sterkari og betri fólkaskúla í komandi valskeiði. Eg havi í starvi mínum sum landsstýriskvinna í mentamálum lagt ómetaliga nógva orku í at styrkja fólkaskúlan, hóast fíggjarstøðan í landinum hevur verið trupul [...] táttur í fólkaskúlanum. So at komandi ættarlig verða slóðarar og kunnu skapa nýggjar vinnuvegir í Føroyum. Eg kundi hildið fram, men tað avgerðandi er, at vit ikki gevast at gera miðvísa íløgu í okkara [...] trupul. Og sanniliga eru hendir týðandi batar. Í 2011 er játtanin til fólkaskúlan 281.601 mió. Í 2008 var fólkaskúlajáttanin 248.914 mió. Vøksturin í hesum tíðarskeiði hevur sostatt verið 32,7 mió. ella
seg tey seinastu árini í Føroyum, og sum nakað nýtt hevur Talvsamband Føroya valt at senda umboð fyri Føroyar til norðurlandameistaraheitið fyri gentur. Kappingin var avgreidd í Noreg um vikuskiftið, har [...] savnaðar. Sum liður í fyrireikingini varð fyrr í ár skipað fyri úttøkukapping, har unglingaføroyameistarin Herborg Hansen varð úttikin til U20, Ása Olsen til U16 og Sára T. Olsen til U13. Bronsu í sterkum bólkum [...] at tvey bronsuheiðursmerkir í fyrstu luttøku er ein sera góð byrjan fyri føroyskari luttøku í NM fyri gentum. Um hetta verður samanborðið við fyrstu árini, tá Føroyar luttóku í NM fyri unglingar, so var
varugt við, at peningakervið í síni heild er komið í vanda, tekur staturin og Nationalbankin um endan. Seinast tað hendi var í 1992. Tá flýggjaðu – eins og í 1952 – ung í túsundatali yvir háls og herðar [...] Hetta hevur alment verið ókent í Føroyum, og er tað kanska orsøkin til, at fyribrigdið ikki finnst á okkara máli? Men í Danmark kom tað fyri árum síðani í ólukkumáta í rampiljósið, og politikarar og ákæru- [...] hvørja trygd hesir stovnar kunnu bjóða sínum kundum í staðin fyri trygdina frá Indskydergarantifonden. Sum kundi í Eik Banka (fyrr Føroya Sparikassi) í 52 ár vil hann, ið hetta skrivar, vóna, at Eik Banki
títtleikin av krabbameini í lívmóðurhálsinum, er tvær ferðir so stórur í Føroyum, sum í okkara grannalondum, kann vera, at vit vóru 15 ár seinni enn onnur lond at seta regluligar kanningar í verk. Annars ávaraði [...] koppseta ungar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum, verður sett í verk næsta ár. Tað kappast politikarar í Løgtinginum um at lova, hóast Sosialurin annars í farnu viku kundi avdúka, at samgongan [...] 12 ára gamlar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum og samgongan hevði avgjørt, at skipanin skuldi setast í verk longu næsta ár. Men nú sparingar skuldu setast í verk fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini
hevur fingið plátusáttmála við eitt stórt plátufelga í Fraklandi. Plátufelagið fer at útgeva seinastu fløguna hjá ORKA í fleiri londum her í millum í Fraklandi, Italia, Týsklandi og Hollandi. Sum dømi um [...] er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, sum umsitur tónleikavinnu. Hann sigur í stuttari viðmerking, at tey bæði tónleikatiltøkini, sum Sendistovan í Brússel í ár hevur skipað fyri undir [...] sendistovuni í Brússel hevur Transmusicales festivalurin havt við sær góð úrslit, tá ið talan er um at geva umheiminum eina jaliga ímynd av Føroyum og føroyskari mentan. Jaliga brandingin sæst í víðfevndu
Sundalagi Møti verður í morgin kl. 18 í samkomuhúsinum í Hósvík við luttøku úr Filadelfia í Havn. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Kayfinn [...] Bech, prestur, fyrilestur í bygdahúsinum í Norðadali »Hevur keltiskur kristindómur havt ávirkan í Føroyum«. Møti í Danmark Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, hevur hesi møti í Danmark. Hirtshals: Leygardagin [...] morgunmøti. Meinigheitshúsið í Havn Møti kl. 18 við Hans Ole Bækgaard. Týsdagin bíbliutími við Hans Ole Bækgaard, Róm. 5-8. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 21. kl. 15 verður í KFUK Eldrasamkoma við Carl Weihe
Karsten Nissen, bispur í Viborg, av Føroya bispi boðin at prædika í Christianskirkjuni í Klaksvík á hvítusunnu. Men síðani varð hann vrakaður av báðum sóknarprestunum og kirkjuráðnum í Klaksvík. Hetta skilir [...] hevði glett seg at koma til Føroya og at prædika í Klaksvík. Men nú hann er vrakaður har, ætlar hann sær heldur ikki at prædika nakra aðra staðni í Føroyum. Tað undrar hann almikið, at hann fyrst verður [...] óskynsamt av føroysku prestunum, ið eisini eru limir í donsku fólkakirkjuni, at sýta donskum bispum at prædika í føroysku kirkjunum. Bispurin vísir í hesum sambandi á, at tað ikki ber til bert at hava kirkjuna
Tá teir í B36 fóru úr Føroyum sunnudagin vóru teir ikki vísir í, nær dysturin í Ankara skuldi spælast í kvøld. Teir vónaðu, at turkararnir fóru at spæla seint á kvøldi, og teir vóru bangnir fyri, at teir [...] hava teir havt annað enn B36 í huganum). Dysturin í kvøld verður klokkan 20.30 lokala tíð, og hetta er eitt tað síðsta nakar av teimum 38 dystunum í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup verður spælt. Fyri B36 [...] á liðnum í kvøld. Hann hevur nógvar royndir, hann heldur royndirnar vera av alstórum týdningi í Europa Cup, og hann vónar, at nógvu landsliðsspælararnir hjá B36 fara at vísa, hvør dugur er í teimum: ?
Fram til í gjárkvøldið vóru eingir føroyskir luttakarar í fjórða umfarinum í donsku superliguni. Todi Jónsson og Óli Johannesen skuldi spæla móti hvørjum øðrum í Aarhus í gjárkvøldið, og Jákup Mikkelsen [...] var ikki við, tá Herfølge vitjaði í Lyngby. Tað tykist kortini ganga sum fótur í hosu hjá Herfølge, sjálvt um besti spælarin hjá teimum í fjør ikki er við. Teir vunnu 2-1 í Lyngby, og John Faxe Jensen helt [...] stóð nógv á, og heimamenninir raktu í stólpan. Í Íslandi helt ÍBV tørn um næstfremsta plássið, tá bæði teir og KR, sum framvegis er á odda, vunnu 2-1. Leiftur var í Keflavík, og hagani eydnaðist teimum
rættindi arbeiðstakaranna í einum framkomnum samfelag sum okkara - tí alt gott um tað. Munurin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og øðrum arbeiðsmarknaðum er tó tann, at landspartar í londunum uttan um okkum [...] løgtingið taka máttmikla fakfelagið í álvara og beinan vegin bera soleiðis í bandi, at strandsfaraskipini í neyðugan mun verða mannað við tænastumonnum, ella starvsfólki, sett í starv við tænastumannalíknandi [...] Kemur nýggji "Smyril" soleiðis ikki í sigling sum ætlað, er skommin fullkomin. Vinnan bløðir Í Suðuroynni og í Sandoynni, har arbeiðsloysið framman undan er størst í landinum, verður fiskivinnan á landi