søkkandi skipinum, frystu í hel í tí ísakalda og myrka sjónum. Av teimum umleið 10.500, sum vóru umborð, vórðu 1.252 bjargað á lívi. Umborð á ”S 13” hildu Aleksandr Marienko, skipari, og menn hansara [...] forða samanstoyti. Frystu í hel Sovjetski kavbáturin ”S 13” hevði ligið upp á lúr og bíðað, og nú sá skiparin lanternurnar á einum stórum skipi. Klokkan var júst farin av níggju um kvøldið, tá skiparin [...] Mannamúgvan, sum bíðaði eftir at sleppa burtur haðani, var stór, og helst sluppu 10.500 fólk umborð á ”Wilhelm Gustloff”. Av teimum vóru umleið 1.500 týskir hermenn. Hini vóru kvinnur, børn og nakrir eldri
« Alt verður flogið bæði av og á oynna. Og tað er ein øgiligur lætti í mun til fyrr. Tað kann als ikki samanberast. Í dag hevði tað verið óhugsandi at flutt eftir sjónum, sigur Óla Jákup í Dímun. Í løtuni [...] rættiliga vánaligt, hóast júst hetta samband átti at knýtt oynna nærri umheiminum. Óla Jákup í Dímun, bóndi á Stóru Dímun, sigur, at herfyri fingu tey sett Internetsamband í telduna har úti. Men tað virkaði illa [...] sjálvt sambandið út í oynna, sum ikki er nóg gott. So tað vóna dímunnarfólkini at hjálpt verður upp á nakað skjótt. Annars sigur Óla Jákup í Dímun, at bæði útvarp og sjónvarp virka væl. Misjavnt við fugli
sambandi á, at føroyingar eisini byrjaðu at arbeiða á støðini beinanvegin. Táverandi løgmaður vísir eisini á, at føroyingar gjørdu ein rættiliga stóran innsats fyri at varðveita Loran C støðina á Eiði, tá [...] C støðin á Eiði varð bygd í 1959? Hesir spurningur standa ósvaraðir, nú tað er komið fram, at USA upprunaliga ætlaði at Loran C støðin skuldi vera ein hernaðarstøð. Útvarp Føroya hevur fingið á frágreiðingini [...] okkara sjóøki. Sæði í søgunar ljósi, so metir Atli Dam, at støðin á Eiði mest av øllum hevur havt ein friðarvarðveitandi leiklut. Hann vísir á, at øll sjóferðsla - sostatt ikki bara amerikanskir men eisini
endar, meðan skipið lá við Kósabrúnna. Hekkan á skipinum kom aftur ímóti stevninum á línuskipinum Klakki, sum síðan lá og bukaði niður á Kvikk. Skaði stóðst á skipið, og seinastu dagarnar hevur Stórabeding [...] hósdagin tók Kvikk agn og ís. Vit vóru á bryggjuni, tá teir tóku útgerð til nýggjan túr og fingu eitt prát við skiparan hendan túrin, Tommy Sivertsen. - Eg havi verið umborð á Kvikki í hesum umfari í eini trý [...] fór umborð á Kvikk, var hann stýrimaður við línuskipinum Pison í nøkur ár. - Eg hevði verið í Danmark í eitt knapt ár, og afturkomin var eg fyrst tveir túrar við Kvikki, áðrenn eg fór umborð á Pison. Men
syngja á føroyskum, tí tað er hóast alt hennara móðirsmál. -Eg haldi sjálv, at eg syngi best á føroyskum, og tað man vera sum at skelda onkran út. Tað er ringt at fáa alt út, um tað gongur fyri seg á øðrum [...] bólkinum. Hon spælir síðst á kvøldinum, og løgini, sum hon fer at spæla á konsertini verða bæði til gaman og álvara. Okkurt tilfar er longu kent, og okkurt fær sína frumframførslu á G! Festivalinum. [...] støðum heldur enn stórum konsertum. -Ein kemur nærri inn á fólkini, sum lurta, í smáum spælistøðum. Og tað er ein torførur kunstur at sleppa inn at fólki á stórum konsertum. G! stóran týdning Tað er umráðandi
