Karsten Nissen, bispur í Viborg, av Føroya bispi boðin at prædika í Christianskirkjuni í Klaksvík á hvítusunnu. Men síðani varð hann vrakaður av báðum sóknarprestunum og kirkjuráðnum í Klaksvík. Hetta skilir [...] hevði glett seg at koma til Føroya og at prædika í Klaksvík. Men nú hann er vrakaður har, ætlar hann sær heldur ikki at prædika nakra aðra staðni í Føroyum. Tað undrar hann almikið, at hann fyrst verður [...] óskynsamt av føroysku prestunum, ið eisini eru limir í donsku fólkakirkjuni, at sýta donskum bispum at prædika í føroysku kirkjunum. Bispurin vísir í hesum sambandi á, at tað ikki ber til bert at hava kirkjuna
Tá teir í B36 fóru úr Føroyum sunnudagin vóru teir ikki vísir í, nær dysturin í Ankara skuldi spælast í kvøld. Teir vónaðu, at turkararnir fóru at spæla seint á kvøldi, og teir vóru bangnir fyri, at teir [...] hava teir havt annað enn B36 í huganum). Dysturin í kvøld verður klokkan 20.30 lokala tíð, og hetta er eitt tað síðsta nakar av teimum 38 dystunum í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup verður spælt. Fyri B36 [...] á liðnum í kvøld. Hann hevur nógvar royndir, hann heldur royndirnar vera av alstórum týdningi í Europa Cup, og hann vónar, at nógvu landsliðsspælararnir hjá B36 fara at vísa, hvør dugur er í teimum: ?
Fram til í gjárkvøldið vóru eingir føroyskir luttakarar í fjórða umfarinum í donsku superliguni. Todi Jónsson og Óli Johannesen skuldi spæla móti hvørjum øðrum í Aarhus í gjárkvøldið, og Jákup Mikkelsen [...] var ikki við, tá Herfølge vitjaði í Lyngby. Tað tykist kortini ganga sum fótur í hosu hjá Herfølge, sjálvt um besti spælarin hjá teimum í fjør ikki er við. Teir vunnu 2-1 í Lyngby, og John Faxe Jensen helt [...] stóð nógv á, og heimamenninir raktu í stólpan. Í Íslandi helt ÍBV tørn um næstfremsta plássið, tá bæði teir og KR, sum framvegis er á odda, vunnu 2-1. Leiftur var í Keflavík, og hagani eydnaðist teimum
rættindi arbeiðstakaranna í einum framkomnum samfelag sum okkara - tí alt gott um tað. Munurin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og øðrum arbeiðsmarknaðum er tó tann, at landspartar í londunum uttan um okkum [...] løgtingið taka máttmikla fakfelagið í álvara og beinan vegin bera soleiðis í bandi, at strandsfaraskipini í neyðugan mun verða mannað við tænastumonnum, ella starvsfólki, sett í starv við tænastumannalíknandi [...] Kemur nýggji "Smyril" soleiðis ikki í sigling sum ætlað, er skommin fullkomin. Vinnan bløðir Í Suðuroynni og í Sandoynni, har arbeiðsloysið framman undan er størst í landinum, verður fiskivinnan á landi
Clæmint Olsen var sýslumaður í Norðoyggjum í samfull 40 ár frá 1870 og fram til 1910. Hann umboðaði Norðoyggjar á tingi í 33 ár, var landstingsmaður í átta ár og fólkatings-maður í trý ár. Tá íð tíðini var [...] um á síðu 45 og 46 í bókini hja Hjartvard E. Skálagarð, "Politi í Føroyum fyrr og nú" og í "Havið og Vit 1." eftir J. Símun Hansen á síðu 93. Og sjón fyri søgn kann eisini síggjast í sýslumannsprotokollunum [...] Finnbogi hevur tó rætt í, at Óli í Skúla ongantíð endaliga varð settur sum sýslumaður hóast hann droymdi um hetta. Tá Clæmint Olsen fer frá í 1910 søkir Óli í Skúla og ein adressa gekk runt í Norðoyggjum honum
