midnátt í kvøld. – Hóast fólk kanska ganga hægri upp í summar av kappingunum, enn aðrar, so vilja vit fegin hava, at øll halda seg framat. Vit vilja bæði hava fatur í teimum røðarum, sum hava vant í fleiri [...] einari tyrlu, ið sveimar yvir róðrarøkinum. Hóast inniróður er rættiliga nýggj ítróttargrein í Føroyum, sum í øldir hevur kent til kappróður sum gerandisískoyti á havinum, hava føroyingar tikið henda ítróttin [...] midnátt í kvøld í staðin. Longu nú hava yvir hundrað røðarar meldað seg til kappingina, og tað fegnast fyrireikararnir um. – Soleiðis sum tilmeldingin er longu nú, verða helst fleiri røðarar við í ár enn
eitt afturstig í mun til í dag, sigur Sámal í Skorini. Hann heldur, at krav skal setast til bæði teirra menniskjafatan og samfelagshugsan. - Her hugsi eg ikki um politiskan lit, men limirnir í stýrinum mugu [...] sigur hann. Studentaskúlarnir eru í dag í størri mun enn hinir miðnámsskúlarnir merktir av siðbundnari undirvísing, og hetta heldur Mikkjal Helmsdal kann hava sínar røtur í vikunorminum, tí toymisarbeiðið [...] Endurskoðanin, sum var handað landstýrismanninum í mentamálum hesa vikuna er ein strategisk gjøgnumgongd av, hvussu ein nýggj, dagførd skúlaskipan í Føroyum kann síggja út. Arbeiðsbólkurin var mannaður av
mong – av teimum ungu í hvussu er – sum vita hvør Ove Joensen er, og hví vit halda Ovastevnu. Ove Joensen setti sær fyrst í 80-unum fyri at rógva í 6-mannafari einsamallur úr Føroyum niður til Danmarkar [...] Danmarkar. Hann royndi fyrstu ferð í 1984, men mátti seta upp í Hetlandi. Aftur í 1985 endaði royndin í Hetlandi, og føroyingar høvdu mestsum mist vónina um, at tað fór at eydnast Ova Joensen at útinna hetta bragdið [...] um helmingin av savnaða peninginum. Í trongu tíðunum kendi verandi nevndin seg útbrenda, og stig vóru tikin til, at fáa nýtt blóð í nevndina. Hetta hendi í heysti í 1992, tá Bjørg Poulsen, Oda Jacobsen
støðast í landinum. Eingin M.A. lestur Fyri okkum, ið verða liðug við Bachelor útbúgving í summar, er støðan sera óheppin. Fleiri høvdu ætlanir um at fara undir masterlesnað í Føroyum, men hetta sær í løtuni [...] granska í føroyskum viðurskiftum. Einki skynsamt høpi tykist vera í, at lesandi ikki vera upptikin á søgu og samfelagsdeildin aftaná summarfrítíðina. Serstakliga tá hugsað verður um arbeiðisloysi í landinum [...] Fjarlestur sum undanførsla Landstýrisskvinnan í Mentamálum segði í Degi og Viku 30. mars, at tey, sum vilja lesa víðari, kunnu møguliga gera hetta sum fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetrið og annan stovn
táið Pál í sjónvarpinum boðaði frá, at hann ikki ætlaði sær at umboða nakað annað land enn Føroyar á hægsta støði, og bar tað ikki til, varð hann noyddur at velja at luttaka í kappingum, sum lógu í eini lægri [...] týdningarmikið, víkja fyri hesum. Nú kenni eg av góðum grundum umhvørvi, sum hon er uppvaksin í. Úti í Grógv í Syðrugøtu, har eg sjálvur búleikaðist øll míni barnaár. Abbi hennara var mammubeiggi mín, og [...] felagsskapum, har sum bara statir kunnu gerast limir og virka, ímeðan fólki í koloniunum sleppur at spæla fólk í húsi innanvert tey mørk í ostaklokkuni, sum hjálandaveldið nú einaferð setur. Fyri nøkrum árum
