við tveimum møguleikum: 1)at stovnseta sjómansprestastarvið undir føroyskari fólkakirkju, ella 2)at skipa sjómansprestastarvið undir verandi skipan. Tað er óneyðugt at nevna, at landsstýrismaðurin í mentamálum [...] landsstýrismanninum. Í notatinum stendur greitt, at Danska Sjómanskirkjan er setanarmyndugleiki, og at uppgávan hjá Føroysku Sjómanskirkjuni er at útvega fólk, og at endurrinda Donsku Sjómanskirkjuni tann partin [...] eisini, at Føroyska Sjómanskirkjan ynskir, at føroyingar sjálvir gjalda lønina til ein sjómansprest, soleiðis at føroyingar eisini kunnu avgera, hvør ið settur verður. Og í álitinum stendur at lesa á s
kur er realistiskur og tekur støði í føroyskum viðurskiftum. At fara at áleggja føroyskum skipum at sigla spakuligt o.l., bert fyri at tippa óseriøs fjølmiðlafólk, er ikki nøkur gongd leið, men vil bert [...] teim spurdu vístu á, at tey komu til Skotlands at síggja eina óspilta náttúru. 58% av hesum søgdu, at vindmyllur høvdu eina negativa ávirkan á náttúruupplivingina, og 28% søgdu, at tey vildu ikki fara til [...] fyri tað fyrsta, at tað bara er CO2 útlat sum er dálking, og harnæst at føroyski skipaflotin er millum mest dálkandi skipaflotar í heiminum. Vanlig fólk sita eftir við eini kenslu av, at tey 247 føroysku
Ongland Madonna er vorðin so troytt av at búgva í Onglandi, at hon nú hevur gjørt av at selja húsið. Vinir hjá Madonnu siga, at hon stutt sagt hatar Ongland. Tey siga, at henni dámar ikki veðrið, fólkið ella [...] er slaturin farin at ganga um, at Hugh Grant og Liz Hurley hava funnið saman aftur, eftir at hava verið frá hvørjum øðrum í eitt longri tíðarskeið. Tey bæði avsanna slaturin og siga, at tey einans eru vinir [...] leiklutinum er Kidman ikki til at kenna aftur, tí hon hevur broytt sína útsjónd, at sjálvt hennara nærmastu vinir siga, at teir ikki høvdu kent hana, um tey ikki vistu, at tað var hon. Og so sum Kidman
eini roynd at bremsa VÍF-álopunum hevði VB annars gjørt sær greitt, at Sóley Mikkelsen skuldi takast úr spælinum, men hóast hetta, so sást alt fyri eitt, at hetta ikki fór at verða nóg mikið til at steðga [...] lyndi at gerast heldur rótut, nú vanligi spælskiparin ikki fekk gjørt sítt, so fekk liðið sýnt, at tær so sanniliga eisini hava onnur vápn. Ikki minst riggaði tað væl at toyggja spælið, soleiðis at eyka [...] burturbeindur, og tað var eisini sjónligt, at so var, tá liðini komu aftur á vøllin. Ein kundi kanska hildið, at VB nú í øllum førum fór at stríðast av øllum alvi til tess at avmarka tapið, men fyrstu løtuna sást
meir. Tá man fór at spyrja nærri, fekk man at vita at 3 tímar vóru nokk til at avgreiða kundarnar, ið komu í Fø. Sp.K. fyri vikuna ( í praksis ber tað slett ikki til). Seinni er komið fram at eitt starvsfólk [...] Nei, tað sær út sum at Sp.K. var úti eftir at, tða teir komu til Kvívíkar at troðka F.B. burtur, ið sum kunnugt eydnaðist, og so at fara avstaðaftur, tá fólk høvdu vant seg til at nýta teir. Takk fyri [...] dagliga. Men ætlanin hjá stovninum er væl at tá tey allarflestu okkara eru farin at nýta heinmagreiðsluna, tá fara gjøld at vera løgd á á hvørja flyting. Og ikki at gloyma avtaluna stovnarnir hava við La
