talsmonnum hansara, at vísir tað seg, at forsetin hevur vunnið í statunum Nevada og New Mexico, fer hann væntandi at kunngera, at hann hevur vunnið valið. Men tá gongur hann út frá, at hann fer at vinna í Ohio [...] til reiðar at bíða eftir úrslitinum. Vit fara at stríðast fyri hvørjari einastu atkvøðu, segði varaforsetaevnið hjá Kerry, John Edwards, í gjár. Tað er tó ikki vist, at Bush, forseti, fer at bíða eftir [...] valevnini, at einki kundi sigast við vissu. Sambært CNN hevði Bush fingið 125.000 atkvøður fleiri enn John Kerry, men av tí at meiri enn 250.000 brævatkvøður ikki vóru taldar, bar ikki til at staðfesta
sigur, at hóast fiskurin er smáur, er hann rímiliga góður. - Eg haldi, at hýsan er, sum hon plagar at verða til fiti hesa tíðina av árinum, sigur Jason. Vánaligt veður Hvussu komandi dagarnir fara at roynast [...] til USA. Hann sigur, at tá ið minni hevur verið at fingið av hýsu, og nógvur upsi annars hevur verið á marknaðinum, hava tey arbeitt nakað av upsa. - Men tað er langt ímillum, at vit gera tað, sigur hann [...] roynast, sigur Jason seg illa at duga at meta um. - Veðrið er rættiliga óstøðugt, bæði her hjá okkum og í Norðsjónum. Tí kann hugsast, at útlendski marknaðurin verður góður undan jólahøgtíðini. Tey vóru annars
fer at manna leiðsluna í nýggja felagnum, ella hvussu felagið fer at eita. Hann staðfestir tó, at tað sambært viðtøkunum kunnu vera millum fýra og seks persónar í nevndini. - Starvsfólkini koma at eiga [...] men her tykist tað mest upplagda í øllum førum, at Bergur í Garði, postverksstjóri, fer at verða fyrsti stjórin. Alneyðugt stig Tað er eingin loyna, at umskipanin av Postverkinum hevur verið eitt av h [...] tað er so ikki fyrr enn nú, at tað hevur eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri ætlanini. - Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt leingi við, og mín meinin er í øllum førum, at hetta er nakað, sum skuldi
sigur hon, at tað enn einaferð varð staðfest, at endamálið er ikki at troka menninir av rókini, men at koma inn og fáa títt egna ígjøgnum. Sum hon hevur sagt fyrr, so halda kvinnur ofta, at tær skulu vita [...] spennandi at hoyra Pia Christmas-Møller, tí hon fortelur á ein sera dynamiskan og livandi hátt. Bjóða teg fram Eitt nú greiddi hon frá, at málið hevur onki við menn at gera. Málið er at koma inn og at fáa sítt [...] hvussu tær hava borið seg at við at koma fram í politikki. - Tú mást fyrst og fremst hava ein sterkan vilja um at arbeiða við tínum egna politikki. Tí er eisini alneyðugt, at tú setir tær nøkur mál, sum
Í setanarrøðu síni segði løgmaður, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur at hyggja út um landoddarnar, eins og tað hevur týdning at skipa so fyri, at útlendskar fyritøkur kunnu hyggja inn [...] smáu fyritøkurnar, sum hava brúk fyri at vita, hvat gongur fyri seg uttan um okkum. Løgmaður segði seg vóna, at North Atlantic Fish Fair fer at eydnast væl, og at framsýningin verður eggjandi fyri framsýnarar [...] var løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum eisini hevði heiðurin at seta North Atlantic Fish Fair. Løgmaður segði, at tað er honum ein stórur heiður at kunna seta hesa stevnu, sum nú hevur fest røtur í Føroyum
Ta› er einki at ivast í, at ein stórur trupulleiki í sambandi vi› útlendingamál er, at máli› skal vi›ger›ast bæ›i her heima í Føroyum og í danska Udlændingestyrelsen. Ta› sigur seg sjálvt, at ein slíkur [...] Hoydal seg›i millum anna›, tá hann leg›i máli› fram, at vit sjálvandi skulu vera varin at lata upp fyri útlendskari arbei›smegi, men at ta› er alney›ugt, at lógin gerst smidligari. - Útlendingar, sum søkja [...] arbei›a hjá, seg›i Høgni Hoydal. Ví›ari vísti forma›ur Tjó›veldisfloksins á, at máli› er klárt at yvirtaka. - Kostna›urin fyri at umsita umsóknir um uppihalds- og arbei›sloyvi umframt familjusamanføring er
eisini, at undirlendið úti í sjónum ikki er nóg gott. - Tað hevur ofta verið líka við, at tað gekk galið, men nú verður so alt gjørt av nýggjum, bæði skinnarar, bedingsvognur og spæl. Hann sigur, at teir [...] vænta, at hetta hevði tikið ov nógva tíð frá øðrum arbeiði, soleiðis at vit ongastaðni vóru "heilir". Nýggju skinnararnir skulu ganga longur út í sjógvin enn verandi, skinnarar og tað merkir, at skipasmiðjan [...] nýggju bedingini klárt at bjóða út um miðjan februar. - Hetta er ein stór, men neyðug íløga, sigur Dánjal Andreassen, sum væntar, at nýggja bedingin á Skála Skipasmiðju helst fer at kosta einar 20 miljónir
tá vit skuldu venja, síggi eg, at har mangla fleiri leikarar. Eftir eini løtu koma allir kyndlaleikararnir inn, og eg biðji teir fara at skifta. Tá fái eg at vita, at teir fyribils hava tikið seg av [...] eisini, at Kyndil hevur drigið landsliðið inn í eitt mál, sum slett einki hevur við landsliðið at gera. - Eg haldi, at Kyndil straffar skeiva partin, tí hetta hevur jú slett einki við landsliðið at gera. [...] num. - Eg dugi ikki heilt at skilja avgerðina hjá Kyndli. Teir hava jú kært málið víðari til dómsnevndina, og so er eingin endalig avgerð tikin. Eg haldi teir áttu at bíða at gjørt nakað, til dómsnevndin
Hinvegin eru umstøðurnar til at spæla tennis ikki av teimum bestu, tí so fáir vøllir eru, og eisini er tað sera trupult at sleppa inn í hallirnar at spæla, sigur hann at enda. [...] sum ikki so nógv er at hoyra um í fjølmiðlunum her heima, er tennis. Hendan ítróttargrein hevur ikki serliga nógvar fjepparar, og tað er óivað høvuðsorsøkin til, at so lítið er at hoyra um tennis her á [...] sjálvsagt ikki mennandi fyri áhugan fyri tennis, at so er, heldur Jón Brekku. Hann leggur tó afturat, at tennisfólkini av Gibraltar hava í kvittanum at skipa fyri einari uttanveltaðari oyggjaleika-ten
frá hondini, tó ikki endaliga. Vit valdu at siga, at vit stinga høvdini saman aftur um hálvan september fyri at gera tað endaliga liðugt. Men tað sær út til, at hasar báðar lóggávurnar koma endaliga upp [...] sjálvandi staðist av, at vit frá okkara síðu hava víst á, at hetta hevur verið danskt ábyrgdarøkið øll árini, og at teir fyrst og fremst hava riðið sjóvarfallið av sær, tá tað snýr seg um at útbyggja flogvøllin [...] og føroyingar. -Støðan er jú tann, at flogvøllurin afturúrsilgdur. Hann er ikki uppgraderaður. Danir streingja sjálvandi eisini á at fáa málið avgreitt soleiðis, at føroyingar yvirtaka tað anleggið, sum