Samrøða ? Eg haldi, at tað gekk hampuligt hjá mær. Eg kendi meg væl á vøllinum og hevði ikki nervar, sigur 19 ára gamli Jann Ingi Petersen úr B68. Hetta var tann fimti landsdysturin hjá Jann Inga Petersen [...] hálvleiki løgdu føroyingar trýst á íslendingar. Men hvørja broyting gjørdi venjarin í steðginum. ? Í fyrra hálvleiki bíðaðu vit við at fara fram og lótu íslendingar koma niðan á okkara hálvu, men í seinna hálvleiki [...] Christian Høgni og John, løgdu trýst á tann verjuleikaran, sum hevði bóltin. ? Teir vóru ikki serliga tryggir í verjuni, og tí riggaði tað væl at leggja trýst á, og teir fóru at gúppa nógv hesa løtuna
verið tingmaður. Eitt skifti í 1979 sum varðamaður Javnaðarfloksins í Suðurstreymi og síðan 1994 valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Eysturoy. Fyrstu ferð Óli Jacobsen stillaði upp var í 1966 - og tá [...] Eysturoyar valdømi, og var hann tá bert 23 ára gamal. Eftir stóra ósemju við Javnaðarflokkin í 1994 gekk hann saman við Ingeborg Vinther, sum eisini var ósamd við Javnaðarflokkin, og stovnaðu tey saman við [...] um familjuna. Men hugsjónin er tann sama, sigur Óli Jacobsen, sum tó leggur afturat, at trúgvin upp á at tað ber til kortini broytist, eldri tú gerst. Hóast Óli Jacbsen fer at halda seg burtur frá politikki
ákærdi gekk har so seint á kvøldi. Dagin eftir hevði gentan frætt um eldin frá einari vinkonu, og tá kom henni til hugs, nær hon hevði gingið framvið gosbrunninum, og at hon hevði sæð ákærda á staðnum [...] náttina til 19. oktober 1998, tá eldur varð settur á matstovuna Marco Polo. Hon var liðug at arbeiða klokkan hálvgum tvey hesa náttina. Tað sá hon á stemplikortinum. Eftir at gentan var liðug at arbeiða [...] hetta kvøldið, átti sýnið at verið so mikið vánaligt, at gentan ikki kundi sæð andlitið á ákærda. Men gentan vísti á, at sýnið ikki var so vánaligt, hóast tað kavaði. Hon segði, at ikki var langt millum
Kristin prógv á Columbine skolen í Fredriks-berg í Keypmannahavn, sum sniðgevi. Í tættpakkaðu skránni hjá ungu kvívíksgentuni hevur hon tó sett eitt sindur av tíð av til eitt prát. - Eg gekk á Columbine skolen [...] Hvørt árið á Columbine skúlanum endaði við eini mótasýning. Í ár var sýningin seinast í juni mánaða, og eru tað næmingarnir sjálvur, sum skipa fyri. - Vit høvdu mótasýningina á Arkitektaskúlanum á Holmen í [...] ætlar hon sær á eitt búnaskeið á Københavns tilskæringsakademi. - Hatta er faktiskt ein víðari útbúgving av hesari útbúgvingini, sum eg júst havi fingið. Men her verður denturin lagdur á at gera búnar
1993 kom Elsa heimaftur á klettarnar í Syðrugøtu og fór at ganga í 1.g í studentaskúlanum við Gøtugjógv og í Kambsdali, og á heysti í 1995 fór hon til Motherwell í Skotlandi á bíbliuskúlan hjá GLO, og [...] roknaður sum ein teirra. Elsa hevur eisini lisið "sosiala vælferð" á japanskum í eitt ár á einum universiteti í Tokio, og eisini var hon hálvt ár á lærisveina-venjingarskúlanum hjá Youth With a Mission (YWAM) [...] og var liðug har í juni í 1996. So gekk leiðin aftur til tað japanska, men nú til Aarhus. Í 1996 byrjaði hon at lesa japanskt á universitetinum í Aarhus. Í universitetshøpi kallast hesin lesturin japanologi
