fram eini 60 ár afturat. Og tað ynskir eingin føroyingur, sum hevur eitt vet av ábyrgdar- og sjálvbjargiskenslu í sær. Hóast landsstýrið hevur lagt áherðslu á, at tað var væl fyrireikað til samráðingarnar [...] at siga, at uppkastið leggur ikki upp til eitt gott samráðingarlag. Krøviini eru so nógv, at onkur hevur nevnt hetta eitt olmussukrav. Harafturat er spurningurin, um tað er rætt at orða eitt uppskot til [...] ar, so skerst ikki burt, at nógv hava ta fatan, at landsstýrið hevur gjørt seg til skammar, tá tað snýr seg um búskaparpartin. Nógv orð eru feld á blað, alt ov nógv, meðan alternativ vantaðu, tá tað snýr
bæði skúlafólk og onnur við í hesum døgum spyrja: -hvar er Signar á Brúnni. Hann hevur ovastu ábyrgdina í skúlamálum, men hevur verið óvanliga tigandi í fyrsta læraraverkfallinum nakrantíð. Spurningurin er [...] veldst alt um, hvussu nógvar kunngerðir verða settar í verk ella ikki. Og tað merkir: hvønn politikk hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri at reka á hesum øki. Ætlar hann av álvara at fáa fólkaskúlalógina [...] tað ber heldur ikki til at samtykkja lógir, og so ikki játta tann pening, sum lógin krevur. Skúlin hevur fyrireikað seg til nýggju lógina, og tað skilst, at bæði lærarar og næmingar dáma væl teir nýggju
Jenis av Rana vil eisini hava at vita, um Føroya Landsstýrið hevur knýtt ella roynt at knýtt samband við onnur ódemokratisk stýri lík PLO? Hevur Føroya Landsstýri ætlanir um handilssambond við onnur illgrunaverd [...] málan við PLO. Jenis av Rana spyr, um til ber hjá løgtingsmonnum at fáa innlit í samskiftið, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO? Hvørjar metingar gjørdi landsstýrið sær, áðrenn fyrsta stigið [...] skiljandi, meðan nærri upplýsingar um svar Ísrael - sum jú longu í nógv ár á bygda- og býráðsstøði hevur havt vinabýarsamstarv við Føroyar - eru ynskiligar. ? Ikki skuldi verið neyðugt at mint landsstýrið
Landstýrið hevur fleiri ferðir seinastu tíðina meldað út, at tað er fyri, at uppritið verður almannakunngjørt, nú fjølmiðlarnir hóast alt hava fingið frænir av innihaldinum. Men landsstýrið hevur somuleiðis [...] din fór at leysgeva uppritið eftir fundin fyrrapartin í gjár. Men so var ikki. Uttanlandsnevndin hevur tveitt bóltin aftur til landsstýrið. Hon sigur, at tá tað er landsstýrið, ið eigur trúnaðarstemplið [...] ella ikki. Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, váttar, at landsstýrið hevur ta áskoðan, at uppritið kann almannakunngerast. Men hann leggur dent á, at hetta má vera í samráð
sum hon sigur: »Vit skulu vinna!« . Báðar tær ferðirnar, har Jórun hevur verið á tapandi finaluliðnum, hevur tað verið Neistin, sum hevur verið mótstøðuliðið. Spurd um hon kanska er fegin um, at tað ikki [...] Ludvig er liðformaður á kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum í dag skal á vøllin í fyrra finaludystinum. Áður hevur hon roynt at verið partur í tveimum steypafinalum, men í hvørgari av hesum eydnaðist tað henni at
Brúnni hevði brotið lógina og tí var noyddur at fara frá. Eg havi varhugan av, at Bjørn á Heygum hevur sett nakað í gongd, sum ongan enda átti at havt, tí sum løgfrøðingur má Bjørn á Heygum vita, at tað [...] at byggja eina framtíð við at ignorera fortíðina. Nei, so einfalt er tað ikki. Og hjá dómsvaldinum hevur tað altíð verið kutyma at rætta seg eftir tí, sum er farið fram frammanundan. Sjálvandi skulu vit [...] finnast ein syndabukkur, og allir fuglfirðingar vita, at Signar er ein stak skikkiligur maður og hevur góð evni, men hetta er ikki fyrstu ferð, hann er lumpaður. Eg vóni, at Hergeir Nielsen fær góð kort
Annar sigur Hans Pauli, at Javnaðarflokkurin heldur fast við tað, sum flokkurin fyrr hevur sagt um at samgongan hevur heimild at fara niður at samráðast uttan eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyrst. Kortini [...] taka ikki undir við ætlanini hjá samgonguni. Og hann heldur tað vera serliga áhugavert, tí samgongan hevur havt avgjørdan fyrimun í arbeiðinum at fáa fólka t taka undir við ætlanunum. ? Hvítabók varð alma [...] Hinvegin heldur Hans Pauli Strøm, at kanningin hjá Útvarpinum stað-festir tað, sum Javnaðarflokkurin hevur víst á alla tíðina. ? Fólk vilja hava eitt samstarv við ein partnara, sum skapar teimum trygg kor
sum Hans Tórgarð hevur spælt á Gamla Meiarínum í okt. mánað. Leikurin byggir á skaldsøgu hjá Jan Guillou av sama navni, og snýr seg um hendingar úr lívi rithøvundans. Leikurin hevur verið væl móttikin [...] stillisligan og inniligan hátt, at lýsa teir ræðuleikar, ið rithøvundurin sum barn og ungur drongur, hevur verið úti fyri. Ein ummælari ið hevði sæð leikin segði m.a.: »Tað er ringt at siga nakað stutt um [...] svar er bara spurningar, og ein fær kensluna av, at tímin er komin til sjálvrannsakan. Um ein so hevur bukað nakran ella ikki«. Men hví spæla ein tílíkan leik sum hendan? spyr »Gríma« í leikskránni. Áttu
gjár, og nú hevur liðið góðar møguleikar at spæla seg víðari í Champions League. Rosenborg liggur á fremsta plássi í bólkinum við 8 stigum. Dortmund og Feyenoord hava 5 stig og Boavista hevur 2 stig. Men [...] eitt sindur ymiskt, hvussu tey standa seg. AIK Stockholm úr Svøríki liggur aftast í sínum bólki og hevur bara fingið eitt stig higartil. Hinvegin liggur norska Rosenborg úr Tróndheimi á odda í sínum bólki [...] Stockholm spældi týsdagin móti Fiorentina, og sviarnir taptu 3-0 fyri italiumonnunum. AIK Stockholm hevur fingið eitt stig í bólkaspælinum higartil, og teir liggja aftast í sínum bólki. Barcelona, sum vann
havt sín leiklut aðrastaðni enn á pallinum, vóru eisini fegin um úrsitið av stóra tiltakinum. ? Tað hevur staðið á, tí vit vistu í grundini ikki, hvat tað var, vit fóru í holt við, tá vit byrjaðu. Men nú [...] eftir framførslurnar. - Vit høvdu allatíðina eina turkatrúgv upp á, at tað fór at bera til, og tað hevur verið ein fragd at verið til framførslunar, serliga tí vit upplivdu, av vit veruliga spældu fyri [...] Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar teimum ymsum luttakarunum í stóra projektinum, sum Fróði Vestergaard hevur samskipað fyri Norðurlandahúsið. ? Eg veit ikki, um eg hevði verið so positiv yvir fyri hugskotinum