##med2## - Hetta er ein góð kensla, men vit fara ikki upp at flákra av hesum. Tað sigur 18 ára gamli 6-1 málskjúttin hjá KÍ, Jonn Johannessen, ið slapp at enda málveitsluna hjá KÍ móti Dinamo Tblisi í kvøld [...] stríðast hart fyri at fáa spælitíð, men sum kortini er avkláraður við sín leiklut, og glaður fyri teir leiklutir hann spælir í søguskrivingini hjá KÍ. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin [...] gjørdi við Jonn Johannessen aftaná minniliga 6-1 sigurin hjá KÍ, ið sendir klaksvíkingar til Írlands at spæla Europa League Play Off dyst móti Dundalk.
seinni hálvleikur fór at snúgva seg meiri um, hvussu stórur sigurin fór at verða, heldur enn at tað fór at eydnast B36 av svara aftur. Men B36 vísti eftir steðgin, at føroyskur liðfótbóltur er á øðrum støði [...] verður fokus sett á at standa seg væl í landskappingini og at vinna seg í finaluna um løgmanssteypið soleiðis, at B36 aftur næsta ár fær møguleika at royna seg í Europa. Avrikini í ár siga, at tað altíð kann [...] heimaliðið um munin til 3-1, og so var tað greitt, at hetta var síðsti dysturin hjá B36 í Europa á hesum sinni. Avrikið í Bulgaria í kvøld var staðfesting av, at talan er um nýggjar tíðir í føroyskum liðfótbólti
fyri Løgtingið í næstum. Landsstýrismaðurin sigur, at fíggjarliga støðan hjá Als er so góð nú, at tað er ráðiligt at hækka útgjaldið og at lækka inngjaldið. Als hevur havt avlop á hvørjum ári síðani 2014 [...] metir stýrið fyri Als, at tey eru so væl fyri fíggjarliga, at tey klára eitt arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull 12 ár, og veksur arbeiðsloysið til 10 prosent, klárar Als at halda seg flótandi í [...] fara nú at fáa hægri gjald úr Als. Og samstundis verður inngjaldið til Als, lækkað. Tað er endamálið við einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú fer at leggja fyri
km koyring at nýta ein bensin bil kontra ein el bil. Hvør fer tá at velja at skifta yvir til ein el bil? SEV sigur í tíðindaskrivið 22. September at: “Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta [...] val til løðing av elbilum” og at “Minuttprísurin er ásettur fyri at tryggja, at fólk ikki lata bilin vera knýttan at løðistøðini óneyðuga leingi, og harvið forða øðrum at sleppa framat.” Men við hesum [...] loyvi eg mær at hugsað, um SEV í veruleikanum, yvirhøvur eru áhugaði at vera við, til at fáa Føroyingar at flyta yvir til el bilar. Tað verður als ikki hugsa samhaldsfesti her, á tann hátt, at øll sum ætla
Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hva hann ætlar at gera fyri at bøta um trygdina á arbeiðsplássum í Føroyum. Helgi Abrahamsen sigur, at endamálið er, at eingin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein [...] num. Og hann heldur, at tað er sera sera óheppið og syrgiligt, at tríggjar deyðsvanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum í ár. Landsstýrismaðurin heldur kortini, at sum heild er arbeiðsumhvørvið [...] batnað hes seinnu árini. Hann sigur, at yvirhøvur kann arbeiðsumhvørvið í Føroyum samanberast við hini norðurlondunum. Men hann heldur, at tað er eisini ein sannroynd, at á ávísum arbeiðsplássum, og í
vinfólk, ið taka seg saman og hjálpast at við flettingini. Eftir fletting halda summi veðraball. Hetta er ein hugnalig tíð hjá teimum, sum hava seyð. Fólk eru vælkomin at senda In.fo myndir av fletting við [...] Áðrenn fjøllini verða gingin, er vanligt, at veðrarnir verða flettir, og longu nú hevur verið flett kring um í landinum. Hetta eru hugnaligir dagar, og spenningur er um vekt. Í summum økjum verður nógv
200 metrar, fer tað sostatt at taka trý ár at bora hann, umframt eitt ár at gera vegir, og alt annað, liðugt, ella tilsamans fýra ár. Verða 10 milliónir settar av, fer tað at taka dupult so leingi. Men [...] Tunnilin til Dals er tann fyrsti tunnilin, sum ætlanin var, at tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi gera. Landsverk hevur alla tíðina sagt, at skal tunlasjakkið arbeiða alt árið, skal játtanin á fíggjarlógini [...] fyrstu 7-8 árini. Annars var ætlanin, at tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi gera tunnil til Tjørnuvíkar, til Gjáar, og til aðrar smærri bygdir og gjørt varð av, at Dalstunnilin skuldi vera tann fyrsti
Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt. Løgreglan sigur, at tað var rættiliga lítið fólk í býnum, og tað sæst aftur á døgnrapportini hjá teimum, tí hon er tómlig. Men á vegnum vestan fyri [...] um streymin, varð ein bilur steðgaður, og tá ið tey tosaðu við bilførararn, fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tískil varð hann tikin og blóðroynd varð tikin av honum, og bíðað verður
gjaldið til 0,7 prosent av inntøkuni. Hetta fer at geva heilsutrygd 11,5 milliónir meiri í inntøku um árið. Men tað, sum fer at raka sjúklingar serliga hart, er, at tilskotið til heilivág lækkar. Tey ímillum [...] nógv dýrari at vera sjúkur í Føroyum, serliga hjá fólki, sum hava varandi sjúkur, og sum hava brúk á heilivági dagliga. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fram, staðfestir samgongan, at Heilsutrygd [...] gevur stórt hall og tí verður bæði neyðugt at tálma útreiðslunum hjá Heilsutrygd og at hækka inntøkurnar. Í løtuni rinda fólk 175 krónur tik heilsutrygd um mánaðin, umframt 0,6 prosent av inntøkuni, men
fyri at gagnnýta hesa orkuna sum tær heitu keldurnar eru. Hann heldur nevniliga, at hetta er ein orskukelda, sum eigur at verða gagnýtt afturat vatni, vindi og sólorku. Helgi Abrahamsen sigur, at tað stendur [...] ein møguleiki, vit eiga at kanna nærri og nú er ætlanin at seta ferð á tað. Fleiri løgtingslimir heita á hann um at seta ferð á arbeiðið, fyri at fáa greiði á, hvussu nógva orku, talan er um [...] Nú er ætlanin at skráseta heitar keldur runt um í Føroyum við tí í hyggju at gagnnýta orkuna til at hita hús upp við. Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, í Løgtinginum í gjár.