ríkisfelagsskapinum og taka loysing. Tað metir Uffe Østergaard, danskur søgufrøðingur og professar í evropiskari sivilisatión og integratión. Danmarks Radio bað hann í kvøld um eina meting av, hvussu tað [...] spyr hann Hann orkar ikki tankan um, at føroysk skip, við donskum statsborgarum umborð, skulu verða boykottað í Danmark, bara tí ein grikskur ES kommiserur hevur givið boð um tað. - Føroyar hava krav upp á [...] sskapi, spyr danski professarin. - Vit verða noydd at útgreina, hvat ríkisfelagsskapurin er fyri nakað. Og tá ið vit gera tað, er vandi fyri, at føroyingar fara sín veg og gerast sjálvstøðugt, land, sigur
nógvar tímar tú t.d. mást arbeiða um tú skal forvinna tær fyri eitt telduspæl. Eisini er strangt eftirlit við uppmøtingini. Ert tú burtur, verður tú trektur í løn. Møtir tú illa, kanst tú vera koyrdur [...] at geva teimum ein bleytan yvirgang til arbeiðslívið. Eingin ivi er um, at vóru hetta vaksin fólk, so vóru nógv av teimum langt síðani koyrd. Men vit royna at motivera tey og eggja teimum til. Vit vilja [...] endamál við Ungum í arbeiði. Annað endamálið er at fríðka um býin og gera uppgávur, sum annars ikki høvdu verið gjørdar. Talan er aleina um uppgávur av kommunalan slag, og ikki uppgávur sum eru kapp
soleiðis hevur tað altíð verið. - Tað minnir sikkurt mest um at vera alkoholikari. Tú hugsar alla tíðina um tað, men tú veit, at tú kanst ikki gera nakað. Tað er ringt, sigur Kaj. Hann er týðiliga strongdur [...] Sum at vera alkoholikari Tá ið Kaj verður biðin um at seta orð á sínar seksuellu kenslur mótvegis børnum steðgar hann á eina løtu og hugsar. Hann veit ikki rættuliga, hvussu hann skal greiða frá tí, tí [...] stýr uppá mína tankagongd, og í dag hugsi eg ikki nógv um tað. Men tað gekk leingið eftir at eg bleiv uppdagaður, at eg eygleiddi børn, og hugsaði um tey, greiður Kaj frá. Hóast Kaj altíð hevur verið áhugaður
ferðir, men mær dámar tað ikki nakað serligt, so tað er ikki nakað, eg renni eftir. Vildi sjálv vera fotograf Rannvá dámar sera væl at taka myndir, og hon hevur í grundini droymt um at at standa hinumegin myndatólið [...] skapar tað mær eitt stórt netverk. Men hetta er á ongan hátt nakað, eg verði rík av, slær Rannvá fast. Eitt sindur snýt Rannvá er tilvitað um, at tá tú arbeiðir sum modell, so er útsjóndin títt arbeiðsamboð [...] til dømis skal fáast at sita væl, flennir Rannvá. Hon vísir á, at tú skjótt lærir tínar bestu síðir at kenna, og so veist tú, hvussu tú skalt posera, fyri at fáa tað besta fram. Fyri at halda linjuna hevur
Dahl ----- Í um leið fimmti ár havi eg fylgt við tí, sum hendir í føroyskum politikki. Fyrr skiftu tingfólk fyri tað mesta orð um at skapa fjøldini betri kor, um hugsjónir og dreymar – um tjóðarbygging [...] hava øtast um hetta. Ráðið fyri ferðslutrygd sigur okkum um dagarnar, at nú eru fleiri enn dupult so mong - 275 fólk - deyð í ferðsluni. Mong munnu vera um at sálast av hesum marglætismøsninum um hol og hol [...] politikarar at kalla bara um hol: stór hol og smá hol, long hol og stutt hol. Milliónirnar rulla, og nú fara milliardirnar á rull. Í at sær komnum londum hava politikarar røtt um, hvussu framleiðast kann