heldur ikki her at síggja alt so tvíbýtt. Hví ikki kalla ein spaka fyri ein spaka, sum danir plaga at taka til? Valið snýr seg ikki um loysing ella samband, men um at velja sjálvræði ella ikki, at velja ímillum [...] veit bara, at danir fara ikki at finna seg í at missa meira og meira vald, jú fleiri mál føroyingar yvirtaka, og samstundis enn gjalda hundraðtals milliónir til føroyingar um árið, uttan eisini at krevja rætt [...] ofta prógvað, at tað gongur rívandi galið, tá tey víðgongdu sleppa at ráða líkamikið um tey hella til vinstru ella til høgru. Á sama hátt sum við vinstra-høgra aksanum havi eg ilt við at viðurkenna lo
trúgvir ímóti KÍ, og tað man lítið vera at ivast í, at fjøldin fer at vera stór, sum sunnudagin fer at savnast til norðoyarstevnudystin. Í fjør var tað púra óvæntað, at EB/Streymur vann 4?0 á norðoyarstevnuni [...] um javnleikin á heimavølli ímóti NSÍ, men tað er einki at ivast í, at teir nú iðra seg mest um, at tað skuldi ganga so illa í fyrsta umfarinum, at teir taptu 1?0 á Sevmýri. Síðani teir vunnu 1?0 ímóti VB [...] so siga úrslitini, at teir framvegis ikki eru væl fyri. Um teir eru so illa fyri, at tað longu undan summarsteðginum verður greitt, at teir skulu flyta niður, er sjálvandi ov tiðliga at siga, men tað sær
greitt, heldur hann ikki, at tað at byggja ein guitara, er nakað kunstverk sum so. - Nei, eg vil heldur siga, at hetta er eitt handverk. Kanska kunnu vit kalla tað kunstverk at byggja klassiskar guitarar [...] sjálvur. Hesar ætlar hann ikki at selja, men hava teir standandi, so høvi verður hjá fólki, sum støkka inn á gólvið, at royna teir. Ymiskir prísir Magnus sigur, at hann fer at byggja standardsnið, bæði bíligari [...] so torført út at byggja ein slíkan. Hetta sá spennandi út, og eg hevði hug at leita mær fram tilfar og kunnleika um, hvussu ein guitari verður bygdur. Einasti møguleiki var at lesa meg fram til ymisku
heilt skjótt, at StÍF veruliga fór at draga, og størsta orsøkin til hetta var, at teir í nógv størri mun dugdu at gera sær dælt av yvirtalsstøðum. Fyrst gjørdu teir sær fulla nyttu av, at Petur Magnusson [...] Tað var nevnliga soleiðis, at stutt eftir hetta, so fór Neistin veruliga at gera um seg. Eftir at strandingar høvdu økt munin upp í 26-19, og alt tóktist avgjørt, fór brádliga at ganga skjótt fyri seg. Fýra [...] endaspælinum. Skuldi hugsingur vera um at vinna gullmerkini, skuldu allir eftirverandi dystirnir vinnast, samstundis sum álit skuldi setast á, at vestmenningar fóru at snáva móti øðrum enn Neistanum. Hugburðurin
vanligt á fólki. AT TAÐ KREVUR sín mann at verða flogskipari, er lítið at ivast í, og báðir flenna játtandi, tá ið teir verða spurdir um ein krevur at vera av einum serligum slagið fyri at kunna gerast t [...] meira av farmi at flyta, nú Súlan ikki siglur út til Mykinesar, leggur Terji aftrat. Um summarið kemur tað ofta fyri, at teir verða noyddir at gera eykatúrar. Men nú hesa tíðina plaga teir at kunna nøkta [...] tað uppgávan hjá stýrimanninum at kanna, hvussu veðrið er og ferðafólkalistan, meðan skiparin kannar tyrluna eftir at mekanikarnir hava hugt eftir henni. Terji sigur, at teir fylgja gjølla við veðrinum