heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár. Hetta er eitt arbeiði, sum ávirkar flestu okkara, men sum vit ofta ikki geva okkum far um. Viðkomandi ger arbeiðið í tí stilla, men er altíð til reiðar [...] dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar. Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar í árinum [...] hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin
fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino. Fótbóltssamband Føroya stendur saman við fótbóltssambondunum í Danmark, Svøríki, Noregi [...] Noregi, Finnlandi og Íslandi í einari felags fráboðan um støðuna í FIFA. Boðskapurin frá teimum seks norðurlendsku londunum er greiður: – Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan [...] avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at ætlanir sum FIFA Forward Enterprise ikki verða tiknar fram aftur. Við hesi
legði í gjárkvøldið sína fyrstu faldtelefon – eina telefon, sum kann leggjast saman – fram Nýggi stjórin í Apple, John Ternus, legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia [...] marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar saman. Hon skal í staðin vera líka natúrlig [...] aðrir framleiðarar hava verið í fleiri ár, men har sølan enn er avmarkað. Samstundis hevur vaksandi eftirspurningurin eftir sterkum teldulutum til vitlíki skapt fløskuhálsar í veitingarketunum og trýst prísirnar
ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir koyrdir í skúla. Nógv foreldur parkera beint framman fyri [...] tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju [...] nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu. Framman fyri skúlan eru merkt parkeringspláss, men bilførarar kunnu koyra inn og út á Heimasandsveg eftir einum umleið
tíman ella minni, meðan 15 prosent koyrdu skjótari. Hetta stendur í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu fyri árini 2025–2029. Mátingin varð gjørd við innkoyringina [...] tlanin mælir til, at hámarksferðin verður sett stigvíst niður úr 80 í 60 og síðani 50 kilometrar um tíman, áðrenn komið verður inn í bygdina. Harumframt verður mælt til eina bremsioyggj, eitt sonevnt [...] milliónir krónur. Ferðin ov høg fleiri staðni Tilsamans vórðu tíggju ferðmátingar gjørdar í oktober 2024. Hvørt stað varð mált í sjey dagar. Úrslitini vísa, at ferðin var ov høg á fleiri vegastrekkjum. Á kommunalu
Víking. Í dag hittust Víkingur og ÍF fyri triðju ferð í ár í landskappingini. Fyrsti dysturin endaði 2-2 í Leirvík. Annar dysturin endaði við 4-3 sigri til víkingarnar í Fuglafirði, og so var tað í dag, at [...] Víkingarnir halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn [...] Tey trý málini hjá Víkingi í fyrra hálvleiki vóru øll skorað síðsta korterið undan steðginum. Hálvur tími var farin, tá ið Rani Hansen fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni
Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag. Sandnes spældi dyst á útivølli móti Egersund. Egersund dugdi betri at taka av málmøguleikunum, og í seinna hálvleiki megnaðu teir [...] tveimum sinnum at gera sær gagn av tí. Sandnes er nummar níggju í deildini við 20 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri Strømmen, ið er næstaftast í deildini við 15 stigum. Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes
Kina sigur í dag, at nýggj revsitiltøk og fíggjarligt trýst móti Iran er eingin loysn á stríðnum í Miðeystri. Tað er eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, sum eigur orðini. Í gjár skrivaði [...] skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump á Truth Social, at hann fer at seta í verk "tey mest oyðileggjandi búskaparligu átøkini" nakrantíð móti Iran. Ógreiða er tó um, júst hvørji tiltøk forsetin hugsar [...] at taka ábyrgd og loysa trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólkið í kinesiska uttanríkisráðnum. Tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum endurgevur talsfólkið, Lin Jian.
hevur sent limunum í teimum 11 limafeløgunum eina umfatandi spurnarkanning. Endamálið er at fáa haldgóða vitan um livikor, umstøður og avbjóðingar hjá listafólkum. Úrslitini skulu brúkast í samskiftinum við [...] eitt lítið áhugafelag eigur at gjalda fyri arbeiðið. Les samrøðuna og hvøssu atfinningarnar í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] við almennar og politiskar myndugleikar. Sunneva Háberg Eysturstein, forkvinna í Listafólkasambandinum, heldur, at nógv verður tosað um nýggja politiska kós, men at eingin greið ætlan sæst fyri listina
Í kvøld var fyrsti dystur í 18. umfari í Meistaradeildini hjá monnum. Hann var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann 3-2 ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta [...] hann verið millum teir fyrstu ellivu – bæði í 2-1 tapinum á Toftum og aftur í kvøld. Ímóti EB/Streymi var hann í fyrra hálvleiki tvífaldur málskjútti, og higartil í ár hevur hann skorað fýra mál, og harvið [...] 25 ára gamli svenski álopsspælarin kom í fjør til 07 Vestur. Hann hevur nú sambært FaroeSoccer spælt 29 dystir í Meistaradeildini, og hann hevur skorað 9 mál. Í kvøld legði hann heimaliðið framum 1-0,