full fólk at gera og tí eigur ein ávís trygd at vera fyri, at teir duga sær hógv. Tískil er tað nú eitt krav, at duravørar skulu ikki hava dóm fyri revsiverd viðurskifti, sum hava við sær, at vandi er fyri [...] fyri, at starvið verður misnýtt. Somuleiðis skulu duravørar ikki hava havt eina slíka atferð, at orsøk er at halda, at teir ikki fara at røkja starvið á fullgóðan hátt. Samstundis skulu durarvørar nú hava [...] um, har tað týðiliga sæst, at viðkomandi er duravørur. Tað er eisini eitt krav, at duravørar hava samleikaprógv uppi á sær og vilja gestir, ella myndugleikar, sleppa at síggja tað, skulu teir vísa tað
tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um. Í hesum sambandi vísa tey á, at Føroya Løgting hevur ongantíð samtykt, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum og okkara almenna mál. Tey halda heldur ikki, at vit hava [...] av lesitilfari til føroyskt. Tey vísa á, at arbeiðið við einum tjóðarmáli verður ongantíð liðugt, og í hesum døgum sæst týðiliga, at tað er brúk fyri at politiski myndugleikin tekur lógvatak saman um føroyska [...] føroyska málið. Tað er neyðugt fyri at kunna gera tað, sum krevst fyri at tryggja føroyskum sítt rætta pláss í samfelagnum, eins og tryggja at føroyskt í framtíðini verður verðandi høvuðssamskiftismál
ar Universitet. Hann heldur, at ommur og abbar, sum eru farin um tey seksti, eiga ikki at vitja hjá ommu-og abbabørnum. Tað verður í morgin, at danska Heilsustýrið fer at greiða frá sínum tilmælum í hesum [...] heldur, at ommur og abbar eiga at aftra seg við at vera saman við ommu-og abbabørnum í tíðini sum kemur. - Nú skulu ommur og abbar ansa sær serliga væl, og hetta verður avgjørt ikki tíðin at vitja tey [...] granskarin stúrur fyri, at tað verður ein smittuspjaðing av covid-19 í barnagørðum og skúlum. Hann vísir á, at nógv børn eru alla tíðina eitt sindur førkølaði, og tað verður ógvuliga trupult at meta um, hvør møguliga
siglingina. Men skiparin sigur, at tá ið tað er nógvur vindur vestan eftir, er tað ringt at manøvrera inni í Tórshavnar Havn, so ikki fyri at taka nøkur óráð fyri, hevur hann gjørt av at avlýsa siglingina, tá ið [...] tíðliga í morgin at tað verður nógvur vindur, men so tekur hann av aftur út á fyrrapartin. Tískil hevur hann tikið støðu til at avlýsa tveir túrar hjá Smyrli. Hann sigur, at tað má ikki henda, at Smyril fær [...] Strandferðsluna at avlýsa tveir túrar hjá Smyrli. Tað merkir, at Smyril siglur ikki til Havnar klokkan 21 í kvøld og suður aftur klokkan sjey í morgin ári. Erland Mørkøra, skipari á Smyrli, sigur, at tað er serliga
hesum árinum fyri at fara undir at skapa okkum ein framsóknan leiklut innan hendan stovnin. – Ætlan okkara er at víkja eitt sindur sum »seniorlimir« í kongsfamiljuni og arbeiða fyri at gerast búskaparliga [...] fult út at stuðla hennara hátign drotningini, siga tey bæði í uppslagnum. Parið upplýsir víðari, at tey hava æltanir um at viga sína tíð ímillum Bretland og Norðuramerika, meðan tey halda fram við at røkja [...] Landafrøðiliga javnvágin fer at gera okkum før fyri at ala upp son okkara við viðurkenning av kongaligu siðunum, sum hann er føddur til, meðan vit eisini geva familju okkara pláss til at savna seg um næsta kapittul
Fólkaflokkin, halda, at tað er stak óheppið at seta tveir bólkar av borgarum upp ímóti hvørjum øðrum, tí hesi bæði málini hava einki við hvørt annað at gera. Annars samtykti býráðið einmælt at tað skuldi vera [...] meirilutin í býráðnum samtykt, at seta eina skipan í verk, har pensjónistar kunnu fáa fólk heim at gera reint. Men pensjónistar skulu 170 krónur, hvørja ferð onkur kemur at gera reint fyri tey, og tað er [...] veturin, ella frá 15. august til 1. mai. Men nú hevur býráðið so samtykt at brúka 700.000 krónur afturat til endamálið. soleiðis at tey, sum íðka ítrótt og venja, eisini kunnu brúka allar hallirnar í kommununi
huga, at tvey dynamisk øki vanliga stimbra hvørt annað í menning, ynskja tey í Runavíkar kommunu, at fólkavøksturin, sum verið hevur hesi seinnu árini, fer at halda fram. - Runavíkar havn fer at fáa eina [...] halda tey tað vera torført at meta um, hvussu hetta skiftið kemur at broyta viðurskiftini báðu megin Eysturoyartunnilin, men tey halda tað vera avgerandi fyri báðar partar, at Runavíkar kommuna ikki gerst [...] landinum, búgva nú 4.150 fólk, og har halda tey, at tað serliga eru tvær orsøkir til fólkavøksturin. Tað hava verið munandi útstykkingar í fleiri bygdum og so tað, at koyrandi verður undir Tangafirði um eitt lítið
hann ger fyri at hjálpa teimum heim, og nær tað er væntandi at teir sleppa heim. Brandur Sandoy vísir á, at nú korona herjar heimin, er støðan rættiliga ógreið, eisini viðvíkjandi tí at ferðast ímillum [...] sum eru uttanlands, um at koma til Føroya undan farsóttini. – Tí er tað løgið, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa hesum fólkum, nú tey kortini ikki sleppa heim til Føroya at verða saman við síni [...] Sandoy. Hann sigur, at tað tykist sum um at trupulleikin liggur hjá donskum myndugleikum. Hinvegin hava danskir myndugleikar heitt á danskar ríkisborgarar, sum vóru uttanlands um at koma heim. Og føroyskir
Tað hevur mangan verið sagt, at tað ikki hevur eydnast at finna grønar orkukeldur til skip og bátar, og tí noyðast vit at brúka olju. Men endamálið við hesari verkætlanini at gera sjóvinnuna umhvørvisvinarliga [...] 60 arbeiðsbátar í alingini og har halda tey, at tað er sjálvsagt, at tey eru við í eini verkætlan, sum hesari. – Vónandi eydnast hon so mikið væl, at bátar, riknir við grønari orku, verða sjálvsagdir [...] sum vilja lata uppskot inn, frítt at velja grøna orkukeldu. – Hesi næstu árini byggja vit vindorkuna munandi út, og vit vita, at nógvar dagar fer nógv avlopsorka at vera. Hetta er ein verkætlan, sum
av øllum. Jørgen Niclasen, sigur, at hetta er ein gamal trupulleiki. Eitt lágmark upp á 300 krónur varð sett á fyri at, spara umsiting og tí at er órímiliga dýrt, at ein vøra skal kosta meiri í avgjøldum [...] spurningurin um at føroyingar keypa ymsar vørur á internetinum, reistur á Løgtingi. Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum vildi hava at vita um nøkur ætlan er at javntseta føroyskar [...] føroyskar handlar og nethandlar. Hann minnir á, at Handilsvinnufelagið hevur víst, at tað er kappingaravlagandi, at vi kunnu keypa fyri 300 krónur frá útlendskum handlum á internetinum, men keypa vit úr einum