men seinastu umførini hevur grøna havnarliðið veruliga bitð frá sær, og tað er einki at ivast í, at ein sigur á grannunum nú stendur heilt ovarliga á ynskislistanum. KÍF hevur eisini argað væl og virðiliga [...] kanska í Vestmanna, har eitt StÍF-lið í formkreppu skal royna at venda gongdini móti VÍF, sum veruliga hevur havt undanvind, og sum veruliga tykist hava funnið rætta spælið framaftur. Eisini hóast teir taptu
seinna lýsir bygningarnar í Koltri og brot av gerandislívinum har gjøgnum fleiri ættarlið. Bókaverkið hevur støði í drúgvum granskingarsamstarvi hjá arkitektunum Palle Dyreborg og Poul Jensen á Kunstakademiets [...] eiðið hava arkitektlesandi fleiri ferðir verið á uppmátingarferðum í Føroyum, har serliga Koltur hevur verið útgangsstøði fyri neyvum kanningum. Innihaldsliga og grafiskt eru bøkurnar skipaðar eins, har [...] veðurlagnum, fjøltáttaða djóraríkinum, fjallalandslagnum, havinum og ljósspælinum. Samlaða verkið hevur heitið ?Nordatlantisk arkitektur?, har bind 1 og 2 telja ávikavist 300 og 250 síður. Tað er Kunst
Fótbóltur Eftir at finaludysturin tey bæði seinastu árini hevur verið spældur á heysti, verður talan í 2009 aftur um ólavsøkufinalu. Orsøkirnar til hetta eru tvinnar, sigur Sveinur Tróndarson, formaður [...] kappingin í ár skipað soleiðis, at summarfrítíðin er frá seinast í juni til á leið 20. juli. - Harnæst hevur UEFA eisini broytt sínar kappingardagar, soleiðis at seinna undankappingarumfar er liðugt longu 22 [...] verður karmur um steypafinaluna, sigur Sveinur Tróndarson. - Hendir tað so, at eitt føroyskt lið hevur spælt seg víðari til 3. umfarið í europiskum høpi, samstundis sum liðið skal spæla finalu á ólavsøku
hesar listarnar, segði Jens Marni. Hann segði, at hann nú hevur spælt í ræðuliga nógv ár, men hóast hann hevur verið við á nógvum útgávum, so hevur hann ongantíð fyrr gjørt sína egnu fløgu. Og tað er helst
SEV hevur biðið myndugleikarnar um loyvi at hækka streymprísin við 4 oyrum frá 1. januar at rokna SEV fær 60 prosent av sínari orku frá at brenna olju, men streymprísurin fylgir ikki nevyt gongdini í [...] oljuprísunum. - SEV hevur ikki fylgt oljuprísinum neyvt, sum onnur gera. Vit hava heldur roynt at halda ein javnan prís yvir longri tíð. Tað merkir so eisini, at vit sjálvi fíggja toppin av hækkingini [...] fyri 2009 hava vit lagt eina príshækking á 4 oyru inn. Hesa hækking byggja vit á oljuprísin, sum hevur verið í heyst, á okkara útbyggingarætlan at av varðandi orkukeldum, og príshækkingin er í samsvar
gøtuna við nýggjari fløgu, men hesu ferð við tónleiki, ið sambært Peturi aldrin áður hevur sæð dagsins ljós. Petur Pólson hevur verið støðugt frammi við nýggjum tónleiki seinastu árini. Nú er aftur ein fløga [...] at tónleikurin á hesari fløguni er tónleikur, ið vit aldrin áður hava hoyrt, sigur hann. Fløgan hevur leingi verið ávegis, og seinastu trý árini hava Petur og aðrir tónleikarar arbeitt við innihaldinum
Arbeiðsloysisskipanin hevur nú skrásett 662 arbeiðsleys. Hetta eru 150 fleiri enn fyri 1 mánaði síðani. Í mun til somu tíð í fjør er talið á arbeiðsleysum meir enn tvífaldið, skrivar Samtak á heimasíðuni [...] hava eina ávísa uppsagnartíð. Eisini eru nøkur arbeiðsleys, ið fáa frá almannastovuni - hetta tal hevur seinastu árini ligið um 100 fólk. Arbeiðsloysi er vaksið rættiliga nógv hesar seinastu 2 mánaðirnar [...] januar eru væl hægri enn tey hava verið seinastu tvey árini. Talið á konufólki, ið eru arbeiðsleys hevur vanliga ligið omanfyri talið á monnum, sum eru arbeiðsleysir. Onkutíð hava tað verið nærum tvífalt
eins og Serbia og Kroatia, hevur gjørt stór framstig seinastu árini, og hava teir sett síni fingramerki á hetta HM-endaspælið. Høvuðsímyndin av makedonska landsliðinum, hevur verið stórskjúttin, Kiril Lazarov [...] gjár setti Lazarov HM-met, tá hann kom uppá 92 mál í hesum HM-endaspælinum. Eingin annar spælari hevur nakrantíð í HM-søguni skorað so nógv mál í einum HM-endaspælið Í gjár vann Makedonia 32-31 ímóti
til 0,2 promillu, men hevur tó landsstýrið ikki mett, at tað við verandi kanningum á økinum ber til heilt greitt at staðfesta, at úrslitið av eini lækking av promillumarkinum hevur við sær, at talið á [...] nevnt rúsdrekkakoyring, verður revsingin framhaldandi gjørd í stigum. Ein broyting er, at um persónur hevur mist koyrirættindini treytað vegna rúsdrekkakoyring, so verður krav sett um skeið í rúsdrekka og ferðslu
ítróttarheiminum vitjaðu við borðið hjá kringvarpsvertunum. Í samrøðu við Sosialin hevur Høgni í Stórustovu áður sagt, at nevndin hevur arbeitt við at tekna sær eina vangamynd av nýggja landsliðsvenjaranum. Og [...] úttalar seg um hatta málið. Men tað er nú um koma hartil, at nýggjur venjari skal setast. Okkara mál hevur alla tíðina, at vit høvdu setanina greidda hampuliga tíðliga í nýggja árinum, og tað er líkt til,