fótbólt? - At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt [...] loyvi at siga, men at tað í løtuni ikki er serliga nógv. Hann leggur síðani afturat, at lønin fer upp jú eldri hann gerst. Lennie nýtir sjálvsagt sera nógva tíð til venjing, og hann venur ikki minni enn [...] ikki fingið loyvi at sett sín fót á nakað stadion aftur. Tað er sera negativt fyri enska fótbóltin. Tað stutt sagt drepur fótbóltin, og tað skuldi verið beint av vegnum, er hann avgjørdur at siga. Hann leggur
úrval. At týða sonettir sigst vera tað torførasta. - Eg vil eins og Janus Djurhuus á sinni prógva, at føroyska málið kann brúkast til nakað so serligt, og at føroyskt er so mikið vakurt og liðiligt, at tað [...] inn í málið við at hava lisið og skrivað nógv, og eg haldi tað er lætt og flótandi mál. Kanska skal ein hava tað í beinagrindini. Ikki so nógv lesa yrkingar, og skal ein skriva tungt og ófatiligt, sum onkur [...] Lógvalestur út 1996, setti eg meg at týða og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar. Týðing er enduryrking - At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú
við, at talan er um smakk og góðsku. Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað tilætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera [...] fyritøkuni, og nú leggja vit seinastu hond á at fáa alla útgerðina roynda. Bryggjaríið riggar, sum tað skal, og nú royna vit tappiútgerðina og skulu hava seinastu góðkenningarnar upp á pláss. Vit vóna at senda [...] børsskrásett í Íslandi og Danmark. Í dag framleiðir felagið 3.000 tunnur um dagin í Chestnut og Ettrick og fær 80 dollarar fyri tunnuna. Tað kennist væl at hava verið við til at sett alt hetta í gongd
øðrum. Tann sum syrgir fyri, at alt er sum tað skal vera og øll hava tað, ið teimum tørva. Eg vil sleppa at tæna. Tað sigur føroyingurin Jan Restorff, ið er leiðari, høvuðstænari og víntænari í donsku matstovuni [...] dámdi væl at fáa rós, tá eg var yngri, meðan eg í dag dámi betri, at tey dugnaligu fólkini, ið eg arbeiði saman við, verða róst. Sjálvur dámar mær best leiklutin sum tann, ið gongur runt og tænir øðrum [...] Vikuskiftis-Sosialin ber til at lesa eina longri samrøðu við Jan Restorff um yrkisleiðina, ið førdi ein ungan havnardrong, ið ikki dugdi at tendra eina vaskimaskinu, til at gerast eitt ikon í donsku ma
nær hann kundi fáa sonin heimaftur at vitja. Johan Dahl, landsstýrismaður, segði, at nólsoyingar væntandi fáa Ternuna aftur á hvítusunnu, eins og hann væntaði, at nýggja nólsoyarferjan verður liðug í [...] - Tað er gott at búgva í Nólsoy, men óskilið á ferðasambandinum er ein stórur meinbogi. Ternan varð riggað til sigling um Nólsoyarfjørð, eitt nú við lyftu til serligan tørv, men hon verður ferð eftir ferð [...] ferð tikin frá okkum. Tað søgdu nólsoyingar, sum fríggjadagin handaðu landsstýrismanninum í samferðslumálum, Johan Dahl, eina áheitan um at fáa í lag eitt hóskiligari ferðafólka-og farmasamband um Nólsoyarfjørð
hann í hondina á mær og konuni og ynskti gott nýggjár. Hann segði, at hetta bleiv seinastu ferð, at hann kom á gátt gamlaárskvøld — og so var. Hann er farin í Harrans hendur, men tað var av elli. Sanna, [...] nýggjár. Tá tað nýggja árið er skotið inn, verður heilsað upp á grannar, og tað hendir seg meira enn so, at dottið verður inn á gólvið hjá hvørjum øðrum. Blíðskapurin er stórur, og lagið er gott. Hvat var besta [...] summar, og vit vóru í Ålborg, tá hon varð liðug. Tað var ein góð løta. Elsti sonurin bleiv útlærdur skipselektrikari og helt eina veitslu í januar mánaði. Og síðan fekk hann loyvi at halda fram at arbeiða
Umframt at fara á val at greiða atkvøðu hevur hann onkrar siðvenjur í sambandi við fólkatingsvalið. - Eg plagi at sita framman fyri sjónvarpið og fylgja við. Eg haldi altíð, at tað er spennandi at lurta [...] okkum vaksnu at taka børnini við okkum á val. Tey gera ikki tað, vit siga, tey skulu gera, men tey gera tað, sum vit gera. Tí hevur tað týdning at vísa teimum, hvat eitt siviliserað samfelag er, og hvussu mann [...] sína atkvøðu, og hann ivast ikki í, hví tað hevur týdning fyri hann at fara á val. - Eg fari á fólkatingsval, tí eg vil stuðla flokkinum og valevninum hjá mær, sigur Napoleon. Hann vísir á, at stórur munur
hvussu hann hevur borið seg at. - Tað skal nógv til. Tú noyðist at broytst kostin, at ganga meira, og tað skal ein øgiligur vilji til. Og tað nyttar ikki at snýta, og lata vera við at ganga, ella okkurt líknandi [...] kilo, og merkti hvønn dag, at hansara orka versnaði. Hann hevur altíð dáma væl at gingið í fjøllunum, men seinastu árini hevur orka ikki verið til tað. - Eg havi fimm børn millum 4 og 13 ár, og eg var [...] seg smá 40 kilo. - Eg byrjaði at óttast fyri, at eg ikki fór at liva leingið nokk til at síggja børnini vaksa upp, sigur Rúni. Rúni Thomsen úr Hvalba tók í fjør støðu til, at tann 4. januar í ár skuldi hann
skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? - At umsorganarstørvini verða meira vird við hægri løn. At møguleiki er hjá øllum kvinnum at fáa fulla mánaðarløn, so at tær ikki [...] Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út við báti. Mín vón er, at sami [...] svíða fyri lønarniðurskurði og harvið pensiónsniðurskurði, meðan børnini eru smá, og torført tá er at fáa familjulívið heima at hanga saman við fulttíðarstarvi í skiftandi vaktum. At kvinnurnar sjálvar broyta
virkið og hevur longu fingið rættiliga nógvar limir. Tað fegnast vit sjálvsagt um. Vit eru spent eftir at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum. Floksformaðurin sigur, at Unga Sjálvstýri fer at taka [...] Formansskifti Kári P. Højgaard sigur, at formansskiftið fór fram í sátt og semju, og at landsfundurin var samdur um, at ábyrgd og avgerðir eiga at fylgjast í politiska starvinum. - Tingmaðurin er tann [...] Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum. - Tað er avmarkað, hvat ein einsamallur