m. – Eg veit ikki um tað bara var eg sum var glað, men øll virka glaðari. Alt fór at blomstra. Tíðindini um silda- og makrelkreppuna, sum er endað á hægsta politiska stigi, og hóttanirnar um at makrelur [...] parturin um fimm prosent. Heildarkvotan er í hesum føri tað, ið havgranskingarstovnurin ICES metir vera ráðiligt at fiska burtur av stovnunum. Tað byrjaði við eini trætu um makrelin. Eftir [...] arnar um føroyskt sjórænaravirsemi skjýtur hann avgjørdur frá sær. – Vit eru allir samdir um, at fiskiskapurin skal vera burðardyggur. Men vit ovurfiska ongar stovnar einsamallir. Eg veit heldur
visti eg, hvussu mann eigur at reagera í hálku, tí eg hevði roynt tað fyrr. Tá tú ikki hevur roynt tað, veitst tú ikki, hvussu tú eigur at bera teg at. Nógv mótkoyrandi ferðsla var úr Havn, eg sá einar átta [...] veggur ímillum, og har lá Hjørdis deyð. Tað vóru fólk eisini bilsin um. - Tankin var ræðuligur. Eg hugsaði slettis ikki um meg. Hugsaði bara um systkini og mammuna og pápan – missurin var ómetaliga sárur. Nívandi [...] sindur. Men um nú eg hevði koyrt ávirkaður, og hetta kortini var útfallið, skuldi eg livað við, at hon doyði, tí eg koyrdi ávirkaður. Og hvat um eg ikki hevði drukkið hatta vínið, og hvat um vit bara høvdu
umdefinerar tú tað, kanst tú eins væl gera ein enda á tí. Loyvir tú Bjarna og Per at giftast, tað veri seg borgarligt ella í kirkjuregi, tá kann alt gera tað sama; og tað er órelevant, um kirkjan er almenn [...] ein institutión. Tað snýr seg ikki bara um samlív ella samlag, tað snýr seg ikki eingong um at hava eitt intenst samband. Tað snýr seg um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, viðurkend [...] einsháttan, har “javnstøða” er tað, tey siga, tað er. Lurtar tú bara at samkynjuelituni, tá fert tú at halda, at bøssabrúdleypið bara er um javnstøðu, um javnrættindi. Nú verður hugtakið “javnstøða” brúkt sum
- Fremsta uppgávan er at geva teimum eina góða uppliving. Um okkurt óvænta hendir mást tú duga at broyta ætlan, og um tað er stressandi, mást tú ikki lata tað koma til sjóndar, sigur Oddur, sum tó sýnist [...] sum um einki var hent. Ferðafólkini kenna ikki skránna í smálutum, og tí veit eingin av at føroysku veðurgudarnir hava forpurrað eitt photo-stop á túrinum. Sum Isle of Sky - Hetta minnir meg um Skotland [...] kr. - Eg havi arvaða nakað av pengum og tí bar hetta til, sigur Doris blídliga, og greiðir frá at ferðin kostaði omanfyri 30.000 kr. Í okkara peningi. Tá Oddur hevur greitt frá um fólkatal, áseyðatal,
innsavningin okkum møguleika at styrkja um og hjálpa teimum familjum, sum fáa krabbasjúk børn. Tey fara at kunna søkja um hjálp til ávís endamál - ella bara um fíggjarligan styrk sum heild, greiðir Jákup [...] - Vit leita ikki eftir ítróttarfólki - næstan tvørturímóti. Hetta snýr seg um, at vanligir føroyingar melda seg til, gera nakað gott fyri seg sjálvar og hjálpa øðrum samstundis. Aldursmarkið er 18 ár, men [...] hevur neyvar reglur um úttøkuna, og teimum fara vit at fylgja, greiðir Aksel Haraldsen frá. Allir stuðulin til børnini At fara eina ferð úr Føroyum til París kostar pengar - eisini hóast tú súkklar meginpartin