løgmaður, má traðka í karakter, nú fullveldisaktørar seta landsins virðir upp á spæl Nú stendur greitt fyri teim flestu, at høvuðsætlanin hjá “elituni” í samgonguni er at skapa konfrontatión í ríkinum, nú tann [...] trupulleikar í Ríkisfelagsskapinum. Higartil hevur hetta ikki eydnast serliga væl, tí danskir politikkarar hava langt síðani tikið støðu til, at stríðið um at loysa Føroyar úr ríkinum skal takast í Føroyum. Tað [...] hava vit framgongd. Í tráðanini eftir, at skapa øsing – ein samanbrest – í Ríkinum, verður hetta nú gloymt burtur. Um sjóneykan nú verður vend ímóti okkum, fyri okkara framferðarhátt í altjóða politikki
slíkum muslimi, sum við hesi gerð síni eisini setur sítt egna lív í váða. Islam og muslimar eru mest sum banniorð í øllum Vesturheiminum, tí vit í flestu førum tengja hesi saman við tær ræðuliga yvirgangsatsóknirnar [...] alt og øll yvir ein kamb. Men eins og tað í okkara heimi eru hóvlig og víðgongd, so er hetta eisini so í tí muslimska heiminum. Vit kenna hetta eisini frá støðuni í Palestina, har tey víðgongdu hava verið [...] hóvlig og brúkar dialogin heldur enn vápn at skapa frið og forstáilsi. Latið okkum í Vesturheiminum og eisini her í Føroyum taka hetta nýggjasta tiltakið hjá kenda pakistanska musliminum at lýsa FATWA yvir
Makrelur Nú makrelur í størri mun enn áður er í føroyskum og íslendskum sjógvi, hevur í seinastuni rættiliga nógv verið gjørt burturúr hesum dýra tilfeingi, sum vit í dag halda okkum fáa ov lítlan part [...] eru við í strandalandaavtaluni millum Føroyar, Noreg og ES, fiska makrel at kalla, sum teimum hóvar, hevur eisini gjørt, at pelagiska vinnan í Føroyum heldur, at okkara prosentvísu rættindi í avtaluni [...] Hjalti í Jákupsstovu, at føroyingar avgjørt eiga at halda fast um skipaða veiði og soleiðis framhaldandi vera partur av strandalandaavtaluni um makrelin. Hann heldur ikki, at løtuvinningur í hesum sambandi
skuldi sambært Edmund Joensen kunna geva Føroyum einar 110 mill. kr. í landskassan. Peningurin skuldi brúkast til at forða fyri, at vælferðartænastur koma í vanda. Í skrivi vísti sambandstingmaðurin á, at [...] Sambandsflokkurin tveitti í vikuni eina bumbu mitt inn í sína egnu samgongu. Flokkurin mælti gjøgnum tingmannin Edmund Joensen fíggjarmálaráðharranum til at taka stig til í samráðingunum við donsku stjórnina [...] tað átti at verið viðgjørt politiskt í samgonguni, heldur enn at enda sum valpolitisk kastibløka í almenna rúminum. Hvørvítt tað er rætt ella ikki at tiðna upp blokkin í eini støðu, har samfelagið hevur
Føroyar hava í kvøld lagt rygg til 3-1 tap í Graz í Eysturríki. Úrslitið var ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at føroyska avrikið ikki var serliga sannførandi. Innskifti Andreas Lava Olsen skoraði [...] setur bóltin í málið eftir gjøgnumbrot í høgru og flatt innlegg. Tað tykist ganga hampuliga væl at skipa álopsspælið, men í verjupartinum er tað ikki so sannførandi. 45 min 2-0 Avrikið í 1. hálvleiki hevur [...] restaðu sjey minuttir. Serliga í 1. hálvleiki gekk tað av skriðuni hjá føroyingunum, sum ikki vóru nærlagdir og tættir í verjuspælinum, og sum ikki megnaðu at gera seg galdandi í álopsspælinum. Eftir steðgin
