so at tey, sum hava lágar pensjónir, rinda minni í skatti enn tey, sum hava hægri pensjónir. Kristina Háfoss vísir á, at í okkara grannalondum fegnast tey um, at inntøkur frá pensjónsskatti fara at økjast [...] í Føroyum at vaksa úr 1,2 milliardir krónur upp í 2,4 milliardir krónur. - Hetta hongur ikki saman. Her verða ov fá at rinda fyri ov nógv, sigur Kristina Háfoss. - Tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið [...] Búskaparráðið hevur víst á, at forskattingin av pensjónum er tað øvugta av at tryggja fíggjarligt haldføri í føroyska búskapinum, sigur hon. - Tí eigur forskattingin sum skjótast at verða broytt til pensjónsskatt
kvotan á Flemish Kap er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit nú fara at frysta veiðina umborð í staðin fyri at veiða ísfisk. Hann sigur seg trúgva upp á, at eitt frystilínuskip hevur nógv størri møguleikar [...] - Nú skulu vit ikki vóna, at túrarnir verða so langir har yviri, men vit kunnu rokna við, at túrarnir fara at verða einar 5-6 vikur langir. Skiparin og skipaeigarin heldur, at eitt frystilínuskip eisini [...] segði Líggjas Johannesen, skipari og skipaeigari, at føroysku fiskiveiðimøguleikarnir á Flemish Kap eru ein høvuðsorsøkin til, at teir hava gjørt av at skifta gamla ísfiskalínuskipið Klakk út við eitt nýggjari
uppgávu at áseta eitt føroyskt fátækramark. Arbeiðið er nógv seinkað, tí eftir ætlan skuldi tað vera liðugt fyri næstan einum ári síðani. Men at arbeiðið er seinkað er kanska eisini ein avleiðing av, at tað [...] tað er ein torfør uppgáva at áseta eitt fátækramark. Av tí at tey nú eru í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, er tað lítið og einki, hann fær sagt um, hvussu eitt føroyskt fátækramark verður ásett [...] ført fram, at tað eru ymisk grundsjónarmið, eitt fátækramark skal byggja á. Skal tað byggja á hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg? Skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt
mælir til at skerja dagarnar átta prosent. Bæði meiriluti og minniluti vísa á, at støðan hjá toska- og hýsustovnunum undir Føroyum er sera hættislig. Tí er neyðugt at taka ítøkilig stig til at verja stovnin [...] stovnin. Og tað stigið er at skerja fiskidagarnar. Afturfyri skulu línuskipini kenna seg vís í, at tey eisini næsta fiskiár sleppa á Flemish Kap at royna eftir toski. Meirilutin í Vinnunevndini skrivar soleiðis [...] politiskt trýst valdi at loyva línuskipunum og trolarum at fiska á Flemish Kap. Uttan iva eitt kærkomið fíggjarligt og vinnuligt íkast til flotan, sum eftir minnilutans tykki eigur at halda fram og leggjast
hann helt, at tað var bar tí at hann hevði ovtikið seg í kappingini við Suðuroying og Havnarbátin. Men fríggjamorgunin fór hann brádliga at síggja dupult og hann føldi, at hann hevði lyndi til at detta eftir [...] síða í andlitinum var eitt sindur deyð at byrja við, men hetta hevur eisini rættað seg aftur. Hvannrok skrivar at Svein Rógvi hevur fingið at vita frá læknanum, at hann er liðugur sum kapprógvari og sum [...] kortini er hann fegin um, at hann er komin so væl fyri seg, tí blóðproppurin kundi gjørt meira skaða. Og hondbóltinum ætlar hann sær ikki at sleppa, tí tað liggur í kortunum, at hann skal verða venjari hjá
skjótt sá, at her fekk hann verið við: – Hjá mær ráddi um at fáa fyrimun av styrkini, mátanum eg koyri uppá og so tí, at eg tekniskt eri betur fyri, enn teir flestu av hinum. Eg helt meg tætt at Elliot Baxter [...] árini, og tað bar væl til. Longu beinanvegin dugdi Helgi at síggja, at hann koyrdi nógv skjótari í svingunum og undanbrekku, enn hinir gjørdu, men at teir vóru skjótari á sløttum. – Vinnarin dugdi so bæði [...] plássi. – Vit høvdu vónað, at vit kundu fáa heiðursmerki í liðkappingini, men vit vóru so óhepnir, at allir – uttan eg og Høgni Øster – punkteraðu, og tí megnaðu vit ikki at fáa nakað heiðursmerki sum
mjørki í Vágum, at tað ikki bar til at lenda. Longu undan fráferðini úr Reykjavík gjørdi flogskiparin greitt, at tað var nokk so grátt og myrkt í Vágum, og tað skuldi eisini vísa seg at vera so, tá ferðalagið [...] teimum ferðandi, at alt gekk seint fyri seg og at lítil vilji sást frá starvsfólkunum hjá Servisair veruliga at loysa uppgávuna. Síðstu av ferðafólkunum noyddust ta longu leið til Edinburgh at gista, tí einki [...] nærkaðist. Kortini varð roynt at gera eina innflúgving um eitttíðina í nátt, men nærri flogfarið kom vøllinum, verri gjørdist sýnið, so har var ikki annað at gera, enn at seta ferð á uppaftur. Mestsum
skiljast á tann hátt, at Summarfestivalurin er meira fólksligur, har hann koyrir upp á tað kenda. Tey megna eitt nú altíð at fáa kend nøvn at spæla. - Á G! royna vit hinvegin at leita eftir tí, sum er [...] somuleiðis dent á, at samstarvið gerst betri og betri fyri hvørt ár. Man sleppur ikki rundanum, at tað eru stórir munir á festivalunum báðum. - Størsti munurin á festivalunum er, at hesin er eitt sindur [...] er torførur at fáa aðrastaðni, sigur Janus. Janus er eisini varugur við, at aldursbólkarnir á festivalunum eru ymiskir. - Á Summarfestivalinum eru tey væl eldri enn á G!, og tað er satt at siga eitt, sum
hóskvøldið fer Tórshavnar býráð at viðgera eitt mál um at gera avtalu við Frelsunarherin um at standa fyri einum skipaðum dagtilhaldi ella hitastovu í býnum. Kommunan sigur, at tørvur er á einum skipaðum tilhaldi [...] hevur verið at gera avtalu við hjálparfelagsskap at standa fyri hitastovuni. Í 2012 vendi Frelsunarherurin sær til kommununa við ætlan um at byggja Herbergið á Dalavegnum út til eisini at fevna um dagtilhald [...] mæla býráðnum at taka undir við ætlanini. Málið kemur fyri býráðið nú hóskvøldið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um at ein avtala verður gjørd, men hann ætlar sær at virka fyri, at Blái Krossur
Menningin á sjónvarpsøkinum ger tó, at nú verður neyðugt at leggja um til MPEG-4. Orsøkin til, at hendan avgerðin er tikin, kemst millum annað av, at tað verður gjørligt at økja talið av sjónvarpsrásum, sum [...] nøkrum brúkarum at skifta gomlu útgerðina út. Hetta verður gjørt fyri at fáa pláss fyri fleiri rásum, myndagóðskan verður betri, og møguleiki fæst at senda HD. Síðan Televarpið fór at senda talgilt sj [...] MPEG-2, er tískil neyðugt at skifta hana út við ein MPEG-4 móttakara. Hevur tú longu eina televarpsboks, ið hevur MPEG-4, fert tú einki at merkja til umleggingina, annað enn at dygdin á myndini verður betri