at tað var skeivt ikki at brúka royndirnar í fjør í nógv størri mun enn vit hava gjørt tað í ár. Er nøkur eftirmeting av, hvussu hesin fiskiskapur hepnaðist? Vit tillutaðu okkum í fjør nakað tað sama [...] tingfólk hava havt eina longri summarferiu enn flest onnur, eru ásetingar av fiskidøgum, út frá lógini um vinnuligan fiskiskap, eitt tað fyrsta, ið Tingið fer at viðgerða. Og tað seinasta, ið verður viðgjørt [...] føroyska samfelagnum. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit gagnnýta okkara tilfeingi á skilabestan hátt. Um tað er okkara manglandi dugnaskapur at røkja tilfeingið, ella tað er náttúran/skapanarrverkið
løgmaður segði, at tað visti hann einki um, greiðir Eirikur Lindenskov frá. – Eg spurdi hann uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður, og til tað svaraði løgmaður [...] sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum skuld, hvørki tí almenna, privatum ella virkjum. – Tað var eftir skuldsetingar í einum lesarabrævi á Vágaportalinum, har Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen [...] løgmaður, at eftir hansara bestu sannføring var alt uppgjørt, og at hvør hevði fingið sítt. Tað eru meira enn tveir mánaðir síðani, at samrøðan við løgmann stóð í Sosialinum – tann 1. juni – uttan at løgmaður
Hollandi er tað soleiðis, at standa eisini hús tóm, so kann ein og hvør flyta inn í tey. Tað var júst tað, Dánjal og teir fýra gypsitónleikararnir gjørdu. - Vit høvdu einki. Tá vit gjørdu mat var tað í so stórum [...] konsert komu trý fólk. Tað var tað. Men vit spældu sjálvandi, tey komu upp á pallin og tað var stuttligt, greiðir Dánjal frá, sum nú spælir undir heldur øðrvísi umstøðum. Herfyri var hann í München við bólki [...] hjarta, tað var eyðsæð. Tí fór eg til hann eftir konsertina og spurdi, hví vit ikki høvdu hoyrt meira um hann sum persón í almenna rúminum. Frágreiðingin var rímiliga lang og torgreið. Stutta svarið var, at
hóast Club 20 liggur mitt í býnum, so kann tað gott vera nærum manntómt her inni, hóast fleiri túsund fólk eru í býnum. Tað veldst alt um veðrið. Er regn á ólavsøku, fáa vit ikki tikið ímóti øllum fólkinum [...] og royna at geva teimum tað, ið tey vilja hava. Um vit syrgja fyri, at ov ung fólk ikki sleppa inn, og at tey, ið eru inni, skikka sær væl, so er einki øgiligt í hesum. Tá er tað nógv verri við teimum, [...] Í Club 20 hevur tað í eini 8 - 10 ár verið fastur táttur at fingið stripparar til Føroya á ólavsøku, og tann siðin hava tey onga ætlan um at broyta. ? Tað koma nógv fólk til Havnar á ólavsøku, men hóast
toskur, men á Dana Banka var nógv blandað, men tað var smátt. Vit hava loyvi at koma norður á 63 stig. Tað vil siga á SW horninum á Fiskanes Banka. Men har var so onki at síggja. Tað sær út, sum at nakað av [...] august Í dag eru + 5,2 stig og stilli. Tað er ein ørgrynna av mýggjabitum, sum eru ógvuliga svangir. Tað stendur ikki á at fáa bitið onkran og súgva seg mettan av blóði. Tað er góðar umstøður hjá mýggjabitunum [...] eru + 4,2 stig, vindur er av suðri við regni. Tað er eitt øðiligt regn, sum er komið niður. Eg havi eina 14 fót jollu, sum liggur í túninum hjá mær. Hon var hálvfull av regni eftir einum samdøgri. Her er
runt, sum hann var í. Tá var hann smápiltur. 15 ára gamal var hann eina aðru ferð við til Havnar eftir doktara og slapp tá á heimleiðini at vita, um tað var líka makligt at sita uttaná sum inni í bátinum. [...] ikki so lítið, men útslitin vísti hann seg ikki at vera. Tað var vist seigt sum var eftir av honum, og hann var ivaleyst enn førur fyri longri sjóferðum. Hevði fiskað um alt landið “Tygum hava farið víða [...] serliga góð. Tí vóru at stór tíðindi herfyri, at tað endiliga var eydnast at fáa játtan til at digitalisera bløðini, sum tað kallast. Hetta merkir, at tað fer at bera til at leita i bløðunum í telduni heima
drongin, sum var í okkara bólki. Vit prátaðu nógv saman, har eg millum annað greiddi henni frá míni trúgv. Seinni fekk eg enntá møguleika at biðja saman við henni, og hon bleiv eisini frelst. Tað var ótrúliga [...] ein av mongu skúlum sínum. Á skeiðnum í vár var millum annað dentur lagdur á tey grundleggjandi viðurskiftini í kristnu trúnni: guds kærleiki, hvat merkir tað at trúgva á Gud, og hvat er Hansara ynski við [...] frá henni at fara aftur á sama stað. Hon fer nú á eitt longri skeið, sum varir heilt fram til mars mánað komandi ár. Uppleggið her er í stóran mun tað sama: Fyrst verður eitt skeið í frálæru, her tey millum
vera, og tað var longu um hálvan januar, at bátar gjørdu onkra roynd við snellu og fingu fisk. - Tá vit so komu út í hálvan februar ella so, gjørdu fleiri bátar góðar dagar. Teir søgdu, at hetta var torrafiskur [...] Tað eru bilar hjá Hans Egili Joensen & Synum, sum plaga at landa útróðrarbátarnar, sum leggja fiskin upp á land á Eiði, og nú snelluútróður aftur er á Norðhavinum, er talið av bátum nógv størri enn annars [...] torrafiskur, sum stóð inni á summarleiðunum heilt stutt úr landi. Hann vísir á, at í byrjanini av snelluútróðrinum í ár gjørdu menn heilt góðar dagar bara ein ella tveir fjórðingar úr Risanum. Jóhan K. Joensen
vignast betri enn seinnu undanfarnu árini, og tá tað hevur viðrað, hava menn sum oftast gjørt hampiligar dagar. Tað eru fáir, sum einki hava fingið. - Tað er umleið ein mánaði síðan, at várróðurin byrjaði [...] Í 2002 og 2003, tá nógvur várfiskur var at fáa norðan fyri, kundu út við 100 snellubátar leggja fiskin upp á Eiði ein leygardag. Aðrar dagar, tá tað viðraði í vártíðini, kundi talið av bátum saktans liggja [...] apríl. Vanligt var, at menn góvust um páskirnar, men páskirnar liggja so tíðliga í ár, sigur Jóhan K. Joensen. At kalla allur snellufiskurin, sum kemur upp á land á Eiði í løtuni, endar inni á gólvinum hjá
kommunan. Hetta var nemliga ein modernað kommuna, sum legði doyðin á at øll skuldu vita, hvat kommunan ger. Soleiðis var lógin í landinum, fortaldi kommunan, og vísti tíðindafólkunum tað minsta og glaðasta [...] Eg veit ikki, um starvsfólkini í Føroya størstu kommunu vóru einsamøll inni tann dagin, tey settu seg at spæla við eina nøgdsemiskanning fyri at vita, hvat hendi. Ella vildu tey bara gera kommunupápan [...] restina í lumman. Tíðindafólkini kundu jú heldur ikki vita, at kommunan hevði lovað, ikki at siga tað fyri nøkrum, at summi foreldur ikki vóru so glað fyri ansingarstovnin. Men so blivu tíðindafólkini