stórt hjarta við TB í, og so nøvnini hjá øllum teimum mongu limunum í persónliga fanklubbanum hjá aftasta manni føroyinga. Tá ið føroyska landsliðið spældi ímóti skotum á Pittodrie Stadium í Aberdeen seinasta [...] Johannesen helst besti leikarin á føroyska liðnum. Í dystinum leygardagin var Óli aftur millum teir bestu, og tað sæst ikki á honum, at hann spælir í næstbestu deildini her heima. Eftir dystin var tað [...] tað ein ógvuliga fegin Óli Johannesen, sum Sosialurin fekk eitt skjótt prát við. Hvat heldur tú um dystin í dag? ? Hetta var ótrúligt, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið tað. Hetta er ein tann besti dysturin
teir, sum ikki makkaðu rætt. Eisini í okkara egna kongaríki hevur kongur megnað at avrætta mestsum alt, sum eitt sindur av viti og skili var í. Tað stóra blóðbaðið í Stockholm var eitt dømi. Men heldur [...] landsstýrismaðurin. Hann veit væl, at hann í seinasta enda hevur ábyrgdina, men kann turka hana av niður eftir rygginum á sjónvarpsstjóranum. Hann man tó hava onnur mál í huganum. Sami landsstýrismaður varðar [...] rættiliga opinskáraður í Degi og Viku sama kvøld, sum málið kom alment fram. Síðan hevur hann tagt. Og fyri landsstýrismannin man tað helst fara at roynast frægast, at hann roynir í semju at finna eina loysn
Johnny Deluxe á fløgu og konsert er, sóu vit herfyri, tá Sosialurin varð boðin við á fullkomiliga útselda Johnny Deluxe konsert í Pumpihúsinum Í Keypmannahavn. Á pallinum runnu gittarleikarin Søren og [...] Tá Søren og Noam úr Johnny Deluxe spældu á Planet Awards í januar, spældu teir báðir ungu menninir sín lætta popp beint inn í føroysku hjørtuni. So mikið væl raktu teir, at hópin ungum fólki hevur heitt [...] vilja, Johnny Deluxe kemur til Føroyar í august. Ovfarin av gestablídninum Sangarin Noam, sigur við Sosialin, at hann gjørdist bergtikin av Føroyum, tá hann vitjaði í sambandi við Planet Awards. Bæði hann
lúra í kjalarvørrinum á føstum sambandi. Og her hugsa vit um broytta ferðslumynstrið tvs. øktu og nógv øðrvísi ferðsluna og ferðslumentanina. Fyri tað fyrsta mugu øll viðurskifti í tunlinum verða í tráð [...] fyri so mong menniskju í hesum landi. Eitt er vinna og handil, annað eru tey menniskjansligu bondini hesin tunnilin fer at knýta. Tá tað brádliga verður gerandishending at fara í føðingardag ol. hjá skyldfólki [...] og vinum bara við at seta seg í bilin. Tey persónligu, familieru og vinarskaparbondini, sum tunnilin fer at knýta, gerast so mong, at tað kann ganga yvir okkara forstand í løtuni. Vit duga rætt og slætt
fíggjarlóg. Spuringurin, sum mong seta sær í hesum døgum, er hesin: er øll henda skipan frísk og sunn? Hvussu sunn er alivinnan á sjógvi? Hvussu sunn er alivinnan á landi og í hesum sambandi: hvussu sunnar eru [...] landi er komin á fallandi føti í og við, at flestu virki framleiða við halli. Hvussu fíggjarheimurin hevur tað, vit vita ikki, men alt bendir á, at avlopið 2003 verður ikki í nánd av tí, vit hava sæð áður [...] Uppsagnir og skerjingar í virksemi eru beiskur veruleiki. Tann einasti partur av skipanini, ið tykist hava tað gott, er landskassin. Tað almenna eigur tvær milliardir á bók, fáa vit at vita í tíð og ótíð. Hví
Frálíka sendingin í Útvarpi Føroya týskvøldið um nýggju røkurnar í fiskivinnuni, um gransking og framtíðar troytan av okkara stóra og ríka tilfeingi, eigur at fáa tey, sum púra hava mist vónina, at hugsa [...] hinum: hvussu fáa vit kapital til at seta í gongd, til at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt tað mesta umráðandi málið, sum bæði almenn og privat í Føroyum eiga at arbeiða við og hugsa um [...] góðum kreftum í útlandinum um at raðfesta hægst framtíðar granskingina, sum skal føra til nýggj arbeiðspláss og meirvirði úr okkara verandi tilfeingi. ÚF sendingin viðgjørdi høvdavirkið í Lorvík og víðari
Edvard Hansen, er lærari á Eysturskúlanum og hin, Jens Petur Johansen, starvaðist í mong ár á skrivstovu í timburhandli í Havn. Teir eru á floti, tá ið stundir eru, og tá ið veður og streymur eru til vildar [...] av ymiskum slagi, kvøldskúli, ella hvat tað nú kann vera. Summir menn fjasast í einum báti, og konurnar ganga á bingo, í bindiklubb ella á kvøldskúla. Møguleikarnir eru líka nógvir sum hugflogið. Ert [...] teir heim við. - Vit plaga at fáa einar 10 krónur í miðal fyri kilo av toski, og tað er hampiligur prísur. Hinvegin kann hýsuprísurin fara heilt niður í lítið og lætt. Hans Edvard sigur, at teimum báðum
tað ein uggi, tá nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm í dag úttalar seg, at oljan fer at fáa eins stóra raðfesting í nýggja landsstýrinum sum í tí undanfarna. Vit vilja tó undirstrika her [...] henda broytingin ikki, at minni orka skal leggjast í ta komandi leitingina við Føroyar eftir olju og gassi, tí vit hava vitturliga brúk fyri at gera íløgur í nýggjar vinnuvegir, so samfelagið fær fleiri bein [...] vit meldað út til feløgini, at vit fegin síggja, at tey eru við í tí næsta leitiumfarinunum. At oljuleiting og oljuvinna als ikki eru nevnd í samgonguskjalinum er sera løgið. Hetta má vera eitt mistak, tá
hvussu verður við boringunum í 1. rundu, um hesar skulu borast í Gullhorninum ella um tær skulu flytast og onkrar møguliga leggjast saman til at bora inni á basaltinum t.d. í verandi 9 ára loyvum, og harvið [...] eitt sindur hugaligari. Bæði føroysku oljufeløgini eru við í útbjóðingini. Tað kann tykjast eitt sindur spell, at Atlants Kolvetni ikki er við í nøkrum av tyngru bólkunum. So er spurningurin um felagið hevur [...] sjóvarfallinum ella hetta er tí, at tað í fyrstu atløgu ynskir at arbeiða saman við einum minni felag fyri so seinni at kunna taka onnur stór feløg uppí ella sjálvt "farma" inn í eitt annað samtak. Hetta seinasta
Hóast steðgur er í leitingini um okkara leiðir í løtuni, so verður dúgliga borað hinumegin markið. Í summar er talan um ikki færri enn 4 ymsar brunnar, sum allir kunnu fáa stóran týdning fyri framtíðina [...] framleiðslu í næstum, eru tað eisini góð tíðindi fyri okkum. Og sama er galdandi, tá og um tað fæst at vita, at brunnarnir, sum eru og verða boraðir við markið í summar, hava givið positiv úrslit. Í næstu viku [...] Hetta er fyri tað fyrsta tí, at jarðfrøðin í stóran mun tykist vera sama báðumegin markið tó við undantaki av basaltinum, sum helst fjalir kolvetnisgoymslur í føroysku undirgrundini. Tess fleiri fund verða