miðlar í dag at siga, at Jorge Messi, pápi fótbóltsúrmælingin, Lionel Messi, doyði í gjárkvøldið, 68 ára gamal. Sambært miðlinum, Marca og Gazzetta Dello Sport, doyði hann á sjúkrahúsi í Rosario í Argentina [...] Argentina, eftir at hann í eina tíð hevur havt heilsutrupulleikar. Í juni upplýsti familjan, at Jorge Messi var í viðgerð við heilivági, men at støðan hjá honum var vorðin betri. Familjan læt eisini miðlarnar [...] Messi til ein av tíðarinnar størstu fótbóltsúrmælingum. Sum tíðin leið, fekk Jorge Messi ein týdningarmiklan leiklut uttanfyri fótbóltsvøllin, og hann gjørdist í ymiskum viðurskiftum partur av yrkisleiðini
Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar og fer at halda konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 7. august klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert í Gøtu kirkju [...] Kamarkórfestivalinum í Estlandi og 1. pláss í Bad Ischl í Eysturríki. - Kórið hevur givið út fløgur, og eitt nú var fløga teirra frá 2011 kosin at vera "Ársins kórfløga 2011" av estiska kórsambandinum [...] Ehala. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Pärnu Kammerkoor eisini hevur framført á ymiskum støðum - alt frá smáum kirkjum til stórar konserthallir. - Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle-kappingini í estiskum
at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa
framdi eitt gott avrik í sínum fyrsta kappingardysti fyri Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini. Skanderborg tapti á heimavølli 20-35 fyri Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster, ið var [...] byrjan í fyrsta kappingardystinum fyri Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Maria var toppskjútti við sjey málum, tá Keypmannahavn á heimavølli vann tepran 30-29 sigur á Sønderjyske. Í steðginum [...] var á odda 17-10 í steðginum. Rakul bjargaði 14 av 26 málroyndum, svarandi til 53,85 prosent. Fyri hetta framúr avrikið var Rakul aftaná dystin heiðrað sum tann besti leikarin. Maria P. Nólsoy fekk eina
uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark. Fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul Mikkjalsdóttir varð sett í starvið. – Eg havi glett meg til at byrja í starvinum. Mær dámar væl [...] børnum, og hetta er eitt starv, eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har, sigur Rakul Mikkjalsdóttir sambært torshavn.fo. Rakul Mikkjalsdóttir byrjaði í starvinum 1. september og starvast á tan [...] yt. ##med2## Rakul Mikkjalsdóttir og Unn Jacobsen, tannlæknatjóri í Tórshavnar kommunu. Tannrøkt til øll børn og ung Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár alla
avmarkingin av fiskiskapinum. Men tá stórur partur av fiskidøgunum kortini ikki verða brúktir, hevur ein skerjing upp á fimm prosent lítið at siga í veruleikanum. Tað svarar í stóran mun til at skera í luft [...] reiðarí hava ymisk úrslit Munurin sæst eisini í føroyska flotanum. Umleið 80 prosent av virðinum í føroyskum fiskiskapi verður í dag skapt undir kvotuskipanum. Í teimum fiskiskapum, sum verða reguleraðir [...] ir stóran part av tíðini ikki hava verið tann bindandi avmarkingin av fiskiskapinum. Sagt verður, at vit nú nærkast, at fiskidagarnir eru bindandi, men tað vórðu bert umleið 6000 av umleið 9000 døgum
at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini [...] sum framganga av innsendu breytartekningini. Arbeiði steðgað Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, upplýsir, at Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon var farið undir arbeiði í økinum. Yvirf [...] ætlaða økið við Fjallið og Vesturvarða. Við støði í metingum frá fólki, sum tey siga hava kunnleika til gøtugerð, rokna feløgini við, at upp í 3.000 rúmmetrar av tilfari kunnu verða neyðugir, um breytin verður
ini og nýtsluna av talgildum amboðum í kreppuhandfaring. Fyri okkum í Føroyum hevur tað stórt virði at vera partur av einum slíkum samstarvi. Vit kunnu læra av royndunum hjá hinum londunum, deila okkara [...] fundur hildin í einum av londunum. Í ár var Reyði Krossur Føroya vertur. Myndir: Frá árliga NDMWG-fundinum í Føroyum. Umframt fakligu skránna fingu gestirnir eisini høvi at síggja eitt sindur av Føroyum og [...] Kross-feløgini í Norðurlondum. Á fundinum í Føroyum varð millum annað tosað um eftirmetingar og royndir frá tilbúgvingarvenjingum, framtíðar samstarv og felags átøk, leiklutin hjá Reyða Krossi í tilbúgvingini
hesari kunning. Í nátt vórðu í minsta lagi tíggju sivilfólk dripin í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv og býin, Zaporizjzja. Tíðliga í krígnum var nógv frammi um, at ein partur av ukrainska herinum [...] Eitt risastórt stálverk í Ukraina hevur nú steðgað allari sínari framleiðslu eftir russisk álop á verkið. Tað verður sagt í Ukraina í dag. Talan er um stálrisan, Zaporizjstal, og tað er móðurfelagið, Metinvest [...] herinum hevði gyrt seg inni í einum stórum stálverki í Mariupol. Tá varð sagt, at her arbeiddu eini 10.000 fólk, men sum tíðin leið, tóku russar allan býin og soleiðis eisini stálverkið.
trupulleikar við at hugsavna seg í skúlanum. Dánial hevur eisini skrivað barnabókina Í geyma (2002), ið beinanvegin fekk nærum kultstatus. Í 2024 bleiv Í geyma bleiv útgivin í øktari útgávu. Myndabøkurnar [...] snýr seg um Ólav, sum hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum. Ferðin til [...] eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi. Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ára stovningardag í ár, gevur Føroya Lærarafelag tíggju skúlaflokkum møguleikan at