so tað, at tað í løtuni er sera kostnaðarmikið at útvinna hesi ríkidømi. Men ivaleyst kemur tann dagur, tá tað fer at loysa seg at vinna út ymisk ráevni í undirgrundini. Tað er tí í tøkum tíma, at málið [...] yvir, at hetta mál ikki verður reist av grønlendska landsstýrinum, men tað kann hava sínar grundir. Tað er at vóna, at Grønland og Danmark skjótt koma ásamt um eina avtalu. Tað er óhugsandi, at Danmark [...] vorðin í dag, fer at sýta grønlendingum at yvirtaka málsøkið um ráevni í undirgrundini. Ein yvirtøka sum t.d. tann føroyska í sama máli fer ivaleyst at gagna grønlendska búskapinum og fer at beina burtur ein
serliga góðan hug at lýsa á. Blaðstjórin á Norðlýsinum sigur, at í stuttum kann sigast, at ístaðin fyri at koma út við pappírsútgávuni tvær ferðir um vikuna, so valdu teir heldur at leggja blaðið út á [...] ímyndast, at vit høvdu fingið serliga nógvar haldarar, sigur hann og leggur afturat, at teir tí hava valt at satsa upp á inntøkur frá lýsarum heldur. - Í okkara føri er tað mest sum ógjørligt at fáa bæði [...] uni er, at hon skal virka sum ein tíðindaportalur og so eisini verða sølufremjandi fyri pappírsútgávuni av blaðnum. Tað vil siga, at greinarnar, sum standa í Norðlýsinum komandi, koma ikki at liggja á
fara at koma afturumaftur, men samstundis skal eg viðganga, at broytingaruppskotini kundu verið nógv, nógv fleiri. Fíggjarlógin 2003 Aftan á at fíggjarlógin er samtykt, og kritikkur er farin at hoyrast [...] Í hesi samrøðuni hevði Finbogi hug at geva góð ráð, og hóast alt annað enn samd við Finnboga um partapolitikk má eg viðganga, at tað kann vera áhugavert at hoyra hansara viðmerkingar og meiningar. Ofta [...] Ofta speiskar og soleiðis orðaðar, at tær skulu kunna tulkast ymiskt. Men tá Finnbogi segði, at andstøðan fyri at fáa ávirkan kundi havt lumpað og lirkað nakað í sambandi við fíggjarlógina, ið júst er samtykt
grundgeving fyri at stuðla USA í at loypa á Irak, ber ikki til at fara meira skeivur enn akkurát har, vísir Thorbjørn Brochs á. Hann leggur dent á, at tað á ongan hátt skal skiljast sum, at hann styðjar stýrið [...] Tað undrar meg, at eingin hevur víst á tað beinleiðis skeiva í útmeldingini hjá Fólkaflokkinum, tá hann leggur Irak undir at hótta trúarfrælsið, sigur Thorbjørn Brochs. Tí eg veit, at Irak er einasta muslimska [...] Brochs vísir á, at sjálvt ein so lítil samkoma sum Adventkirkjan í Irak, hevur egnar kirkjur, egnar skúlar og frí á sabbatsdegnum. Stjórnin í Irak hevur avgjørt, at tað er umráðandi, at minoritetirnar ikki
liðugt og má ansast eftir, at málið ikki verður gloymt í øllum samgongurokinum. Landsstýriskvinnan bar seg skeivt at og tók avleiðingarnar. Hetta átti at verið ógvuliga einfalt at fata, hóast Tjóðveldisflokkurin [...] lokkurin av roynir at fáa tað at síggja út sum, at alt fór rætt fram í málinum. So langt so gott. Eftir stendur, at feilurin ikki er rættaður. Setanarpolitikkur og siðvenja eru ikki fylgd. Einstaklingurin [...] og fakfelagið royna at fáa tingini í rættlag aftur. Hetta málið eigur ikki at tengjast saman við keglið millum Tjóðveldisflokkin og løgmann. Tað áliggur politiska myndugleikanum at fáa hetta mál loyst