komin á ein kross veg, og tað finst ongin diplomatisk loysn á hasum problematikkinum. Tíðin er komin at velja. Men tey sum framhaldandi royna at skáka sær undan at velja, kunnu sjálvandi rakka niður á W. [...] 1000 ára gamalt kegl á fornminnissavnið Fullveldi merkir, at 100 ára gamla keglið um samband øðrumegin og hinumegin sjálvstýrið, verður flutt út á fornminnissavnið undir liðina á sjóstúkuni og rokkinum [...] Fyri gott 20 árum síðani hoyrdi eg til tann glaða skara, sum við dreðlum og fløggum gekk omaneftir Áarvegnum og út á Skansan at hald reytt 1. mai. Um kvøldið fyltu vit Læraraskúlahøllina. Og hetta sigi
ætlanina í lag, og har eigur Dánjal Pauli Danielsen at nevnast, bóndi í Búðini á Velbastað, og táverandi politikari, ið gekk á odda í stríðnum fyri at vinna hugsanini um Norðurlandahúsið frama. Ikki bert [...] Fólk søgdu eisini tá, at um tað var so gott, hví so ikki leggja tað í Keypmannahavn? - Eg hugsi aftur á við gleði. Og eg vóni, at nú 20 ár eru liðin, so verður høvið nýtt til at klárleggja framtíðarætlanirnar [...] segði við okkum, at vit kundu ikki taka avgerðir, men vit kundu ávirka. Um t.d. málið kom nóg ofta á dagsskrá, so kom tað einaferð til viðgerðar. Og so við og við, so skapar ein eisini eitt hugtak, sum
inni á tingið, um júst hetta. So løgið kann tað vera. Manningin á Halgafelli fær eisini rósandi orð á vegnum frá skiparanum; tí hóast teir svóvu tá skaðin hendi, vóru teir ótrúliga skjótir upp á dekkið [...] stuni Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku sjóverjuni fyri skjótt arbeiði. ? Eg haldi teir siga, at teir skulu vera á staðnum, í seinasta lagið tjúgu [...] Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halgafelli rendi á land, innanskers við Andoynna í Norðurnoregi. Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum
føroyskari familju. ? Eg teknaði meg til alt møguligt beinanvegin, soleiðis at skuldi støðast betri. Eg gekk á musikskúla, har eg spældi orkestur- og kamartónleik og fekk undirvísing, og eg kom uppí gospelkórið [...] eg visti av, og tá ið kom á pallin vóru tey við sum kór. Tað var eitt sjokk, at eg skuldi vera við ? eitt positivt sjokk, sigur Sigrid. Tað var hetta, sum rættiliga setti gongd á sangleiðina hjá Sigrid í [...] lætt-ari. Avgerðir verða ikki tiknar yvir høvdið á okkum, tí vit seta sjálvar krøv til alt. Tað eru jú vit, sum stíga fram alment. So leingi man hevur beinini á jørðini, eina trygga bakgrund og góðan stuðul
málið. Serliga tá sami løgmaður á sama fundi vísir á, at føroyskir myndugleikar ongan avgerðarrætt hava á økinum. Sum sagt metti eg tað til fánýtis, at umsitingin gekk og rann uppi hjá Ríkisumboðnum, men [...] skrivar hann, at hann í SvF vísti á, at nevndin bað løgmann venda sær til danir og Nato, at løgmaður vísti á tað sama, og at okkara fundarskrivari og Sigmund Isfeldt vístu á tað sama. Hetta er púra rætt og [...] sum í dag endiliga loysir frá posabandinum um hvat veruliga fór fram á fundinum í Uttanlandsnevndini 8. február. Heðin Mortensen vísir á, hvussu ótrúliga snildisliga Hergeir Nielsen klárar at brúka onnur