eisini í vaksnamannaárum sæst av og á. Deyðsboðini um hann vóru tí tung at taka. Vit búðu eitt skifti saman í Lucas Debesargøtu, hjá Katrinu og Pola í Havn. Hetta var meðan vit gingu í skúla í Hoydølum [...] hangar-bygningurin í Vága Floghavn. Í Danmørk var hann t.d. eisini við til at tekna Ítróttarparkina Nýggju í Keypmannahavn. Sum Marjun Bæk prestur so væl segði tað í talu síni yvir Igga í Vestmanna Kirkju [...] leið inn í arkitektoniska heimin, har hann fann sítt lívsstarv. Kemur tú framat einum prýðiligum, bláum bygningi í Vesturbýnum í Havn, er talan um Blindaheimið, sum Iggi legði nógva arbeiðsorku í at tekna
Jútska Tónlistaskúlanum í Århus. Bólkurin hevur havt konsertir runt um í Danmark, og í ár vóru leikararnir við í einum tiltaki saman við næmingum á Guildhall School of Music and Drama í London. Ein kvintett [...] er, í mun til skránna hjá fleiri av hinum bólkunum í Summartónum í ár, allur skrivaður í hesu øld. Teimum dáma eisini væl at blanda stílsløg saman, so man hoyrir rútmiskan og klassiskan tónleik í sama [...] solopaukur í Kongaliga Kapellinum og er dosentur við áðurnevnda skúla. Bólkurin hevur vunnið sær altjóða viðurkenning fyri framsørslur sínar av verkum eftir donskum tónaskaldum. Skráin hjá teimum í Føroyum fer
vit hava í landinum? Við 7 monnum í landsstýrinum, sum hann sjálvur setur, 4 monnum í løgtingsins formansskapi, 7 monnum sum formenn fyri tingnevndirnar í løgtinginum, 6 monnum sum formenn í flokkunum [...] a Hvussu langt eru vit komin ávegis í demokratiseringsprosessini í Føroyum anno 2006 kunnu vit av røttum spyrja? Hvussu langt ætla vit okkum at koma víðari í menningini av samfelagnum við visjón [...] anina í tinginum, verður hetta blankt avvíst. Bæði frá landsstýrismanninum, men eisini við breiðum stuðli frá tingmonnum. Altso í parlamentinum, sum hevur lægstu kvinnuumboðan í øllum
fyllir Erling Hansen í Funningsfirði 75 ár. Erling varð føddur í Funningsfirði í 1930. Foreldrini vóru Edmund Hansen úr Funningsfirði og Alma Jóhanna Petersen, ættað úr Hoygarðinum í Funningi. Alma og Edmund [...] eisini úti við gørnum. Ikki bert í Føroyum hevur Erling roynt útróðurin, bæði í Íslandi og Grønlandi hevur hann eisini verið útróðrarmaður. Erling hevur ikki bara roynt sjógvin. Í Danmark royndi hann seg sum [...] eisini skúlabørnini í bygdini til skúlagongd á Skálafjørðinum. Handil høvdu tey eisini í nøkur ár, og einaferð var tað tann stóra dillan hjá ungfólki í Eysturoynni at koyra til grillbarrina í Funningsfirði,
sum tað er í dag. Aftan fyri liggur eitt ókent tímatal og krónutal, men í Himli verður stór løn til øll tey, sum trúføst hava verið við í hesum arbeiði, bæði sædd og ósædd, bæði í lítlum sum í stórum. Komandi [...] at byggja Zarepta, og tann 6.oktober í 1966 varð fyrsti spakin settur í, og síðani, í øll hesi fjøruti árini, hava menn og kvinnur, ung og eldri, allastaðni frá í landinum, ein óteljandi skari av arbeiðsfólki [...] oktober, vóru 40 ár liðin síðani spakin varð settur í til byggingina av Zarepta í Vatnsoyrum 2. Brynleif Hansen, f. 11. oktober 1936, doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi 26. september 1970, 33 ára gamal
