2600 gr. Á myndini situr 11/2 ára gamli Benjamin við beiggja sínum sum var føddur 16. august 2007. Foreldrini eru Jana Mikkelsen og Eyðun Jakobsen úr Tórshavn Fr
hóast tað eru fýra á síðani, var tað framvegis ikki eydnast Jóhonnu at koma niður á sína vanligu vekt aftur. Hon hevði hoyrt, hvussu væl tað gekst hjá teimum, sum høvdu gingið á kostskeiðnum á Húsarhal [...] vóru 90 glaðir og lættir skeiðsluttakarar, sum herfyri stigu á vektina á Húsarhaldsskúlanum fyri seinastu ferð á hesum sinni. Eftir 10 vikur á kostskeiði hjá Elisabeth Akursmørk, økonomu og Lifecoach, var [...] vektini, nú skeiðið er liðugt. Nýggju matvanarnir skulu nevniliga vara restina av lívinum Tálg uppá breyð 96,4 kilo vístu reyðu náðileysu tølini á vektini, tá Jógvan Jacobsen gjørdi av, at nú kundi tað
hvørjar íløgur, Annfinn Brekkstein vildi verið fyriuttan. Vit hava bygt skúlan við Løgmannabreyt, Skúlan á Argjahamri, umvælt og útbygt Eysturskúlan eitt nú við Nám X, útbygt Kollafjarðar skúla, gjørt smábarnaskúla [...] vinnulív, útbygt havnalagið og gjørt stórar ábøtur og útbyggingar á kloakkir og vegakervið í kommununi. Vit hava endurnýggjað barnagarðarnar, vit hava sett av til Musikkskúlan, Stadionøkið og nýggjan Svimjihyl [...] Annfinn Brekkstein tykist ótroyttiligur í síni roynd at sáa mistreysti í borgarar í Tórshavnar kommunu. Nú eru viðmerkingarnar hansara tó bara politiskar, ikki faktuellar. Endamálið tykist vera at trútta niður
bitin av donskum eiturkoppi. Eiturkoppar leypa vanliga ikki á fólk. Stendur tú á gólvinum á berum leistum og sær ein eiturkopp krúpa framvið, kanst tú saktans taka tað róligt, tí hann bítir teg neyvan í tærnar [...] hann kann finna upp á at bíta. Í Danmark eru eini 500 sløg av ymiskum eiturkoppum, og hin størsti er húseiturkoppur (Tegenaria derkami), sum kann gerast uppí 10 sentimetrar stórur. Vit kunnu leggja aftrat [...] við sær í viðførinum. Jenskjeld@info veit á síni heimasíðu at siga, at stóri húseiturkoppurin regluliga er funnin í Føroyum, og Jens-Kjeld Jensen metir, at hann nú helst nørist í Tórshavn. Eiturkoppurin hoyrir
íslendski tattovørurin aftur á vitjan í Føroyum, og verður hann verandi til fríggjadagin. Piercing er eisini "in" Tað eru ikki bert tatoveringar, sum eru "in" millum ungar føroyingar nú á døgum. Eisini er tað [...] nøsini og eisini nalvanum, men nú eru tað onnur støð á kroppinum, sum bókstaviliga standa fyri "skotum". Ringur í eygnabrýrnum, keta í vørruni, ringur í tunguni, umframt ringar á øðrum kendum, men betur ónevndum [...] skipum, og so eru tað fleiri, sum bert hava tatoverað sær eitt navn á armin. Eisini gerst tað alsamt betur umtókt at fáa kinesisk tekin á kroppin. Fleiri konufólk hava fingið sær eitt nú kinesiska teknið
eftir fiski, eru tað tey, sum arbeiða á Fiskamarknaði Føroya og á Landingarmiðstøðini á Toftum. Sosialurin var ein túr framvið bryggjukantinum á Toftum í morgun. Eingin útróður Støðan á fiskamarknaðinum [...] viðurskiftini hjá Fiskavirkinum í Gøtu og Vaðhorn á Strondum eru hótt, tí vit hava skilt, at bæði hesi virkini keypa væl av fiski á marknaðinum í løtuni. [...] og Thomas Nygaard á Toftum, og heldur ikki hjá teimum var sølan nakað at ”skriva” heim um. Orsøkin Ein orsøk til, at so fáir keyparar eru í Føroyum, er ivaleyst, at Norðís Seafood á Eiði meira ella minni
dag koyra millum 900 og 1000 bilar gjøgnum tunlarnar í miðal um dagin. - Nógv ferðsluóhapp eru á farleiðini á vegnum til tunlarnar, millum tunlarnar og ikki minst í sjálvum tunlunum, siga teir fýra í [...] blindtarmur. Nú verða vit tikin við í ætlanina, og tað haldi eg er í fínasta lagi, sigur Theodor. Hann undrar seg kortini eitt sindur um, at ein hevur valt at tunnilin skal koma út í Depli og ikki á Norðtoftum [...] heimbygdini og til arbeiðspláss sítt á Fiskamarknaðinum í Klaksvík. Hann veit tí alt um, hvat tað vil siga at koyra gjøgnum teir smølu og ótíðarhóskandi tunlarnar á Borðoynni. Og tað vita hinir 1000 dagligu