fer spakuliga í ein landnyrðing og viknar. Hetta ger, at Føroyar liggja í einum luftstreymi av landnyrðingi ella norðri. Mánadagin fer eitt lágtrýst við Skotland væntandi spakuliga í ein landnyrðing, men [...] men seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið okkum av vestri. Í dag Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s, men út á seinnapartin fleyr til gul av [...] náttina millum 7 og 10 stig. Mánadagin Lot til andvøsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og møguliga øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl
karmur um forvitnisliga ítróttartilboðið. - Nógv brúka Áargøtu til ein renni- ella gongutúr, og tí kemur útgerðin at standa sera væl fyri sum ein liður í venjingini hjá teimum, ið dáma at vera úti í náttúruni [...] Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at Trongisvágur við hesum tekur eitt fet víðari í gongdini í at gerast ein sannur ítróttarmiðdepil. - Frammanundan eiga vit frálíka fótbóltsøkið við Stórá og ítróttarhøllina [...] FIFA-vøllur liggur beint við ítróttarhøllina, og er tað sjáldan, at hann ikki er í brúk. - Cross-fit er ein venjingarháttur, ið er sera væl umtóktur í dag. Kring heimin verður hesin serstaki venjingarháttur
Rætti seinnapartin fekk ein ungur maður 30 tímar samfelagstænastu fyri fullur at hava koyrt ein bil á sjógvin. Føroya Rættur skuldi seinnapartin royna at gera av, hvør hevði koyrt ein bil 21. apríl í 2009 [...] avgjørt við ákæran, at varð hann dømdur, vildi hann gera samfelagstænastu í 30 tímar, svarandi til ein treytaðan dóm á 20 dagar. Í rættinum seinnapartin varð vinmaður hansara avhoyrdur, men tað var týðiligt [...] vitnisfrágreiðing hansara, og minti vitnið meira en einaferð á, at hann var undir rættarábyrgd. Síðani var ein kvinna førd sum vitni, og hon virkaði álítandi á ákæra og dómara. Og eftir hennara vitnisfrágreiðing
Tað er nú staðfest, at mannabeinini, sum ein smádrongur fann í Hvalba í summar, eru 1000 ára gomul Tað var í summar, at ein smádrongur fann nøkur mannabein í bakkanum niðanfyri Bønhúsfløtu í Hvalba. Síðan [...] um ár 1000. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðarfesting er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhúsnavnið er knýtt at. Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst [...] Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkjugarðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 ? tvs seint í víkingaøld
í ár skal vera fyrsta høvið at heiðra ein persón ella eitt virki, ið hevur verið við til at røkja og ríka føroyska málið í serligan mun. - Vit ivast ikki í, at ein slík Málrøktarvirðisløn fer at eggja fólki [...] hevur Mentamálaráðið longu sett kikaran á ein serliga ídnan málrøktara, men meir vilja tey ikki avdúka fyribils. Bara at viðkomandi persónur ella virki er ein, vit kenna, og sum umframt heiðurin fær eina [...] fólki til at brúka gott føroyskt mál. Eg ímyndi mær eisini, at ein málvirðisløn, sum hendan, kann skunda undir kjak um, hvat er gott mál, og kjak um málið er altíð gott, sigur Martin Næs, deildarleiðari
Joensen og Petur Kristian Nielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3850 gr. 7. desember fingu Petra E. Petersen og Mortan Hust Petersen, Kvívík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3100 [...] fingu Karin og Sjúrður Kunoy, Kunoy, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3670 gr. 11. desember fingu Unn Lützen, Tórshavn, og Niels Juul Nielsen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði [...] long og vigaði 3250 gr. 15. desember fingu Alexandrina A. Petersen og Mads Grosen, Svendstrup J, DK, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr.
har viðkomandi eftir bert tvær vikur hevur skapt ein vinning á yvir 33.000 krónur við teimum 250.000 krónunum í spælipengum frá byrjan. Hetta svarar til ein vinning á 13.3%. Í donsku kappingini liggur MariusJ [...] Ein av luttakarunum í Íløguspælinum hjá Føroya Banka telist millum bestu íleggjarnar í samlaða íløguspælinum hjá danska vinnublaðnum Børsen. Í stóra íløguspælinum kappast yvir hálvtrýss túsund luttakarar [...] Íløguspælinum hjá Føroya Banka eru eisini við í stóru kappingini hjá Børsen, har høvuðsvinningurin er ein Lexus bilur fyri yvir 600.000 krónur. Eydnast tað einum av luttakarunum í íløguspælinum hjá Føroya
besti verjuleikarin í landinum og er ein sannur fongur fyri okkum. Hetta prógvaði miðverjin í sigrinum í gjár, sum Alan Mørkøre sjálvsagt var fegin um. – Hetta er ein góð kensla. Tað hevur gingið upp eftir [...] meistarunum ikki telja meiri enn onnur, so gevur ein sigur sum tann í gjár nakað serligt. – Tað er eitt moralskt boost til okkara lið, at vit megna at vinna ein dyst sum henda, har vit eisini mangla góðar leikarar [...] trupult hjá okkum, helt Marni Djurhuus fyri, sum kortini hevði yvirskot til eitt sindur av sjálvironi. – Ein málúrtøka upp á 7-3 í tveimum dystum er ikki galið, hóast alt, segði kollfirðingurin.
henda miðstøðin verður tikin í nýtslu, verður ein kunnandi faldari sendur í hvørt hús. Her verður greitt frá, hvussu ruskið skal skiljast framyvir, soleiðis at ein fær sum mest til endurnýtslu. - Vit vóna og [...] Hetta hóvar ikki øllum líka væl, hóast kommunan ætlar at gera hetta til eina endurnýtslumiðstøð, eins og hana í Klaksvík. - At vit valdu at leggja bingjuplássið, sum tað nú liggur, er tí at tað framman [...] ikki lítur dámin í økinum, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu. Í farnu viku setti ein borgari í kommununi annars spurnartekin við hesa ætlanina at leggja ruskinnsavningina á havnaøkið millum
14,5 miljónir krónur settar av til ein nýggjan stovn til fólk við heilaskaða. - Nýggi stovnurin er kærkomin, nú vit hoyra í miðlunum, at heili 100 føroyingar fáa ein heilatilburð um árið. Tað verður eitt [...] eitt stórt framstig hjá teimum føroyingunum, sum fáa ella hava fingið ein heilatilburð, at fáa ein stovn, sum verður bygdur til teirra tørv. Í nýggja stovninum verða millum annað búpláss, endurvenjing og [...] umlæting. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon leggur aftrat, at talan verður um ein stovn, sum millum annað skal hýsa fólki, ið hava fingið blóðtøpp á heilan, heilabløðing ella á annan