gamal fór til Danmarkar at spæla fótbólt við FCK. Her tók tað langa tíð at finna stevið, men í dag er Brandur fegin um, at hann valdi at halda fram við at renna eftir dreyminum um at gerast yrkisfótbóltsspælari [...] at Brandur er ein spennandi spælir, tí hann hevur góðar eginleikar at gera mun á seinasta triðinginum á vøllinum, og at Brandur hevur víst at hann hevur tað, ið skal til fyri at spæla í Superliguni [...] 2011, at tað stendur Brandi í boðið at venja við FCK í tvær vikur. Hann tekur av og tað gerst skjótt greitt, at FCK hevur gott eyga á føroyska miðvallaranum. Tá royndarvenjingin er komin at enda stendur
inum, at vit duga ikki nóg væl at marknaðarføra okkum, tí eftir øllum at døma gáar veljarin ikki eftir tí, sum vit fáast við. Skulu purrast út Fólk fýlast á, at flokkurin er ov ósjónligur, og at ov lítið [...] Nei, eg kundi sjálvandi hugsað mær, at havt betri samband við baklandið, men tað er aftur hetta við tíðini, at tað er torført at røkka til, bæði at vera løgmaður og at hava kontroll á tí organisatoriska [...] sjónligari og betri at marknaðarføra okkum, so ivist eg ikki í, at flokkurin fær eitt betri úrslit til valgið, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hvat ætlar tú ítøkiliga at gera, fyri at venda hesari gongdini
trúð, at teir burdu verið glaðir um at fáa nakrar krónur fyri at egna nakrar stampar eftir skúlatíð. - Tja, kanska er orsøkin hon, at fólk hava tað ov gott. Tað er so nógvur peningur millum fólk, at børnini [...] foreldrini um pengar. At gera soleiðis er so nógv lættari, enn at arbeiða fyri tí sjálvur. - Ja, børnini verða simpelthen lærd ikki at arbeiða. Eg haldi, at fótbólturin hevur fingið alt ov nógv at siga millum tey [...] fyri, at veiðan henda dagin neyvan fór at verða góð, tí nú hevði tann fyrsti ørvitistoskurin longu bitið á! - Løgmaður kom eisini inn í okkara skúr. Eg haldi faktiskt, at honum dámdi sera væl at vera her
fleiri onnur skjótur at ávara um vandarnar. Hann visti fullvæl, at sjónvarp er so dýrt at gera, at tað etur pengar, og hann sá, at fíggjarliga býtisbarnið í Vørðsluni skjótt kundi fara at lensa bankabókina [...] hótt politisku skipanina og alt Føroya fólk við at taka av Dag & Viku og 3-2 fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tað, sum bara sperda sjónvarpið plagdi at brúka sum ódámligt vápn, er nú vorðið vápnið hjá [...] almenna skipanin er so stirivin, verður trupult at fáa skattakrónur at sparka reyv. Akkurát so fullu orðini. Meinti hon, at kringvarpið hevur ikki ráð til at seta tey bestu starvsfólkini í starv, so var hetta
Nisshin Maru, og um hann nú kallaði á Hunter um at koma at leita eftir zodiac-bátinum, so náddi Farley ikki at innheinta hvalabátin. Hann gjørdi av, at Hunter skuldi halda seg á somu leið. »Fleiri østu [...] steyrrætt, so teir royndu sum frægast at halda hitanum. Eftir fýra ella fimm tímum fór smábáturin at reka burturfrá ísfjallinum. Gravois stríddist við útlitini til, at hann fór at frysta í hel ella enda sínar dagar [...] finnast at sitandi stjórnini. Tann eini ráðharrin úr arbeiðaraflokkinum segði, at um hansara flokkur varð valdur, so fóru avstralsku vaktarskipini at vera send út at leita eftir »ólógligari« hvalaveiðu í økinum
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur [...] ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika
haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan [...] og kendu tað helst soleðis, at teir høvdu tosað uttan um skeiva persónin. Í so máta heldur Abraham, at tað hjá sær var ein fyrimunur, at hann ongantíð legði so nógv í at boða frá, hvussu gekst við fó [...] in var bara tann, at vit ongantíð fingu fatur á honum. Eg kann annars leggja afturat, at Michael Laudrup altíð hevur verið ein leikari, sum eg havi sæð nógv upp til, og at sleppa at spæla móti honum, júst
Havi hug at finnast at fíggjarlógini, soleiðis sum hon er sett upp. Tað er, at høvuðsyvirlitið ikki gevur nakra mynd í heila tikið! Her sakni eg tølini frá undanfarna árið, soleiðis at tað var greiðligari [...] er skotið upp at játta 40 mió í íløgustuðli til ferskfiskaflotan, og ætlanin er, at árliga skal sama upphædd setast av nøkur ár fram. Eg ímyndi mær, at hesin íløgustuðul skal nýtast til at byggja nýggj [...] viðurskiftini. Sum er, halda menn ikki, at til ber at gera bart og kvetta av stokkinum ella loysa frá Danmark, sum tað fyrr bleiv rópt, soleiðis sum Tjóðveldisflokkurin plagdi at føra fram. Uppskotið til loysi
undir við, at fundirnir í umboðsnevndini skulu vera opnir, tí Føroya fólk hevur krav uppá at fáa at vita, á hvørjum grundarlagi avgerðir verða tiknar um t.d. at hækka ella lækka streymprísin, at útbyggja [...] liggur á SEV Umboðsevndarlimirnir eiga at geva gætur, at einkarrætturin hjá SEV eisini kann misnýtast. Tíverri er tað soleiðis, at landið eisini hevur ein áhuga í, at prísirnir hjá SEV ikki lækka. Lækka teir [...] roknskapartølunum sæst, at fíggjarætlanin man fara at halda. Men hvussu gongst annars við hesum arbeiði? Heldur tíðarætlanin? Verður framvegis roknað við, at útbyggingin fer at geva 14,4 mió. kWh? Og hvussu
sannføring er tann, at tú sum fíggjarmálaráðharri ikki nýtist at vera fíggjarfrøðingur fyri at taka avgerðir. Fíggjarfrøðingarnar hava eg rundan um meg í umsitingini, og tað er ikki mín uppgávu at sita og eftirrokna [...] fatan, at almenni sektorurin eigur at effektiviserast og rationaliserat og tann vegin gerast bíligari. Men hann vil ikki hoyra talan um, at hetta merkir tað sama sum uppsagnir, og hann ávarar ímóti at gera [...] maður sum sær út til at vera keddur av, at danski blokkurin upp á eina slaka milliard krónur er fastlagdur komandi trý árini og at hann sostatt fær frið meginpartin av hesum valskeiðnum at leggja ein langsiktaðan