frásøgn, men tú ivast ikki í, at her er ein stórur høvundur, ið vil skera inn á bein í endurminningum sínum, hóast tað pínir og verkir. Tær fýra eru skrivaðar av kvinnum í ymsum aldri og frá tveimum londum [...] varð lisin upp í Útvarpinum, men hon tolir at verða lisin. Her er nógvur lívsvísdómur og poesiur, sum skal lesast eisin fleiri ferð. Ein vetur í Stokkhólmi og Áðrenn tú sovnar hevur Jákup í Skemmuni týtt [...] ivast tú í, um tann hjá Linn var komin út og lisin so nógv, um hennara kendu foreldur ikki áttu ein týðandi part av søguni, men hon skrivar um sítt egna lív. Slatur er altíð slatur, ikki bara í Føroyum, og
Fyri fjórðu ferð í fimm ár kunnu unglingarnir í NSÍ rópa seg føroyameistarar. Hetta gjørdist greitt, tá teir hóskvøldið vunnu finalunu á Svangaskarði móti GÍ, sum á sama vølli í fjør vann finaluna móti [...] hevur síðani mitt í summar gingið við brotnum beini, men nú var hann so mikið frægur, at teir í NSÍ hildu tað vera ráðiligt at hava hann við, og hóast evnagóði unglingin sjálvandi ikki er í fullgóðari dys [...] ið fór millum vinir og fíggindar og í málið aftanfyri Hall Hansen, ið sá bóltin ov seint. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði GÍ. Langur bóltur varð sendur úr aftarlaga í høgru, Omar Pálsson snittaði víðari
framdar í verki, og væntar hann, at hetta fer at merkja, at føroyingar flyta av landinum í hópatali, eins og teir gjørdu í kreppuárunum. Og fer hetta at merkja, at næstan bert eldri fólk verða eftir í Føroyum [...] eitt roknistykki. Í hesum roknistykki er indextalið 100 nýtt fyri keypiorkuna hjá vanliga føroyska húskinum í dag. Verður hetta samanborið við støðuna hjá einum vanligum donskum húski í dag, er talið 112 [...] at fara í gongd við nýggjar íløgur. Fyri enn einaferð at strika undir, hvussu ovurbjartskygd Hvítabók er, vísir Javnaðarflokkurin á, at tað á blaðsíðu 102 í Hvítubók verður tosað um tillaginar í fiskivinnuni
Chld hevur verið frammi í nøkur ár, og bólkurin hevur bæði tikið lut í Prix Føroyum og í ólavsøkukonsertini. Fleiri høvdu væntað, at bólkurin fór at koma í Prix Føroyar finaluna í ár, men her vóru suður [...] tikin upp í Pegasus Studio í Klaksvík, sum nú av álvara tykist at hava vunnið seg fram sum best umtókta studio í landinum. Sum vit áður hava skrivað um her í Yngd, so hevur Tangz eisini júst verið í Klaksvík [...] mikið óhepnir, at teir noyddust at taka lut í undankappingini, sum var í Bygdarhúsinum á Strondum, og her var talan um nógv tann sterkasta hópin av bólkum, sum var í nakrari av undankappingum. Tískil noyddist
Vit eru í stillu viku og størsta hátíðin á árinum og í kristnilívinum stendur fyri durum. Men tað er alt annað enn páskafriður, ið valdar í dagsins Europa í dag og sum stendur ovast á dagskránni. Kríggj [...] Instituttið varð stovnað í 1991, og høvuðsuppgávurnar hjá tí liggja á Balkan, Kaukasus og í øðrum økjum í Eystureuropa og fyrrverandi Sovjett-samveldinum. IWPR hevur javnan umboð í Albania, Armenia, Azerbaijan [...] krígsrættardómstólin í Hague, Makedonia and í Georgia. Albanski spurningurin Hvør kennir til Kosovo, Albania og albanska fólkið? Hvør hevði roknað við, at næsta kríggið í Europa skuldi verða í hesum trimum londum