í heiminum til stuttleikafisking á landi, og henda møguleikan eiga vit at nýta, vísir Heri á. Ein av teimum báðum eigarunum á Arctic Janus, Betty Sennov, vísir eisini á henda møguleika. - Hóast vit við [...] harvið eitt framstig á føroyska ferðavinnuøkinum. Betty Sennov sigur, at túrarnir á hesum sinni bert eru í lokalum farvatni millum oyggjarnar, uttan at farið verður longri túrar út á bankarnar. Samskipa [...] sigur stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen. Stuttleikafisking eisini á landi Umframt Norðlýsi, smábátar og nú Arctic Janus hevur Ferðaráð Føroya eisini ynski um, at stuttleikafisking á landi verður
prísirnar so nógv á teimum farleiðum, sum frammanundan eru tær dýrastu, ikki minst á suðuroyarleiðini. ? Hinvegin haldi eg, at tað er rættari at at javna prísirnir hjá Strandferðsluni yvir á allar ruturnar [...] vera Løgtingið, sum ásetir prísirnar, sigur Hergeir Nielsen. Hann heitir tí á Landsstýrið um at leggja málið um prísirnar á ferðaseðlum fyri Løgtingið, so at tað fær høvi at siga sína hugsan, og har má [...] men eg kann siga tað einaferð afturat: Tað er púra høpisleyst at tosa um at hækka ferðaseðlaprísin á Smyrli munandi og at lækka túratalið. Hergeir Nielsen, einasti løgtingsmaður úr Suðuroy í samgonguni
ein feril av sorgblídni at hóma á teimum ferðandi, tá tey trinu umborð til seinasta túrin inn á Skálafjørðin við gomlu Ternu. Og við Merkinum fremst, stevndi Ternan inn á Skálafjørðin. Hátíðarhald Eitt [...] gott. Hampuliga slætt er á sjónum, og synd er at siga, at tað rullar. Okkurt tjumsið nú og tá, men annars onki, sum er vert at skriva heim um. Flesjarnar liggja um hálvan teinin inn á fjørðin, og so skjótt [...] steyrrætt, prúð og høg á bakkanum. Keiin kemur nú undan, og nú sær man eisini teir bátarnar, sum liggja við kei. Tað spruttar eitt sindur upp á rútin. Ternan kemur flaggskrýdd inn á Toftir. Og síðani verður
hjá Dáva, Frits á Háenni og Palli hjá Mariannu eiga allir ein lut í mínum lívsins skúla. Eg var 16 ára gamal, tá eg fór yvir á Flemish kap. Eg má siga, at hendan fyrsta upplivingin umborð á Pison saktans [...] tikið ungar mans undir veingirnar, kann ikki gerast upp í virði. Nógv verður tosað um virðið í sjónum, og á fiskivinnutinginum mikukvøldið varð enn einaferð tosað um, hvussu vit fáa økt virðið við at menna [...] Fyri meg er hendan heilsanin á Føroya Sjómannadegi nakað serligt, tí hetta fantastiska tiltakið vekir m.a. nógv minnir frá eini tíð, har alt var øðrvísi. Dagarnar upp til Føroya Sjómannadag hugsi eg nógv
at fáa oljubil og fram út á pláss, tað ikki hevur borið til áður, sigur landsstýrismaðurin. Skipið brúkar olju, men tað hevur eisini battarí og kann sigla í tveir tímar upp á battaríið einsamalt. Nógvar [...] upp á 20 minuttir, ella skal siglast vestur í Vágar, tekur tað ein tíma, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at við ongum ferðafólki, siglur skipið 28 míl, so tað er bara ein løta at koma fram á rætta [...] tí hann er úr lættari tilfari og sniðið er øðrvísi. Talan verður um ein tríkilju, sum er betri í sjónum enn ein tvíkilja er. Skipið er úr herðaðum glasfipuri og tekur 120 ferðafólk um summarið og 97 ferðafólk