Í fjør kom Palli Augustinussen heim til VB/Sumba í næstbestu deildini og ætlaði at spæla seg í form. Í hálvtfimta ár hevur hann nomið sær útbúgving sum løgreglumaður, og hesa tíðina hevur tað verið so [...] regluligari fótbóltsvenjing. – Eg ætlaði at brúka fyrsta árið til at spæla meg í form. Í so máta passaði tað mær fínt, at liðið lá í 1. deild, greiðir Palli Augustinussen frá. Tískil hevði hann ógvuliga ilt [...] eg kenni til, sigur Palli Augustinussen, sum spældi í bestu deildini øll árini, áðrenn hann fór niður í skúla. – Ja, onkuntíð vóru vit heilt uppi í toppinum. Tí er tað undir heilt øðrvísi fortreytum, at
er partvíst samdur. – Í ringasta føri verður ein leiðsla dýrari, og í besta føri kostar hon tað sama, sigur sjúkrahússtjórin í Klaksvík. Dupultfunktiónir Men tað er ikki beinleiðis í leiðslunum, at Aksel [...] jórarnir á smærru sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík meta, at samstarvið í dag longu er gott. – Vit samstarva um heilt nógv ting. Samstarvið er gott í dag, men blívur mann við at siga, at sjúkrahúsini [...] gjørdar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, eftir at bæði limir í Sambandsflokkinum og í Javnaðarflokkinum hava tosa um at leggja øll trý sjúkrahúsini aftur undir somu leiðslu,
her í Århus. Men eg trívist best í barndómsheiminum í Varðalág í Havn. Leingist tú til Føroyar? Viðhvørt. Ikki so nógv longur. Ferðist eisini nógv aftur og fram fyri tíðina. Komi forrestin heim í næstu [...] fyrsta vers í lagnum ”Har Steinarnir Spreingjast” hjá Páll Odduri: Halt um meg, ugga meg, og sig, hvussu synd tað er í mær. Leið meg millum fólk, so tey síggja meg, og sig so, hvussu synd tað er í mær. Hvussu [...] her í Århus spæla flogbólt. Trýrt tú uppá gud? Haldi tað, ja. Fortel um tín fyrsta muss: Fyrsti mussin fekk eg frá einari í grannalagnum. Minnist hann ikki. Men tey hava mynd av honum. Hon er gift í dag
fyrst í oktober sítt næsta yrkingasavn út. Tað kallast Ongar planir fyri næsta sunnudag og kemur út á Mentunnargrunni Studentafelagsins. Týski fotografurin Andrea Vollmer, sum var í Føroyum fyrr í ár og [...] til eina sterka nútíðarkenslu. Sunnudagurin er hvíludagurin í religiøsari merking. Sunnudagurin var til Gud, men hvat er komið í staðin? Í yrkingunum er hesin dagur vorðin til eitt aktiv til at opna seg [...] Moberg hava sterkan einstaklingsdám. Trúnaður og fremmandagering er líkasum í “Á langbylgju” eitt høvuðstema, men er skerpt í nýggja savninum. Saknurin er sterkari, klovningurin og tristessan størri. S
tikið ein dyst í senn. Tað ljóðar kanska primitivt, og Óli Hansen fekk í øllum førum sagt tað nakrar ferðirnar í fjør. Men tað er nú soleiðis, at tú kanst bara vinna ein dyst og trý stig í senn. Tað ber [...] verið besta liðið í Føroyum í ár. Seinnu árini hava víst, at ein meistari skal hava á leið 55 stig, og sum støðan er, so eru vit einasta liðið, sum kann røkka hesum, so tað er væl eisini í lagi á tann hátt [...] seg eitt sindur. Í øllum førum kundu Magni Mohr og Sigfríður Clementsen njóta sær eina góða sigar og eina kalda í dós, tá dysturin varð av, men sum skilst hevði hetta verið væl krógvað í bilinum, inn til