tá vit skuldu venja, síggi eg, at har mangla fleiri leikarar. Eftir eini løtu koma allir kyndlaleikararnir inn, og eg biðji teir fara at skifta. Tá fái eg at vita, at teir fyribils hava tikið seg av [...] eisini, at Kyndil hevur drigið landsliðið inn í eitt mál, sum slett einki hevur við landsliðið at gera. - Eg haldi, at Kyndil straffar skeiva partin, tí hetta hevur jú slett einki við landsliðið at gera. [...] num. - Eg dugi ikki heilt at skilja avgerðina hjá Kyndli. Teir hava jú kært málið víðari til dómsnevndina, og so er eingin endalig avgerð tikin. Eg haldi teir áttu at bíða at gjørt nakað, til dómsnevndin
Hinvegin eru umstøðurnar til at spæla tennis ikki av teimum bestu, tí so fáir vøllir eru, og eisini er tað sera trupult at sleppa inn í hallirnar at spæla, sigur hann at enda. [...] sum ikki so nógv er at hoyra um í fjølmiðlunum her heima, er tennis. Hendan ítróttargrein hevur ikki serliga nógvar fjepparar, og tað er óivað høvuðsorsøkin til, at so lítið er at hoyra um tennis her á [...] sjálvsagt ikki mennandi fyri áhugan fyri tennis, at so er, heldur Jón Brekku. Hann leggur tó afturat, at tennisfólkini av Gibraltar hava í kvittanum at skipa fyri einari uttanveltaðari oyggjaleika-ten
frá hondini, tó ikki endaliga. Vit valdu at siga, at vit stinga høvdini saman aftur um hálvan september fyri at gera tað endaliga liðugt. Men tað sær út til, at hasar báðar lóggávurnar koma endaliga upp [...] sjálvandi staðist av, at vit frá okkara síðu hava víst á, at hetta hevur verið danskt ábyrgdarøkið øll árini, og at teir fyrst og fremst hava riðið sjóvarfallið av sær, tá tað snýr seg um at útbyggja flogvøllin [...] og føroyingar. -Støðan er jú tann, at flogvøllurin afturúrsilgdur. Hann er ikki uppgraderaður. Danir streingja sjálvandi eisini á at fáa málið avgreitt soleiðis, at føroyingar yvirtaka tað anleggið, sum
sannlíkt er tað altso, at GÍ fer at flyta upp, og at HB skal í endaspæl um eitt pláss í næstbestu deildini. Tað er greitt, at KÍ verður næstaftast í 2. deild. Tað vil við øðrum orðum siga, at klaksvíkingar og [...] GÍ, sum bæði fer at flyta upp í 2. og í 3. deild. Allir fótbóltsspælarar og øll lið spæla fyri at vinna ? hvørja ferð. Teir í 4. deild fegnast um at vinna, men teir eru neyvan sinnaðir at spæla í 3. deild [...] málini eru longu rokkin, og í summar bendi alt á, at hetta málið eisini skuldi røkkast. Enn er møguleiki hjá HB at flyta upp. Men nú er sannlíkið fyri, at hetta skal gerast uttan endaspæl, rættuliga lítið
tú ynskir innlit, so eigur tú at fáa innlit. Tær nýtist ikki at kenna paragraffir ella at skriva umsóknir. Tær nýtist heldur ikki at vera myndugur. Eitt barn hevur sama krav upp á alment innlit, og umsitingin [...] umsitingin hevur skyldu til at hjálpa við at geva innlitið, líkamikið hvør spyr, ella hvussu verður spurt. Kortini dugir Tórshavnar kommuna ikki at fylgja lógini, ella leggur hon ikki í at fylgja lógini. Eg skilji [...] borgarum sínum svar, eigur at fáa av at vita. Lógin um alment innlit kom fyri tíggju árum síðani, í 1994. Vit kenna hana flest øll, hon er ikki so torskild heldur. Um tú veitst av, at eitt mál er til, og tú