skráin hjá Teiti er somikið full við konsertum í USA, Onglandi, Avstralia og Íslandi. Í løtuni er Teitur í USA, har hann í morgin skal gera samrøðu við CNN í New York um tónleik sín. - Tá Teitur gav fyrru [...] at tá hann var í uppskoti til hesa heiðursløn var tað týdningarmikið at gera vart við, at hann var úr Føroyum. Hækkar munandi um profilin - Vit vóru glaðir, tá vit hoyrdu at hann var í uppskoti, og tá [...] kroysta navnið Teitur niður í hálsin á dønum, men heldur at vit spakuliga leggja meira dent á marknaðarføring á danska marknaðinum upp til konsertferðina hjá honum í Danmark í apríl, greiðir Christian Ulf-Hansen
ellivu, sum í 1990 vóru við til at vinna 1?0 á Eysturríki, tikið lut í bestu deildini í Føroyum. 1?0 sigurin í Landskrona 12. september í 1990 verður framvegis mett at vera størsta sensatiónin í fótbólti [...] sama felag, sum hann gjørdi í 1990. Í kvøld skal hann verja NSÍ málið ímóti HB. Sunnudagin var Jan C. Dam á B68 miðvøllinum, og Kurt Mørkøre skoraði eitt mál fyri KÍ ímóti B71. Í tí dystinum setti Kári Reynheim [...] VETERANAR Eitt fótbóltslív í fremstu røð man í miðal liggja um eini tólv ár. Hjá teimum flestu tekur tað sína tíð at koma á toppin. Summir gevast, meðan teir eru á toppinum, aðrir duga at trappa spakuliga
ov lítið við í mentunarlívinum. Til dømis hevði Listastevnan einki tiltak í Klaksvík í ár, og Prix Føroyar kom heldur ikki sum vanligt til Klaksvíkar í ár, men fekk sær ístaðin fastan basa í Fuglafirði. [...] tað er hann ikki einsamallur um, í hvussu er ikki í Klaksvík, har ein arbeiðsbólkur nú er farin undir at arbeiða við at skipa fyri einum poppfestivali komandi ár. Tað er í stóran mun fólkini kring Studio [...] um at verða afturútsigld í mentunarhøpi. - Vit hava altíð havt eitt ríkt mentunarlív her í býnum og nógvur góður tónleikur er sprottin hiðani. Men tað sæst ikki nóg væl aftur í løtuni, sigur Steintór Rasmussen
Djurholm sigur, at arbeiðið fyrst byrjar í Leirvík, og væntandi fer hetta í gongd um mánaðarskifti november/desember. Viðvíkjandi búskaparligu konjunkturgongdini í Føroyum í løtuni tykjast komandi árini fara [...] lendinum í Klaksvík, har vegagerð er á skránni í næstum, skal Friðingarnevndin eisini geva grønt ljós, og nøkur ivamál hava verið viðvíkjandi fornfrøðiligum viðurskiftum og linjuforðingum í Leirvíksfirði [...] álvarsamt forðað fyri ætlanini, og í nærmastu framtíð fer arbeiðið í gongd. - Partafelagið Norðoyatunnilin hevur bjóðað arbeiðið út til vegagerð við tunnilsmunnan í Leirvík, og tilboðini skulu vera inni
ímillum brot á ferðslulógina, sum eru gjørd við vilja og í træmansskapi, og brot sum eru gjørd í ósketni og við óvilja. Fólk úr øllum Føroyum, í øllum aldri, úr øllum flokkum, ið eru rakt av hesi órættvísu [...] sum tilkomin hampafólk (við óvilja/í ósketni) fáa fyri at bróta eina víkiskyldu. Maðurin/kvinnan sum brýtur víkiskyldina kann hava koyrt hampuligt í 15, 20, 30 upp í 40-50 ár. Maðurin og kvinnan kunnu [...] skal (forbarmi seg!) eisini hálast í rættin, og missa ein dag á arbeiðsmarknaðinum. Tað sita mong tilkomin fólk, og fólk í bestu árum og syrgja runt Føroya land í dag. Tey hava koyrt hampuligt og edrúiligt