afturíaftur. Teir sendu í stólpan. So fór FH í mótálop og skoraði, og í síðstu løtu skoraðu teir aftur, soleiðis at úrslitið gjørdist 4-1. Hans Fróði Hansen var allar 90 minuttirnar í miðverjuni hjá Fram, [...] siga seg halda lítið um, at ein av teirra egnu, sum er uppvaksin í felagnum og sum við undantaki av árinum í Føroyum bara hevur spælt í Grindavík, hótti við at leypa frá, tá ið mest um galt. [...] varð skiftur út í 2. hálvleiki. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var enn eina ferð Allan Borgvardt. Danski álopsmaðurin, sum ikki slapp framat í superliguni, hevur rættuliga gjørt um seg í bestu íslendsku
Húsum, doyði í bestu árum í barnferð. Jógvan var næstelstur av 5 systkjum, og fór eftir lokna skúlagongd í smiðjulæru hjá faðirinum. Eftir lidna lærutíð starvaðist hann nøkur ár í Havnini. Fyrst í smiðju og [...] Trongar tíðir vóru um hetta mundi í Føroyum. Jógvan, sum nú var vorðin familjumaður, avgjørdi tí at leita sær arbeiði í Noregi. Har starvaðist hann á skipasmiðju í eitt 4 ára skeið, áðrenn hann við familju [...] áhugin hjá Jógvani stórur fyri bygdamenning. Í fyrru helvt at sekstiárunum búsettist Jógvan so aftur í heimbygdini. Fyrstu árini starvaðist hann sum smiður. Í smiðjuni hjá Jógvani var gjørligt at fáa alt
politisku skipanina í Føroyum í dag, so verður tað heldur seinni enn fyrr. Tí meðan andstøðan tykist vera á einum máli um, at eitt tilfeingisgjald í onkrum formi eigur at vera fingið inn í lóggávuna um vinnuligan [...] Soleiðis ljóðaði staðfestingi hjá formanninum í Búskaparráðnum í blaðnum í gjár. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir á mál, so ivaðist hann ikki í, at ein slík skipan fyrr ella seinni vinnur [...] sjálvandi ilt at meta í verandi støðu. Í løtuni verður arbeitt við eini endurskoðan í Fiskimálaráðnum. Men skal ein politiskt haldgóð loysn finnast, er sjálvandi umráðandi, at hendan eisini er í samsvar við tað
væl í miðlunum, hava føroyskir politikarar als ikki hetta í sama mun, og tí er tað nógv upp til hvønn einstakan politikara at duga at snúgva sær og vísa tað tev, sum skal til fyri at koma fram at í fjølmiðlunum [...] dugað væl at fingið rúm í fjølmiðlunum, og tað er jú fyri stóran part í miðlunum, at nýmótans politikkur verður rikin. Politisku floksapparatini eru ikki tað, tey vóru fyrr, og tað er í miðlunum, at dagsins [...] pláss í miðlunum. ? Harafturat eru Jenis á Rana og Torbjørn Jacobsen staddir á hvør sínum vongi í politikki, og báðir umboða sjónarmið, ið kunnu fatast sum víðgongd. Tá so er, er lætt at koma í konflikt
krevst av okkum føroyingum. Trygar- og verjupolitikk má breið semja vera um í løgtinginum. Í hinum Norðurlondunum og í londunum í okkara parti av heiminum yvirhøvur er vanligt, at breið semja er um trygdar- [...] síðani ásannað, at veruliga trygdin í okkara fría parti av heiminum hongur neyvt saman við politiskum stabiliteti í sjálvum londunum og í samarbeiði millum londini (til dømis í verjufelagskapum sum til dømis [...] vóru mitt í øllum hesum orrustunum. Í fyrra heimsbardaga mistu vit fólk og í seinna heimsbardaga mistu Føroyar eftir fólkatalið uppá seg líka nógv mannalív, sum tey londini, sum beinleiðis vóru í kríggi.