Avgerðini um at býta javnt millum limalondini hevur Danmark vegna Føroyar og Grønland áhaldandi mótmælt. Føroyska sjónarmiðið er, at tá kvotan verður býtt eigur at verða lagt upp fyri, at Føroyar søguliga [...] komin ásamt um, at føroyski fiskiskapurin í NAFO øki 3L steðgaði á miðnátt 31. august. Afturfyri hevur Kanada lovað at stuðla kravinum um, at føroyski parturin av samlaðu kvotuni eigur at gerast størri. [...] útlagt soleiðis, at Danmark gav eftir fyri trýsti úr Kanada. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur avgjørt at senda út tíðindaskriv til fjølmiðlar í Kanada fyri at gera greitt, at fiskiskapurin í 3L
Einligu mammurnar vóru so illa sperdar, at tær høvdu ongan pening til at rinda sjónvarp- og útvarpsgjald. Fleiri teirra vóru noyddar at útseta rokningar fyri at hava pening til føðingardagar og konfirmasjónir [...] Strøm, um hvørji átøk, hann ætlar at gera fyri einligu mammunum í Føroyum. Skipanir vanta Landsstýrismaðurin í almannamálum dylir ikki fyri, at fremsta orsøkin til, at føroysku mammurnar hava tað torførari [...] eg noyddur at raðfesta eldraøkið, sinnisveik, minnisveik fremst, og so mugu nýggju skipanirnar koma í aðru røð. Kortini má eg sláa fast, at tað er ein greiður langtíðarmálsetningur hjá mær at seta búst
tørvur á fyri at vera til. Og so er ikki so langt frá hesi mynd at tala um hitt fótfesta, guðsóttandi menniskja, hvørs røtur ikki bara eru knýttar at tí forgongiliga, tí komandi og farandi, men at sjálvum hinum [...] Tað er eyðsýnt, at profeturin við hesi myndini av trænum og tess rótum hugsar um okkum menniskju, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum, at vit eru rótfest ? at vit eiga røtur, ið stinga djúpt, haðani [...] Camara, biskupur, hevur sagt, at »tá trøini síggja okkum menniskju, fáa tey samkenslu við okkum, tí teimum tykir synd í okkum. Tey halda, at vindurin man fara avstað við okkum, tí at vit menniskju hava jú ongar
hesa kapping. Smyril Blue Water fór í farna mánað undir at bjóða seg fram at taka sær av luftfrakt. Kundarnir krevja fjølbroytni Higartil er so at siga allur flutningur, sum Smyril Blue Water hevur tikið [...] Norrønu, men nú hevur fyritøkan so lagt eftir at gera seg galdandi á luftfraktsmarknaðinum. Heðin Joensen sigur, at um tú skalt gera teg galdandi, so er alneyðugt, at tú hevur eitt fjølbroytt úrval av flutn [...] Blue Water. - Vit fara tó ikki at satsa 100 prosent upp á luftfraktina, tí tað er ikki tað, sum vit skulu liva av. Heldur vil eg siga, at vit við hesum fáa enn eitt bein at standa á, sigur Heðin Joensen
neyðugt at gera seg út til tað. - Ja, ein er snøgt sagt noyddur at satsa eitt sindur. - Eg ætli mær tí at gera handilin bæði innbjóðandi og hugnaligan. Handilin skal verða spennandi hjá kundanum at koma inn [...] einum stórum úrvali av gávulutum. - Vit vænta, at nógv fólk fara at koma hendavegin, tá Norðoyatunnilin letur upp. - Og fyri okkum skuldi tað helst verðið so, at fólk koma inn í okkara handil - ikki bara einaferð [...] verða somuleiðis at fáa. Hugskot Tá vit vitjaðu handilin stutt eftir middag í gjár vóru Synnøva og hjálpari hennara, Katrin í ferð við at mála innan. Hon hevur eisini fingið Linda Laksáfoss at hjálpa sær við