framkomin bilverksmiðja, sum skal verða ein fyrimynd hjá øðrum verksmiðjum, verður í løtuni bygd í Japan og tikin í nýtslu í juli 2008. Eitt av fremstu málunum hjá Toyota er, at C02- útlátið skal minkast munandi [...] seljast globalt. Í USA er hevur Lexus í fleiri ár verið mest seldi luksusbilur. Eftirspurd dygdarvøra Tann 28 oktober vóru 70 ár liðin síðan Toyota Motor Company í Japan varð stovnað í 1937. Hetta var góð [...] hava Reyni Service selt Toyota, sum í mong ár hava verið mest selda bilmerkið í Føroyum. Í dag er Toyota ein eftirspurd dygdarvøra um allan heim. Bilar sum verða seldir upp á at teir eru ein rakstrartryggir
ahúsið hevur í seinastuni ferðast runt í Føroyum við einum kunningarátaki, har greitt hevur verið frá, hvussu Íverksetarahúsið kann hjálpa og stuðla íverksetum og íverksetarafyritøkum. Í eini røð av seks [...] varð seinasti fundurin hildin í nýggja Eik Banka í Klaksvík um dagarnar. Áhugin fyri tiltakinum var stórur, og fundarhølini vóru stúgvandi full av fólki. Boðskapurin á fundinum í Klaksvík var greiður: At vilja [...] og tora at seta í verk hevur stóran týdning í truplum tíðum, og alt talar fyri, at krepputíðir lata upp fyri møguleikum, sum ikki lata seg gera, tá alt gongur við fullari ferð. Stjóri í Íverksetarahúsinum
víðari menning ikki til staðar í Føroyum. Eg kann ikki blíva við at venja í einum stuttum hyli í Vági, tá allar tær stóru kappingarnar eru í 50 metra longum hyljum úti í Europa. Samstundis letur Pál skilja [...] øll árini. Felagið í Esbjerg fær í dag, sum er evstamark fyri flyting, fyribils váttan um svimjiloyvið hjá Pál Joensen, sum tó ikki umboðar West Swim í kapping fyrr enn um ein mánað. – Í næstu og aðru viku [...] at ein føroyskur hylur, ið kann brúkast til venjing og altjóða kapping, er í ljósmála næstu mongu árini. Endar í Esbjerg Í gjár bóru vit tey tíðindi, at føroyskir og grønlendskir svimjarar ikki longur
heysti í fjør, og hoyringssvørini komin í Vinnumálaráðið longu í januar. Kortini verður lógin ikki løgd fyri Løgtingið fyrr enn seinast í apríl – 7 vikur eftir framløgurfreistina, og skal avgreiðast í hesi [...] Løgtingið í løtuni, uttan nakra veruliga viðgerð. Málið hevur alt ov stóran týdning til at verða druknað í runublaking sum Bill Justinussen í blaðgrein ger, við sínum ósakligu álopum á Tjóðveldi. Í sambandi [...] sera lítla, og summir als onga viðgerð. Í viðmerkingunum verður fleiri ferðir víst til okkara fremsta kappingarneyta - Norra. Men í Norra gjalda alarar milliónir í loyvisgjaldi umframt eitt promilluavgjald
frá einum nevndarsessi í P/F Vágatunlinum. Men nú, hann er komin í nevndina, fær hann at fáa álvarsligar gegnistrupulleikar, tí nú er hann komin sær sjálvum í eina støðu, har hann í veruleikanum skal hava [...] Tað hevur vakt ans, bæði í byggivinnuni og hjá politikarum, at nýggi Landsverkfrøðingurin, Oyvindur Brimnes, er komin í nevndina fyri P/F Vágatunnilin. Tí samstundis stendur í lógini fyri Vágatunnilin [...] num, tí hann ivast í, hvussu tað fer at bera til hjá fólkinum har, at hava eftirlitið við einum arbeiði, sum teirra egni stjóri er blivin ein so týðandi partur í, sum talan er um í hesum føri. Og við at
