Jóansøka, sum í ár hevur 100 ár á baki, verður á Tvøroyri í ár, og vit hava sett forkvinnuni í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar kommunu, Barbaru Tausen, nakrar spurningar. 100 ár er eitt stórt og runt tal [...] ymiskum fjølbroyttum hugskotum og tiltøkum, sum borgarar í kommununi koma við. At enda hevur Barbara Tausen sum forkvinna í mentanarnevndini í Tvøroyrar kommunu hesa heilsu at bera: - Tvørafólk eru kend [...] Forkvinnan í mentanarnevndini sigur, at umframt róðrarfelagið, gera nógv sjálvboðin fólk eitt stórt arbeiði fyri at fáa jóansøkuróðurin so góðan sum til ber. - Øll, sum fara at luttaka í kappróðrinum
Tað gekk heldur ikki í dag hjá føroyska U17 landsliðnum í hondbólti at fáa stig í Nordic Open kappingini. Í stórhøllini við Tjarnir taptu Føroyar í dag 21-26 fyri Týsklandi. Tó vunnu Føroyar seinna hálvleik [...] 11-10, tí Týskland var á odda 16-10 í steðginum. Toppskjúttar hjá Føroyum vóru Boas Ellefsen á Skipagøtu við sjey málum, og Hákun Rask Olsen við fimm málum. Fyrr í dag vann Ísland 34-30 (17-19) á Sveis
minnismerkið Karyatida avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Hetta er tað einasta av sínum slag í heiminum, tí onga aðrastaðni eru minnismerkir yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong. Tað eru Brynhild [...] eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí eg havi ikki mammu ella ommu sum er deyð í barsilssong, men tað er gingið upp fyri [...] sjúkrasysti, ella hevur annað starv í heilsuverkinum, og tá eg fortelji teimum um minnismerkið, gerast hesi serliga rørd, sigur Kristina Gry Berg leiðari í Kunningarstovuni í Fuglafirði. Ferðafólk gerast ofta
fyrsta barnið í 1995, starvaðist hon á Kósini, og eftir at hon er liðug at eiga børn, hevur hon starvast í 21 ár á Kósini. Kósin er størsta flakavirkið í Føroyum. Anna Glerfoss stendur oftast í maskinunum [...] reinskjera, glasera og hetta hjálpir. Tí tá tú standur í bandfrystaranum fart tú ilt í ryggin, tá tú stendur í kutaranum fart tú ilt í armarnar. Ongin dagur á Kósini er líka, maskinurnar arga viðhvørt, og [...] ímóti øllum sum koma. Á Kósini fáa øll í steðg í senn, hetta eru tey glað fyri á virkinum, tí tað hevur nógv at siga fyri sosiala samanhaldi at øll fara í pausu í senn. Prátið gongur væl, tá tey ganga
kappingarført vælferðarsamfelag fyri ung og eldri í Føroyum. Við ríkisborgaraskapinum hava allir føroyingar atgongd til alt, sum Ríkið bjóðar, og við reyða passinum í hondini røkka vit møguleikum langt út um [...] arbeiða og virka í og uttan fyri ES, og útbúgvingarmøguleikarnir eru nærmast óendaligir. Taka vit okkum úr felagsskapinum, hvørva allir fyrimunir, og tað er ein sannroynd, at livifóturin í Føroyum viknar munandi [...] TÚ VEITST HVAR TÚ HEVUR SAMBANDSFLOKKIN Í Sambandsflokkinum eru vit hóvlig, semjusøkjandi og samstarvssinnað, og hvønn dag arbeiðir flokkurin hart fyri Føroyum og føroyingum, sum skulu trívast og byggja
tó ein heilt onnur í dag, har okkara spældu fult upp við íslendingum. Talan var um tvey tendraði lið, sum góvu og tóku í báðum endum og var dysturin tættur allan vegin. Hjá Føroyum var málverjin, Micah [...] Ragnarsson, sera eyðsýndur. Hann hevði heili 17 bjargingar í dystinum. Boas Ellefsen á Skipagøtu átti eisini sín stóra lut í føroyska avrikinum, serliga í álopinum, har hann skeyt 11 mál. Føroyar vóru frammanfyri [...] HSF skrivar: - Nordic Open byrjaði við einum braki fyri fullari høll í Runavík í dag. Føroyar spældu ein góðan dyst móti Íslandi, men taptu dystin seinastu løtuna 29-28. Fyrri dysturin var eisini tættur
hildin í Vestmanna í døgunum 1. og 2. mai. Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at Karlakór Vestmannaeyja læt væl at sanggleði, støði og samanhaldinum í kórumhvørvinum í Føroyum. Teir kendu seg eisini [...] eisini sera væl móttiknar í Vestmanna. Á vitjanini í Eysturkommunu sungu teir fyri teimum eldru, sum búgva á Giljagarði í Leirvík og síðani fyri teimum eldru, sum búgva á Gøtubrá í Norðragøtu. - Hetta vóru [...] Vestmannaeyja í Eysturkommunu, sum er vinakommuna við frændirnar fyri vestan hav. - Teir vóru 19 mans við á føroyaferðini, sum eitt nú snúði seg um at vera gestakór á árligu kórstevnuni, sum í ár varð hildin
donsku stjórnina, verða krøv sett í Føroyum og Grønlandi um at fáa størri sjálvræði. Endamálið við greiningarritinum er bæði at lýsa ekspansiva amerikanska politikkin í Arktis søguliga og samtíðarliga og [...] Fróðskaparsetrinum skulu granskarar úr Danmark og Grønlandi eisini vera við í greiningararbeiðnum. Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, sum er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum [...] donsku stjórnini og hevur til endamáls at menna vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark um gransking á hesum øki
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, millum annað í samrøðu í Sosialinum hesaferð. – Sum tað sær út nú, fer 2025 at gerast eitt gott ferðavinnuár. Hetta er eisini sera umráðandi [...] so at síggja, um 2025 fer at hildnast betri, sigur ferðavinnustjórin millum annað í samrøðuni við Sosialin, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo
skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum. “Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi [...] Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum. Síðani verður fundur í samstarvsráðnum dagin eftir. Á fundinum skulu londini [...] støðuna. Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum Føroyar Aksel V. Johannesen, løgmaður Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Bjarni K. Petersen