í ítróttarhøllini, men hetta hølið er ikki tókt longur. Nýtt slitlag Asbjørn veit at siga, at kommunan eisini fer at leggja nýtt slitlag oman á vøllin í høllini. - Hetta verður gjørt, tá ið vetrarkappingarnar [...] Runavík. Ætlanin er at leggja grønan lit omanyvir tað, sum er, sigur hann. Tað var umsjónarmaðurin, Karlo Poulsen, ið mælti til at leggja nýtt slitlag omanyvir tað gamla. - Vit hava hugt at, hvussu út sær. [...] í ítróttarhøllini á Skála. Fysioterapi Asbjørn sigur, at ítróttarfeløgini á Skála og Strondum hava tikið stig til at keypa ein bonk, har til ber at viðgera ítróttarskaðar við fysioterapi. - Vit hava játtað
enn at siga, at Høgni Hoydal er ein maktsjúkur maður sum heilavaskar øll, ella at Høgni Hoydal er fanin. Hetta er slett ikki stuttligt, hetta er einki minni enn ein roynd at fremja karaktermorð, at heilavaska [...] heilavaska fólk til at halda at Høgni er fanin. Eg tosaði við eina gamla konu upp til síðsta val, hon segði mær at hon ikki visti hvønn hon fór at velja, men í øllum førum ikki Høgna Hoydal, tí hann hevði [...] bara ein roynd at venda myndini eitt sindur við. Hetta eru grovar ákærur, og eg hevði ikki torað at sagt hetta um nakran annan enn Óla P. og Sosialin, tí bæði Óli P. og blaðstjórin duga at síggja okkurt
var, at hann skuldi almannakunngera ráðharralistan í hesari vikuni, men í gjár søgdu palestinskar keldur, at tað fer at taka einar fjúrtan dagar afturat at manna stjórnina. Aðrar keldur siga, at arbeiðið [...] Russland, Frakland og Týskland, sum forðaðu fyri, at USA og Bretland fingu stuðul frá ST til at leypa á Irak. Franski forsetin hevur sagt, at ST eigur at standa á odda fyri endurreisingararbeiðinum í Irak [...] hevur sett ugandiskar hermenn at tryggja lóg og landaskil í landnyrðingspartinum av Lýðveldinum Kongo, men hermenninir megnaðu ikki at forða hópmorðinum. Nú krevur ST, at tað verður kannað, hvør hevði
Eftir at teir í hesum umfarinum hava verið eitt ár í bestu deildini, noyddist Vejle tungu leiðina niður aftur í 1. deild. Um teir fara at megna at flyta upp aftur komandi ár, ber sjálvandi ikki til at siga [...] hóskvøldið. Hann er sáttmálabundin at Vejle. Kanska fara møguleikarnir hjá honum at økjast fyri at sleppa upp í part á besta liðnum, nú fleiri av eyðsýndu liðfeløgunum ætla sær at skifta felag. Esbjerg var í [...] fyri at sleppa undan niðurflytingini. Hóskvøldið vann AGF 4?0 á heimavølli ímóti Silkeborg. Harvið staðfestu århusianararnir frammanfyri 15.742 sera væl hýrdum áskoðarum, at teir ætla sær ikki at flyta
orsøkin vera hon, at fólk, sum plaga at møta til konsertir, høvdu onnur ting at takast við. - Her hendir nógv í økinum, og fólk hava nógv at takast við, sigur hann. Áhugafelag Jóannes heldur, at tað kanska hevði [...] frálík konsert, sum bara trý fólk nýttu høvi at hoyra, og tað var stórt spell, sigur Jóannes. Hann sigur, at Norðurlandahúsið og Konsertfelagið plaga at hjálpa til at skipa fyri tiltøkum í Saltangará, og onkuntíð [...] Spurdur, um hann kundi hugsað sær at tikið stig til eitt sovorðið felag, heldur Jóannes, at hann hevur nóg mikið at takast við sum er, men hann kundi væl hugsað sær at verið við. Jóannes S. Hansen hevur