hevur. Hetta grundar prestur á, at kona kirkjuráðslimin í Fimmaranum í Útvarpi Føroya hevur úttalað seg um, hvussu nógv fólk ganga í kirkju í Klaksvík. Men tað ber ikki til, at kirkjuráðslimurin hevur [...] Næstformaðurin í kirkjuráðnum í Klaksvík hevur onga tagnarskyldu. Og tí kann hann heldur ikki bróta nakra slíka, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, í viðmerking til tað, Niels Pauli Danielsen, prestur [...] viðurskiftini innan kirkjuna, kann tað tykjast, sum næstformaðurin í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni letur leka út, hvat skrivað verður í sjálva kirkjubókina. Men so er ikki, sigur biskupur. Upplýsingarnir
gekk í »smáum skóm«, tí fyrilestrarnir snúðu seg um handilsmøguleikar í Russlandi og um samstarv føroyinga við ES. Fyrilestrahaldarnir vóru sera kendir persónar. Ella tað eru teir í øllum førum í Danmark [...] ES-politikari sjálvur og situr m. a. sum næstformaður í formansskapinum í ES-tinginum. Tí er lítið at siga til, at hann sær nógvar fyrimunir við at vera í ES og tað merkti eisini fyrilesturin. Vit hava hoyrt [...] at hava, ein kann velja at fara upp í ES-samstarvið, ella ein kann finna eina skipan, sum liggur onkustaðni í millum hesar báðar møguleikarnar. Men Schlüter er vísur í, at tað er neyðugt fyri Føroyar at
Oljumáladeildini og eisini í Tinganesi. Nú um dagarnar vóru tvey umboð hjá Mobil Oil á vitjan, og í morgin koma umboð fyri danska oljufelagið Dong á vitjan. Tey skulu eisini hitta løgmann í Tinganesi, umframt [...] fjórðingar frá føroyska markinum. Mobil hevur borað við vælútgjørda pallinum Jack Bates bæði í fjør og í ár í sama brunni, nevndum Eribol og er hann eitt ?tight hole?. Tvs. at ongar upplýsingar verða latnar [...] oljufelagið Phillips, sum í dag er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á føroyska landgrunninum. Chevron harafturímóti hevur valt bara at standa á síðulinjuni og fylgja gongdini í Føroyum. Herfyri keypti TotalFina
Kemur tú fram við uppihaldsdeildini sært tú høvdini í eldri fólki innanfyri. Og tá sveima tankarnir. Er tað veruliga so galið í Føroyum, at vit í 2005 bjóða borgarum slíkar umstøður? Sambært akfarsteljing [...] sjúklingar av Sanatoriinum í Hoydølum oman í ta nýggju barakkina, sum var uppsett fram við Hospitalsvegnum. Hoydalar skuldu ikki longur hýsa sjúklingum men studentaskúlanæmingum og næmingum í framhaldsdeild. S [...] fluttu inn í gomlu bygningarnar í Hoydølum og nýggjur skúlabygningur skuldi byggjast. Fleiri havnarfólk vóru ikki fegin um myrku, dapru og ljótu barakkina fram við Hospitalsvegnum, sum í norðara enda
fingið frá leiðaranum í alment rikna Føroyahúsinum í Keypmannahavn, sum er ein miðdepil fyri føroyskar útisetar í Danmark. Inhabilitetur Martin Fjallstein er alment løntur leiðari í Føroyahúsinum, og sambært [...] rokning og egnan vinning í Danmark. Johan Mortensen sigur, at teir meiri enn einaferð hava gjørt vart við og spurt seg fyri, hví Restorff´s øl ikki verður selt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men bert [...] Restorff´s øl hevur verið selt í Føroyahúsinum, og tað er orsøkin til, at bert Føroya Bjór í dag verður selt. - Men hetta er ikki rætt. Vit sendu einaferð nakrar kassar niður í sambandi við onkra test, men