Í morgun fór gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag saman við venjaranum Eyð Strøm, sum í mars mánað vunnu FM-kappingina í estetiskum fimleiki, at luttaka í altjóða kapping fyri gentur í Espoo í Finnlandi [...] at gera seg galdandi í kappingini. Ímillum teir 15 dómararnar eru tveir av okkara dómarum við, Beinta Danielsen og Elna Johannesen, og hetta verður teirra triðja altjóða døming. Við í ferðalagnum eru eisini [...] Kekkia, Ukraina og Spania. Leygardagin kl. 12.00 byrjar kappingin, og 10 tey bestu liðini koma víðari í finaluna sum verður sunnudagin. Ikki er lætt hjá okkum at meta um, hvussu leikur fer fram hjá okkara
Nú klokkan 19:30 byrja ársmøtini hjá Heimamissióni. Tey verða hildin í leguhúsinum í Nesvík og halda fram til sunnukvøldið. Evnið á Ársmøtinum hjá er ?Við Meistarans føtur?. Á skránni eru millum annað [...] geva hvørjum øðrum frælsi. Leygarmorgunin verða staðbundnu missiónsarbeiðini viðgjørd. Hvat gongur væl í staðbundnu arbeiðunum, og hvat er ein stór avbjóðing? Tríggir stýrislimir frá staðbundnum missiónsarbeiðum [...] døgurða vera frágreiðingar og viðgerð av landsarbeiðinum og Heimamissiónini sum heild. Thomas Dam, formaður fer tá at hava sína fyrstu formansfrágreiðing. Her verður eisini høvi at tosa um verandi støðu og
er liðið vorðið meira seriøst, sigur Eyðun Højgaard, formaður í ÍF Føroyum. Men kann hetta ikki eisini stuðla uppundir, at onkur evnaríkur spælarar í framtíðini vilja royna tykkum sum lopfjøl til bestu [...] ÍF Føroyar hevur nevnliga gjørt formliga samstarvsavtalu við Fremad Amager. Eina avtalu, sum í fleiri mátar tykist gera útisetafelagið til eitt meira spennandi felag. - Fundamentið hjá felagnum hevur altíð [...] Tað, sum eg meini við, er tó, at ambitiónirnar hjá felagnum ikki kunnu vera hægri enn eitt vist. Og í toppinum eru tað ambitiónirnar hjá spælarunum og venjarunum, sum stýra hesum. Formaðurin vísir eisini
Fríggjadagin 1. juni hevði Føroya Kommunfelag móttøku í nýggju hølunum í Kvívík, har skrivstovan hjá felagnum flutti í fjør. Í røðu sum Rósa Samuelsen formaður í felagnum helt fyri gestunum, greiddi hon frá v [...] til. At arbeiða í opnum umhvørvi dáma starvsfólkunum sera væl. Felagið hevur gjørt avtalu um at seta eitt fólk í vart starv og royndarrtíðin byrjar innan summarfrítíðina. Borgarstjórin í Kvívík, Boje C [...] viðurskiftunum viðvíkjandi felagshúsinum í Kvívík, sum vóru teknað av Palla Gregoriussen arkitekti fyri Sparikassan í sínari tíð. Neyðugt var at umbyggja húsini, fyri at nøkta tey krøv sum felagið setti
Í sambandi við aðalfundin hjá KÍ herfyri var kunngjørt, at felagið fór at kalla inn til eykaaðalfund seinni við tí fyri eyga, at nakrar bygnaðarbroytingar skuldu gerast í felagnum, og hesar vóru fyri á [...] ábyrgdina av øllum. Í starvsnevndini sita so persónar, ið hava ábyrgdina av ávíkavíst fótbóltinum og hondbóltinum. Umframt bygnaðarbroytingarnar var eisini nevndarval á skránni. Í gomlu starvsnevndini [...] Hovgaard er framvegis formaður. Gamli varaformaðurin Karl Birgir Isaksen stóð fyri vali, og hann bar seg undan afturvali. Nýggjur varaformaður er gamli skrivarin, Nichels Lützen. Hinir fýra í nevndini eru John
árið er Hans best kendur sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann hevur verið nevndalimur í felagnum í eini seks ár, og 1. februar 2003 bleiv hann valdur til formann. Í fríløtunum um summarið dámar [...] búgva. Hann róði út í Grønlandi frá 1967-69 og sigldi við "Baki" hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1970-75. Eftir tað var hann útróðrarmaður í eini trý ár, til hann fekk fast starv á Bacalao í 1978. Hansara uppgáva [...] einaferð um vikuna, í húsunum hjá Føroya Sílaveiðufelag í Havnardali, har teir spæla kort. Hans er giftur við Kirstin, f. Eysturtún, úr Havn, tey eiga tríggjar døtur: Joan og Judith, sum búgva í Havn, og Harriet
Á eykaaðalfundi grækarismessu varð nýggj nevnd vald í føroyingafelagnum í Århus. Og nú hevur hon skipað seg. Hergeir P. Vang er formaður, Finnur Jensen, næstformaður, Elin Jacobsen, skrivari, Eivind Simonsen [...] tiltøkum í hølum felagsins, Áarstovu, til gagns fyri núverandi og komandi limir. Eitt aðalmál seinastu árini hevur verið at profilera felagið í Føroyum fyri at fáa fleiri føroyingar at búgva og lesa í Århus [...] gjørt. Harumframt varð semja um, at leggja størri orku í at profilera felagið úteftir. Sum møguleika verður nevnt at menna samstarvið við systirfelagið í Keypmannahavn, at menna limablað felagsins, Áarósan
hugburður, sum er komin til sjóndar í lesarabrøvum, fer at merkja hansara arbeiði sum formaður í stýrinum. Hann leggur afturat, at hann fer at møta hinum 6 limunum í stýrinum um stutta tíð, og at tann nýggja [...] Føroya og at júst Símun Absalonsen er valdur til formann í stýrinum. Sjálvur er Símun Absalonsen fámæltur um tey sjónarmið, hann áður hevur ført fram í lesarabrøvum. - Kringvarpið eiga vit øll. Annars havi [...] menningarlæran skal eiga innivist innan skúlagátt, um tað var rætt av løgmanni at halda røðu fyri samkyndum í Grasagarði, og um tað svenska sosialdemokratiska samfelagið ikki hevur ført til eina bíbliuótrúgva humanismu
at útvega týska herinum ymsar matvørur. Lene Rasmussen, sum er formaður í felagnum hjá donsku søgulærarunum, segði við blaðið MetroExpress í gjár, at nógvir skúlar brúka søgubøkur, sum eru tjúgu ára gamlar [...] ger, at næming-arnir fáa eina ljósareyða frásøgn frá luti Danmarkar í krígnum, sjálvt um vit vita, at hetta var ikki so. Formaðurin í danska næmingafelagnum, Alexander Petersen, er heldur ikki nøgdur við [...] Í teimum donsku skúlabókunum verða viðurskiftini ímillum danir og týskarar undir seinna heimsbardaga vanliga umrødd sum ein søga um hetjur og brotsmenn, men tey seinastu árini hava søgufrøðingar og onnur
longu farið at fyrireika næsta kappingarár í hondbólti. Á móttøkuni í Vági leygarkvøldið eftir at FM heitið varð vunnið, kunngjørdi Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB tey gleðiligu tíðindi [...] venjarin hesi seinastu árini, eisini heldur fram næsta ár. Og tað skerst ikki burtur, at fagnaðurin í høllini var óførur, tá ið tey fingu boðini. Bogi Mortensen duldi ikki fyri, at hann varsera fegin um